13 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg umarbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2004, 29. oktober, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 14 frá 16. februar 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
"Stk. 2. Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, rinda einki í grunnin. Arbeiðsgevarir, sum eru 67 ár ella eldri, og hava fólk í vinnu, rinda tó frá 1. januar 2005 grunninum árliga 0,75% av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2 pkt., í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá."
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uppskotið til broyting í lógini um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er ein liður í ætlanunum hjá samgonguni at endurnýggja pensjónsskipanina í Føroyum og at tryggja pensjónistum eitt betri pensjónsgrundarlag.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin kom í gildi í 1991 við tí endamáli at tryggja øllum íbúgvum landsins eina arbeiðsmarknaðareftirløn. Sambært verandi lóg skulu allir persónar undir 67 ár rinda grunninum 0,5% av inntøkuni, og arbeiðsgevarar skulu somuleiðis rinda 0,5% av útgoldnum A-inntøkum. Broytingaruppskotið leggur upp til, at inngjaldið frá hvørjum parti hækkar úr 0,5% upp í 0,75% frá 1. januar 2005. Harumframt eru ætlanir um at hækka inngjaldið til 1% í 2006 og 1,5% í 2007. Tey hækkaðu inngjøldini geva møguleika fyri hækkaðum útgjøldum úr grunninum.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar við sær.
Umhvørvisligar avleiðingar og avleiðingar í mun til altjóða
sáttmálar
Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til
altjóða sáttmálar við sær.
Sosialar avleiðingar
At inngjaldið hækkar merkir, at útgjaldið til allar persónar yvir 67 ár hækkar,
og sostatt betrast fíggjarstøðan hjá tí einstaka.
Fíggjarligar avleiðingar
At inngjaldið hækkar hevur við sær, at lønarútgjaldingarnar hjá landinum,
kommununum og privata arbeiðsmarknaðinum hækka samsvarandi. Fyri kommunurnar, sum í
2005 væntast at hava lønarútreiðslur upp á góðar 400 mió kr., merkir broytingin
eina hækking í lønarútgjaldingunum upp á umleið 1 mió kr.
Fyri landið, sum sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 hevur lønarútreiðslur upp á 1,76 mia kr., verður hækkingin í lønarútgjøldunum umleið 4 mió kr.
Privati arbeiðsmarknaðurin væntast í 2005 at hava lønarútgjaldingar upp á góðar 4 mia kr., og her væntast hækkingin í inngjaldinum til samhaldsfasta at hava við sær, at lønarútgjaldingarnar hækka við góðum 10 mió kr. í 2005.
Hækking í lønarútgjaldingum.
Kommunur | 1 mió kr. |
Landið | 4 mió kr. |
Privati arbeiðsmarknaðurin | 10 mió kr. |
Tað er stýrið fyri grunnin, sum í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári ásetur árligu veitingina galdandi fyri árið eftir. Útgjaldið í 2004 er 700 kr. um mánaðin til hvønn persón. Við verandi skipan tað vil siga við óbroyttum inngjaldi og somu fyritreytum fyri útgjaldi sum í 2004 hevði útgjaldið í 2005 verið ásett til 710 kr.
Mett verður, at við hækkaða inngjaldinum í 2005 kann útgjaldið hækkast við umleið 300 kr. um mánaðin í mun til útgjaldið í ár. Tað vil siga, at mánaðarliga útgjaldið úr grunninum til hvønn persón verður umleið 1.000 kr. í 2005, svarandi til eina hækking upp á góð 40% í mun til, hvat útgjaldið annars hevði verið í 2005.
Eftir verandi skipan skal ein vanligur arbeiðari, ið arbeiðir fulla tíð, gjalda umleið 84 kr. um mánaðin til grunnin, meðan inngjaldið eftir hækkingina verður umleið 126 kr. um mánaðin tað vil siga ein hækking upp á 42 kr.
Fyritreytirnar fyri metingini
Fyritreytirnar fyri útgjaldinum eru, at grunnurin ikki skal koma út fyri at lækka
útgjaldið. Gjørdar eru framrokningar fram til ár 2036, har roknað verður við eini
miðal inflasjón upp á 2,5% um árið tó verður mett, at inflasjónin í 2004
verður -0,2%. Roknað verður við einum miðal realvøkstri upp á 0,75% um árið. Tó
verður roknað við einum negativum vøkstri upp á 2% í 2005. Metingarnar geva
grunninum ein miðal vinning upp á 4% fram til 2036.
Yvirlit yvir avleiðingar
Fyri landið/lands- |
Fyri |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri |
|
Fíggjarligar/ |
Ja |
Ja |
Nei |
Ja |
Ja |
Umsitingarligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar |
Ja |
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1:
Inngjaldið til grunnin hækkar frá 1. januar 2005 við 0,25%, soleiðis at allir
persónar undir 67 ár rinda grunninum 0,75% av inntøkuni, og allir arbeiðsgevarar rinda
somuleiðis 0,75% av útgoldnum A-inntøkum. Av tí at gildiskoman er dagin eftir, at
lógin er kunngjørd, soleiðis at stýrið longu í ár kann áseta útgjaldið fyri 2005
sambært hesi lógarbroyting, so var neyðugt at skriva gildiskomuna fyri broytta
inngjaldinum inn í hesa grein.
Til § 2:
Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1. viðgerð 11. november 2004. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 30. november 2004 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. oktober 2004, og eftir 1. viðgerð tann 11. november 2004 er tað beint í trivnaðarnendini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 24. og 29. november 2004.
Undir viðgerðini er spurningurin reistur, um lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn er í samsvari við meginreglu Norðurlandaráðsins um at beina burtur forðingar hjá norðbúgvum at búseta seg hvør hjá øðrum. Nevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at kanna henda spurning.
Ein minniluti (Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk) hevur umframt hesar viðmerkingar. Minnilutin hevur frá byrjan av tikið fult undir við samhaldsføstu hugsanini á eftirlønarøkinum og tekur tí eisini undir við at hækka inngjaldið í grunnin. Tó eru tinglimir minnilutans av teirri áskoðan, at Samhaldsfastið fer at muna betur og hava enn meira samhaldsfast endamál, um grunnurin bara rindar út til teirra, sum ikki hava aðrar nøktandi eftirlønarskipanir at dúva uppá. Soleiðis at útgjaldið úr grunninum í nógvum førum ikki verður eitt ískoyti hjá teimum, sum fáa góða eftirløn, men heldur ein munagóður styrkur hjá teimum, sum ikki hava stórt annað enn fólkapensjónina at líta á. Minnilutin heldur tí, at landsstýrismaðurin eigur at taka stig til at broyta lógina soleiðis, at útgjaldið úr grunninum verður sett soleiðis saman, at tey, sum framman undan hava minst, fáa mest úr grunninum.
Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja málið.
Á tingfundi 14. desember 2004 løgdu tingmenninir Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til
2. viðgerð
Í § 2 verður sett inn nýtt stk. 2, sum verður soljóðandi: "Stk. 2. Tíðarfreistin í § 5, stk. 1 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, við seinni broytingum, er ikki galdandi fyri ásetingina av árligu veitingini til eftirlønartakarar
fyri 2005."
Viðmerkingar:
Í sambandi við at inngjaldið í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin verður hækkað, eru fortreytirnar fyri ásetingini av árligu veitingini til eftirlønartakarar fyri 2005 munandi broyttar, galdandi frá 1. januar 2005. Sum § 5 í lógini er orðað, er freistin fyri at áseta hesa veiting farin tann 1. oktober 2004. Fyri at eftirlønartakarar skulu fáa fyrimun av hækkaða inngjaldinum longu í 2005, verður mælt til hesa skiftisreglu, ið úrgildissetir tíðarfreistina, galdandi fyri ásetingina av veitingini fyri 2005.
2. viðgerð 14. desember 2004. Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Finni Helmsdal, Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen til § 2 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 17. desember 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 87 frá 20.12.2004