17  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 29. oktober, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

§ 1 

Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 

  1. Í fylgiskjali 1 verður í Kap. 22 sum nýtt vørunummar sett:
  2. "2202.10.00, avgjald á 2,40 kr. pr. ltr., sodavatn"

  3. Í fylgiskjali 1 verða avgjøldini í kap. 24 á vørunumrunum:
  4. 2402.10.11-2402.10.15 á sigarum broytt til "137,50 kr.", 2402.10.50 á seruttum broytt til "123,75 kr.", 2402.20.00-2402.90.00 á sigarettum broytt til "110,00 kr.", 24.03.10.00-2403.91.00 á tubbakki broytt til "165,00 kr." og 2403.99.10-2403.99.90 á skrá og snús broytt til "110 kr. ".

  5. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
  6. "Framleiðsluvirki skulu seinast 1 mánað og 10 dagar aftaná endan á hvørjum avgjaldstíðarskeiði gera eina avgjaldsuppgerð, har nøgd og virði fyri hvørt avgjaldskyldugt vøruslag sær framgongur, og senda hana til Toll- og Skattstovu Føroya. Avgjaldstíðarskeiðini eru 4 um árið: januar, februar og mars; apríl, maj og juni; juli, august og september; og oktober, november og desember."

  7. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
  8. "Avgjaldið fyri eitt avgjaldstíðarskeið fellur til gjaldingar og skal gjaldast í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar aftaná endan á avgjaldstíðarskeiðinum."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005. 

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskoti til at hækka avgjaldið á tubbak, og at leggja avgjald á sodavatn bæði á innflutning og framleiðslu á føroyskum bryggjaríum og alla aðra staðni her í landinum, eitt nú á matstovum, kantinum, barrum og ymiskum øðrum almennum støðum, har sodavatn verður framleitt, eitt nú í sodavatnsmaskinum og á einhvønn annan hátt.

Endamálið við hesum uppskoti er at fáa til vega inntøku til landskassan.

Orsøkin til, at avgjørt er at leggja avgjaldið á júst sigarettir og sodavatn, er, at ein møgulig minkandi nýtsla av hesum vørum, og tá serliga tubbaksvørum, samanumtikið fer at betra um fólkaheilsuna. Hóast nýtslan kemur at minka nakað, so verður roknað við einari meirinntøku í landskassan upp á 35 mió. kr.

Sodavatn
Í dag er einki avgjald á sodavatni. Skotið verður upp at leggja eitt avgjald upp á 2,40 kr. á liturin av sodavatni bæði tað, sum framleitt verður, og tað, sum innflutt verður. Fyri brúkaran kemur ein ½ l. fløska av sodavatni at dýrka 1,50 kr, og 1½ l. fløska at dýrka 4,50 kr. Tað er avgjald og meirvirðisgjald.  

Tubbaksvørur
Avgjaldið á 100 stk. av sigarum hækkar úr 100 kr. upp í 137,50 kr.

Avgjaldið á 100 stk. av seruttum hækkar úr 90 kr. upp í 123,75 kr.

Avgjaldið á 100 stk. av sigarettum hækkar úr 80 kr. upp í 110 kr.

Avgjaldið á 1 kg av tubbaki hækkar úr 120 kr. upp í 165 kr.

Avgjaldið á 1 kg av snúsi og skrái hækkar úr 80 kr. upp í 110 kr.

Skotið verður eisini upp at leingja avgjaldstíðarskiðið hjá framleiðslufyritøkum frá at vera eina ferð um mánaðin til at vera eina ferð um ársfjórðingin. Á henda hátt koma framleiðsluuppgerðirnar og avrokningarnar av avgjaldinum at fylgja mvg-uppgerðunum. Eftir galdandi lóg fellur framleiðslugjaldið til gjaldingar 28. í mánaðinum eftir, at vøran er framleidd. Við hesum uppskoti fellur avgjaldið til gjaldingar, samstundis sum framleiðsluuppgerðin skal latast inn til Toll- og Skattstovu Føroya.

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum 

Mett verður, at lógaruppskotið hevur við sær fíggjarligar avleiðingar fyri landið og vinnuna.

Roknast kann við, at nýtslan fellur nakað, tá avgjøldini hækka. Tá hetta verður tikið við í metingunum, verður mett, at samlaða úrslitið fyri landskassan verður ein meirinntøka upp á 35 mió kr. Fyri framleiðaran og innflytaran av sodavatni hevur hækkingin í avgjøldunum við sær, at framleiðslan og innflutningurin kemur at minka nakað, tá prísurin pr. litur av sodavatni hækkar, og eftirspurningurin tí kann væntast at minka. Av tí at avgjaldið fyri fjórða ársfjórðing 2005 ikki skal avroknast til Toll- og Skattstovu Føroya fyrr enn 10. februar 2006, verður mett, at inntøkan verður eitt sindur lægri enn mett omanfyri.

Mett verður, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar. Hugsast kann, at eitt neyvari eftirlit má verða við innflutninginum av tubbaksvørum, tí jú hægri prísurin er her í landinum, jú størri verður freistingin til at innflyta uttan um lógligu innflutningsskipanina.

Í sambandi við at eitt framleiðslugjald verður lagt á sodavatn, verður mett, at hetta fær stórar umsitingarligar avleiðingar bæði fyri vinnuna og landið. Bryggjaríframleiðararnir eru vanir við at avrokna avgjald av øli til landskassan. Í so máta verður avrokningin av framleiðslugjaldi ikki ein nýggj uppgáva hjá teimum, men hóast tað, so kemur hon at økja um teirra umsiting.

Hetta uppskot hevur eisini við sær, at nú skulu millum 60 og 100 nýggir framleiðarar av sodavatni avrokna avgjøld til landskassan. Teir skulu fýra ferð um árið gera eina avgjaldsuppgerð, har nøgd og virði verða skrásett. Henda avgjaldsuppgerð skal sendast Toll- og Skattstovu Føroya 1. mánað og 10 dagar aftaná endan á avgjaldstíðarskeiðnum. Nú ikki bert av bryggjaríum, men eisini av teimum millum 60 og 100 matstovum, barrum, kantinum v.m., ið hava eina sodavatnsmaskinu, har sodavatn verður framleitt.

Toll- og Skattstova Føroya umsitur lógina um avgjald á framleiðslu og innflutningi. Hetta lógaruppskot kemur at geva Toll- og Skattstovu Føroya eina munandi størri umsiting, tí nú kemur eftirlitið, sum áður bert fevndi um tvey bryggjarí, eisini at fevna um millum 60 og 100 smærri framleiðarar av sodavatni. Her snýr tað seg ikki bert um at hava eftirlit við, at avgjaldið verður avroknað til tíðina, men eisini ta nógv størru uppgávuna at finna út av, um avgjaldið á øllum størri sum smærri framleiðslustøðum verður rætt uppgjørt. Hertil kemur, at verður avgjaldið ikki avroknað til tíðina, hevur Toll- og Skattstova Føroya ábyrgdina av at innkrevja avgjaldið við panting v.m.

Skal eftirlitið við teimum hækkandi tubbaks- og sodavatnsavgjøldunum og nógv fleiri framleiðarum av sodavatni vera munadygt, verður mett, at hetta kemur at bera í sær, at Toll- og Skattstovan skal nýta minst 500.000 kr. eyka til eftirlitið.  

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri Ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Nr. 1
Í fylgiskjali 1 verður í Kap. 22 sum nýtt vørunummar 2202.10.00 sett inn. Hetta tí, at í hesum lógaruppskoti, verður skotið upp, at avgjald skal vera á sodavatni við 2,40 kr. pr. ltr.

Í vørunummari 2202.10.00 er umframt sodavatn, eisini Club soda við citrus, Apollinaris við citrus, sukurfrítt sodavatn, sunkist, Pop-Top, Svali, Sunlolly ísur

Nr. 2
Í fylgiskjali 1 verða avgjøldini í Kap. 24 broytt soleiðis:

Tubbaksvørur
Avgjaldið á sigarum er í dag 100,00 kr. pr 100 stk. Avgjaldið verður nú 137,50 kr. pr. 100 stk.

Avgjaldið á seruttum er í dag 90,00 kr. pr 100 stk.. Avgjaldið verður nú 123,75 kr. pr. 100 stk.

Avgjaldið á sigarettum er í dag 80,00 kr. pr. 100 stk. Avgjaldið verður nú 110,00 kr. pr. 100 stk.

Avgjaldið á tubbaki er í dag 120,00 kr. pr. kg. Avgjaldið verður nú 165,00 kr. pr. kg.

Avgjaldið á skrá og snús er í dag á 80,00 kr. pr. kg. Avgjaldið verður nú 110,00 kr. pr. kg.

Nr. 3
Framleiðsluvirki skulu seinast 1 mánað og 10 dagar aftaná endan á hvørjum avgjaldstíðarskeiði gera eina avgjaldsuppgerð, har nøgd og virði fyri hvørt avgjaldsskyldugt vøruslag sær framgongur.

Avgjaldstíðarskeiðini eru 4 um árið: januar, februar og mars; apríl, maj og juni; juli, august og september; og oktober, november og desember.

Framleiðsluuppgerðin skal saman við avgjaldsupphæddini sendast til Toll- og Skattstovu Føroya.

Nr. 4
Avgjaldið fyri eitt avgjaldstíðarskeið fellur til gjaldingar og skal gjaldast í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar aftaná endan á avgjaldstíðarskeiðinum.

1. viðgerð 11. november 2004. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 10. desember 2004 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. oktober 2004, og eftir 1. viðgerð tann 10. november 2004 er tað beint í fíggjarnevndina

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  22. og 24. november 2004. 

 

Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm, saman við Pál Weihe, yvirlækna, og Bjartu Vilhelm, leiðara av heilsufrøðiskipanini, landsstýrismannin í fíggjarmálum, Bárð Nielsen, saman við umboðum fyri Toll og Skatt, og við umboð fyri føroysku bryggjaríini.

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum upplýsti, at tey arbeiða við einum samlaðum átaki fyri at bøta um fólkaheilsuna, og boðaði frá, at hann fór at leggja eitt uppskot hesum viðvíkjandi fyri Løgtingið í vár. Um hetta uppskot varð upplýst, at skotbráið fyri einum heildarúrsliti var ov stutt, tá tey fingu álagt at koma við uppskoti, sum kundi útvega landskassanum inntøkur, men staðfesti, at hetta uppskot ikki gekk í móti teirra heildaruppskoti, men var ein partur av tí. Tí kundu tey viðmæla uppskotinum.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum saman við umboðum fyri Toll og Skatt greiddi frá, at umsitingin av sodavatnsavgjaldinum kom í øllum førum at krevja eyka umsiting av tí, at nógvar sodavatnsautomatir eru kring alt landið og virka sum vanligu bryggjaríini. Tí var neyðugt at játta Toll og Skatt kr. 500.000 til eftirlit, og hóast hetta kundu teir ikki tryggja eina munadygga uppkrevjing av avgjaldinum.

 

Umboðini fyri bryggjaríini førdu fram, at teir hildu, avgjaldið var ov høgt.

Avgjaldið átti ikki at fevnt um sukurfrítt og vatn. Harnæst mótmæla bryggjaríini, at sodavatnið er so heilsuskaðiligt, sum tað verður gjørt til.

 

Fíggjarnevndin skjýtur tí upp, at sodavatnsavgjaldið verður útsett til 1. apríl 2005 soleiðis, at Almanna- og heilsumalaráðið og Fíggjarmálaráðíð kunnu koma við uppskoti, sum verður breiðkað, hvat heilsukosti viðvíkur, og tekur atlit til framleiðara og einfaldari umsiting. Harafturat eiga kommunurnar at hava ein virknan leiklut, tá uppskot um heilsukost í skúlunum skal leggjast til rættis.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1, verða nr. 1, 3 og 4 strikað, og nr. 2 verður hereftir nr. 1.

 

2. viðgerð 14. desember 2004. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 24-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 17. desember 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 86 frá 20.12.2004