100-17 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi skiftisupphædd hjá fyritíðarpensjónistum, javning og øðrum 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 8. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Hesir eru spurningarnir:

1.      Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at regulera skiftisupphæddina niðureftir, tí grundupphæddin verður javnað?

2.      Er tað lógartekstinum og viðmerkingunum (politiska viljanum) til lógina, sum vit skulu arbeiða sambært, ella skal tað standa øllum frítt at tulka lógir og tekstir?

3.      Hvør hevur tulkingarrætt í slíkum føri, og hvussu langt gongur hann?

4.      Heldur landsstýrismaðurin, at javning av grundupphædd merkir, at grundupphæddin er fyri vøkstri soleiðis, at hetta eigur at elva til, at aðrar upphæddir verða reguleraðar niðureftir?

5.      Merkir javning ikki dagføring?

6.      Ætlar landsstýrismaðurin at javnseta allar fyritíðarpensjónistar, og um so er, nær?

7.      Ætlar landsstýrismaðurin at halda fast um, at almannaveitingar skulu javnast við 4% árliga?

8.      Ætlar landsstýrismaðurin at hyggja at tí, at forsorgarhjálpin byggir á ójavnaða grundupphædd?

 

Viðmerkingar

Sambært gomlu pensjónslógini frá 1967 vóru trý sløg av avlamispensjónistum:

-         stakir avlamispensjónistar

-         avlamispensjónistar giftir við ikki-pensjónisti

-         avlamispensjónistar giftir við pensjónisti

Stakir avlamispensjónistar og avlamispensjónistar giftir við ikki-pensjónisti fingu somu pensjónsupphædd, meðan avlamispensjónistar giftir við pensjónisti fingu eina lægri pensjónsupphædd.

Hin 01.01.2000 kom í gildi nýggj lóg um almannapensjónir. Samstundis kom í gildi løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Hendan nýggja pensjónslógin býtti avlamispensjónistarnar upp í tveir bólkar:

-         stakir fyritíðarpensjónistar

-         giftir fyritíðarpensjónistar

Hetta hevði við sær, at allir giftir fyritíðarpensjónistar fingu somu upphædd, men ístaðin fyri at hækka upphæddina hjá fyritíðarpensjónistum giftir við pensjónisti, valdi Løgtingið at lækka upphæddina hjá fyritíðarpensjónistum giftir við ikki- pensjónistum við tí úrsliti, at allir giftir pensjónistar, ið fingu tillutað fyritíðarpensjón aftan á 01.01.2000 fingu somu upphædd.

Eftir áheitan frá tingmonnum og fleiri øðrum legði táverandi landsstýriskvinna, Helena Dam á Neystabø, broytingaruppskot fyri tingið, sum hevði til endamáls at kompensera fyri missin, sum fyritíðarpensjónistar giftir við ikki-pensjónisti høvdu verið fyri. Uppskotið gekk út upp á at veita hesum bólki eina skiftisupphædd (persónliga viðbót) svarandi til missin, tey høvdu verið fyri. Uppskotið varð samtykt.

 

Heimildin at útgjalda hesa skiftisupphædd (persónligu viðbót) er lógarfest í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum §7, stk.2, sum er soljóðandi:

Pensjónistur, sum er giftur við ikki pensjónisti, sum áðrenn 1. januar 2000 fekk eina hægri grundupphædd, varðveitir rættin til hesa upphædd, soleingi sum hjúnafelagin ikki er pensjónistur. Munurin millum ta grundupphædd, pensjónisturin hevði rætt til sambært lóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum og hesi lóg, verður útgoldin sum persónlig viðbót. Tá talan er um fyritíðarpensjónistar, verður viðbótin inntøkujavnað samsvarandi reglunum í §19 í lógini um almannapensiónir.

 

Henda lógaráseting sigur greitt, at rætturin til skiftisupphæddina verður varðveittur, so leingi hjúnafelagin ikki er pensjónistur. Í viðmerkingunum til júst siteraðu lóg um javning og áseting av almannaveitingum stendur um skiftisupphæddina:

.......pensjónistur, ið er giftur við ikki-pensjónisti, sum áðrenn 1. januar 2000 fekk ta hægru grundupphæddina, skal varðveita munin millum hægru grundupphæddina (sum er grundupphæddin til støk) og lægru grundupphæddina (sum er grundupphæddin til gift) sum eina persónliga viðbót (skiftisupphædd) Henda persónliga viðbót stendur við, inntil hjúnafelagin verður pensjónistur, ella til allir fyritíðarpensjónistar eru javnsettir, og skilnaðurin millum støk og gift er burtur. Í viðmerkingunum er ongastaðni nøkur sum helst ábending at finna um, at skiftisupphæddin skuldi regulerast niðureftir. Heldur kann lesast, at man frá politiskari síðu hevði ynski um, at innan nøkur ár skuldu giftir fyritíðarpensjónistar javnsetast við stakar, og at pensjónin hjá øllum giftum fyritíðarpensjónistum skuldi hækkast.

 

09.01.2003 skrivar landsgrannskoðarin til Almannastovuna um, at tá grundupphæddin hjá giftum fyritíðarpensjónistum verður javnað við 4% árliga frá 1. januar 2002, so eigur skiftisupphæddin at minka samsvarandi. Hesum tekur Almannastovan undir við, og úrslitið verður, at allir fyritíðarpensjónistar giftir við ikki-pensjónisti fáa sína skiftisupphædd reguleraða niðureftir við somu upphædd, sum teirra grundupphædd verður javnað uppeftir.

 

Tað eru sjálvsagt fleiri fyritíðarpensjónistar, sum eru illa við av hesum, og fleiri eru beinleiðis ósamd við bæði landsgrannskoðaranum og Almannastovuni í teirra tulkingum. Tey vísa, sum skiljandi er, á lógartekst og viðmerkingar, og har stendur ikki eitt orð um nakra regulering. Har stendur, at viðbótin skal útgjaldast, soleingi hjúnafelagin er ikki pensjónistur. Onkri av teimum, sum eru rakt av hesum ivasomu tulkingum, hava kært málið, men hevur gingið striltið við at fáa málið avgreitt. Nú bíðar Kærustovnurin so eftir, at hesin fyrispurningur er svaraður. Ikki neyðvendugvís tí Kærustovnurin ætlar at taka svarið til eftirtektar, men kanska meira tí tað tykist vera eitt sindur torført at fáa málið allýst. M.a. tykist tað vera torført at fáa lýst, hvør politiski viljin var, tá lógin varð samtykt fyri umleið fimm árum síðan. Undirritaði var tingmaður tá og limur í trivnaðarnevndini, og minnist ikki annað enn tað, sum stendur í viðmerkingunum. Nevniliga at skiftisupphæddin skuldi standa við, inntil allir fyritíðarpensjónistar blivu javntsettir. Og tað var eisini ein greið politiskt intensjón, bæði frá samgongu og andstøðu tá, at javntseta allar fyritíðarpensjónistar.

 

Annars heldur undirritaði eisini, tað er nokk so løgið, at landsgrannskoðarin og Almannastovan loyva sær at tulka ein so greiðan lógartekst, ein so greiðan tekst í viðmerkingunum. Og ein hevur hug at spyrja, hvør hevur tulkingarrætt í slíkum føri. Kunnu umsitingarligu myndugleikarnir fremja slíkt átak, uttan at tingið verður spurt. Talan er ikki bara um at regulera, talan er um at taka burtur eina kompensasjón, sum tingið hevur ásett av sínum eintingum.

 

Umframt alt tað loyvir undirritaði sær eisini at ivast stórliga í, um ein javning av grundupphæddini í veruleikanum merkir, at grundupphæddin veksur. Javning av grundupphædd sum øllum øðrum merkir væl, at hendan upphæddin verður dagførd. At hon verður brynjað móti lívsins ágangi so sum prísvøkstri o.ø. Tí heldur undirritaði, at tað er beinleiðis skeivt at regulera skiftisupphæddina niðureftir, bert tí grundupphæddin verður javnað. Og tí heldur undirritaði, at hvørki landsgrannskoðarin ella Almannastovan hava nakað at hava sínar grundgevingar í, tá tað snýr seg um at taka áðurnevndu skiftisupphæddina frá fyritíðarpensjónistunum.

 

Nakað heilt annað er, at landsstýrismaðurin eigur sum skjótast at hyggja nærri eftir tí, at almannaveitingar verða javnaðar við einum so høgum prosentsatsi sum 4%, ið liggur langt oman fyri tað, sum alt annað í samfelagnum verður javnað við. Talið var ásett í eini tíð, tá allur vøkstur var nógv størri enn ídag. Undirritaði veit væl, at spurningurin ikki er so einfaldur sum tað, og at onnur viðurskifti eisini skulu takast við, men fer allíkavælk at heita á landsstýrismannin um at hyggja nærri at teimum 4%-unum.

 

Og meðan vit eru við javning av almannaveitingum, so er kanska ikki javnstøða galdandi. Her verður sipað til, at forsorgarlógin í førum nýtir grundupphædd hjá fólkapensjónistum sum parabul fyri, hvussu nógv skal útgjaldast til uppihald. Nú hevur grundupphæddin hjá júst fólkapensjónistum ikki verið javnað í fleiri ár, vegna politiska áseting og ætlanir. Hetta ger, at upphæddin, sum forsorgarklientar fáa samsvarandi grundupphæddini hjá fólkapensjónistum, ikki verður javnað. Hetta merkir aftur, at hendan forsorgarhjálpin ikki fær kompensasjón fyri prísvøkstur o.a. Man hetta vera meiningin, ella...

Á tingfundi 10. desember 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 26. januar 2005 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

 

1.      Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at regulera skiftisupphæddina niðureftir, tí grundupphæddin verður javnað?

 

Í lóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum er ásett í § 7 stk. 2: ”Pensjónistur, sum er giftur við ikki-pensjónisti, sum áðrenn 1. januar 2000 fekk eina hægri grundupphædd, varðveitir rættin til hesa upphædd, so leingi hjúnafelagin ikki er pensjónistur. Munurin millum ta grundupphædd, pensjónisturin hevði rætt til sambært lóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum og hesa lóg, verður útgoldin sum persónlig viðbót.

 

Orsøkin til hesa skiftisreglu er, at sambært øðrum ásetingum í lóg nr. 107 frá 22. desember 1999 vildu pensjónistar, ið vóru giftir við ikki-pensjónisti, fingið minni enn eftir lóg nr. 105 frá 29. desember 1998, tí hesir fingu pensjón sum stakir eftir gomlu lógini. Pensjónistar, ið eru umfataðir av § 7 stk. 2, fingu tí eina skiftisupphædd á 10.272 kr. um árið, sum kom fram á henda hátt: 

 

Í ár 2000:

Grundupphædd til fólka- og fyritíðarpensjón støk 01.02.1999                kr. 50.028 (gamla lógin)

Grundupphædd fólka- og fyritíðarpensjón gift 01.01.2000                      kr. 39.756 (verandi lóg)

Skiftisupphædd um árið                                                                         kr. 10.272

Skiftisupphædd um mánaðin 856 kr.

 

Lógin ásetti í § 2, at grundupphæddirnar til fólka- og fyritíðarpensjón ikki skuldu verða javnaðar. Í ár 2002 varð lógin broytt soleiðis, at grundupphæddin til fyritíðarpensjón verður javnað frá 1. januar 2002.

 

Landsgrannskoðanin hevur gjørt vart við, at eftir teirra meting eigur skiftisupphæddin eisini at verða broytt samsvarandi við, at grundupphæddin til fyritíðarpensjónistar verður javnað.

 

Ár 2002:

Grundupphædd til fyritíðarpensjón støk 01.02.1999                               kr. 50.028 (gamla lógin)

Grundupphædd til fyritíðarpensjón gift 01.01.2002                                 kr. 41.352 (verandi lóg)

Skiftisupphædd um árið                                                                         kr.   8.676

Skiftisupphædd um mánaðin kr. 732

 

Ár 2003:

Grundupphædd til fyritíðarpensjón støk 01.02.1999                               kr. 50.028 (gamla lógin)

Grundupphædd til fyritíðarpensjón gift 01.01.2003                                 kr. 43.008 (verandi lóg)

Skiftisupphædd um árið                                                                         kr.   7.020

Skiftisupphædd um mánaðin kr. 585

 

Ár 2004:

Grundupphædd fyritíðarpensjón støk 01.02.1999                                  kr. 50.028 (gamla lógin)

Grundupphædd fyritíðarpensjón gift 01.01.2004                                    kr. 44.724 (verandi lóg)        

Skiftisupphædd um árið                                                                         kr.   5.304

Skiftisupphædd um mánaðin kr. 442

 

Ár 2005:

Grundupphædd fyritíðarpensjón støk 01.02.1999                                  kr. 50.028 (gamla lógin)

Grundupphædd fyritíðarpensjón gift 01.01.2005                                    kr. 46.512 (verandi lóg)        

Skiftisupphædd um árið                                                                         kr.   3.516

Skiftisupphædd um mánaðin kr. 293

 

Almannastovan hevur, hóast grundupphæddin til fyritíðarpensjón síðani 1. januar 2002 er javnað árliga við 4% sambært lógini um áseting og javning av almannaveitingum, hildið fram við at gjalda út eina skiftisupphædd áljóðandi 856 kr. um mánaðin, sum varð ásett í ár 2000.

 

Almannastovan hevur kannað viðmerkingarnar frá Landsgrannskoðanini hesum viðvíkjandi nærri og er samd við niðurstøðuni hjá Landsgrannskoðanini um, at ov nógv er útgoldið í skiftisupphædd árini 2002, 2003 og til mai 2004.

 

Almannastovan sendi primo mai 2004 brøv út til persónar, ið fáa skiftisupphædd, har boðað varð frá, at skiftisupphæddin fór at  minka frá juni 2004 og lýsti orsøkina til minkingina nærri.

 

Eg eri samdur í niðurstøðuni hjá Landsgrannskoðanini og Almannastovuni um, at skiftisupphæddin eigur at lækka. Í lógarásetingini § 7 stk. 2 stendur, at tað er munurin á grundupphæddini, sum pensjónisturin hevði rætt til sambært gomlu lógini, og grundupphæddini, hann hevur rætt til sambært nýggju lógini, sum verður útgoldin sum persónlig viðbót.  Og fyri at skiftisupphæddin skal vera í samsvari við lógina, eigur upphæddin at minka í mun til, at grundupphæddin til fyritíðarpensjón fyri gift hækkar; hetta er ein natúrlig avleiðing av, at javningin av grundupphæddini fær virknað umleið 2 ár eftir, at skiftisupphæddin varð førd inn í lógina.

 

Ætlanin við at seta inn skiftisupphæddina í lógina í ár 2000 var, at pensjónistur, giftur við ikki-pensjónisti, ikki skuldi missa nakað í mun til áðrenn, tá pensjónisturin fekk pensjón sum stakur. Skiftisreglan varð innførd at rætta skeivleikar/missin í skiftinum millum ta gomlu og nýggju almannapensjónslógina. Ein skiftisregla er ein “yvirgangsregla”, har farið verður frá einari støðu til eina aðra; í ítøkuliga førinum er talan um, at pensjónistar, giftir við ikki-pensjónisti, yvir eitt tíðarskeið hava møguleika at tillaga seg til eina nýggjari støðu, t.e. at fáa grundupphædd sum giftir pensjónistar annars.

 

Tá grundupphæddin til giftar fyritíðarpensjónistar, grundað á árligu javningina sambært lógini, kemur upp til somu upphædd, sum grundupphæddin til fyritíðarpensjónistar, sum eru giftir við ikki-pensjónisti, var, fellur skiftisupphæddin burtur. Við at javna grundupphæddina við 4% fyri 2006 verður skiftisupphæddin 138,-, og í ár 2007 verður grundupphæddin, við einum javningarsatsi á 4%, oman fyri 50.028 kr., og tískil verður ongin skiftisupphædd til útgjaldingar frá ár 2007.   

 

2.      Er tað lógartekstinum og viðmerkingunum (politiska viljanum) til lógina, sum vit skulu arbeiða sambært, ella skal tað standa øllum frítt at tulka lógir og tekstir?

 

Lóggáva kann definerast sum rættur, ásettur av lóggávuvaldinum. Og tá ein lóg verður tulkað, er tað fyrst og fremst við amboðum sum lógarteksti og lógarviðmerkingum, at roynt verður at finna fram til ætlanina ella meiningina við viðkomandi lóg.

 

Sigast kann, at tað stendur einum og hvørjum frítt at tulka eina lóg, men tulkingin hjá tí myndugleika, ið hevur gjørt lógina og umsitur økið, ið lógin regulerar, vigar tyngri, og teirra tulking og umsiting av lógini hevur við sær eina rættaravleiðing fyri borgaran. 

 

3.      Hvør hevur tulkingarrætt í slíkum føri, og hvussu langt gongur hann?

 

Spyrjarin metir, at tað er løgið, at Landsgrannskoðarin og Almannastovan loyva sær at tulka ein so greiðan lógartekst og ein so greiðan tekst í viðmerkingum.

 

Sum eisini sagt omanfyri, er tað tulkingin hjá tí myndugleika, ið hevur gjørt lógina og umsitur økið, ið lógin regulerar, sum hevur við sær eina rættaravleiðing fyri borgaran.

 

Umsiting mín og eg meta, at tað, at skiftisupphæddin verður regulerað niðureftir í mun til, at grundupphæddin til fyritíðarpensjón verður javnað við 4% árliga, er ein fyrisitingarlig gerð, ið ikki  skal leggjast fyri Løgtingið.

 

Mett verður, at tá Løgtingið samtykti, at málbólkurin ”pensjónistur giftur við ikki-pensjónisti”, sum fyri 1. januar 2000 fekk eina hægri upphædd, skuldi fáa eina skiftisupphædd, var tað við tí fyri eyga, at bólkurin ikki skuldi verða verri fyri alt fyri eitt sambært nýggju almannapensjónslógini.

 

Tá ein tulking av eini lóg, framd av myndugleikanum, ið umsitur økið, sum lógin regulerar, viðførir, at trætumál ella ósemjur stinga seg upp millum borgaran, sum verður ávirkaður av avgerðini, og myndugleikan, kann borgarin kæra avgerðina.

 

Avgerðir sambært almannapensjónslógini kunnu kærast til Kærunevndina í almannamálum, sum er ein óheftur kærustovnur.

 

Kærunevndin í almannamálum hevur sostatt ein víðari tulkingarrætt av eini lóg, enn fyrisitingarligu myndugleikarnir hava. Avgerðir, sum Kærunevndin í almannamálum tekur, eru endaligar innan fyrisitingina, men kunnu leggjast fyri Føroya Rætt.

 

Tulkingarrætturin av eini lóg gongur so langt, sum rættarskipanin loyvir tí. Endaligu avgerðina, tá ein lóg verður tulkað, hevur ovasta kæruvald í einari rættarskipan. 

 

4.      Heldur landsstýrismaðurin, at javning av grundupphædd merkir, at grundupphæddin er fyri  vøkstri soleiðis, at hetta eigur at elva til, at aðrar upphæddir verða reguleraðar niðureftir?

 

At ein grundupphædd verður javnað og er fyri vøkstri, elvir ikki uttan víðari til, at aðrar upphæddir verða reguleraðar niðureftir.

 

Sum heild verða aðrar upphæddir, ið eru tengdar at fyritíðarpensjón, ikki reguleraðar niðureftir, av tí at grundupphæddin hækkar. Í lógini um áseting og javning av almannaveitingum er ásett, at almannaveitingar, sambært almannapensjónslógini verða javnaðar á hvørjum ári við 4 %. Grundupphæddin til fólkapensjón er undantikin hesi áseting.

 

Í ítøkiliga førinum er talan um eina skiftisupphædd, sum er ásett í lógini um áseting og javning av almannaveitingum.

 

Fyri 1. januar 2000 var ein giftur pensjónistur, sambært pensjónslógini, ein pensjónistur sum var giftur við einum pensjónisti. Ein persónur, sum var giftur við einum ikki-pensjónisti, varð mettur sum stakur pensjónistur og fekk harvið eina hægri grundupphædd. Sambært nýggju almannapensjónslógini er ein giftur pensjónistur ein persónur, ið er giftur við einum pensjónisti ella við einum, sum ikki er pensjónistur.  Sambært nýggju almannapensjónslógini merkti hetta, at giftir pensjónistar fingu eina lægru grundupphædd uttan mun til, hvørjum tey vóru gift við.

 

Endamálið við skiftisupphæddini í umrøðu var sostatt at bøta fyri, at bólkurin ”pensjónistur giftur við ikki-pensjónisti”, sum fyri 1. januar 2000 var roknaður sum stakur og fekk eina hægri grundupphædd, skuldi varðveita rættin til hesa grundupphædd, og fáa munin, hann hevði rætt til sambært gomlu lógini, og nú hevur rætt til sambært nýggju lógini, útgoldnan sum persónliga viðbót. 

 

5.      Merkir javning ikki dagføring?

 

Danska orðið ”regulering” merkir javning á føroyskum. 

 

Sambært lógini verða upphæddirnar javnaðar á hvørjum ári við einum føstum prosentsatsi á 4 %. Hetta merkir, at upphæddirnar ásettar í lógini á hvørjum ári frá og við 1. januar hækka við 4 %, sum verður ásett í kunngerð. 

 

6.      Ætlar landsstýrismaðurin at javnseta allar fyritíðarpensjónistar, og um so er, nær?

 

Tað er rætt, sum spyrjarin sigur, at onkuntíð hevur verið ein politisk ætlan um at javnseta allar fyritíðarpensjónistar, soleiðis at allir móttakarar av pensjón skulu fáa pensjón uttan at atlit annars verða tikin til hjúnastøðu.

 

Tá ið nýggja lógarverkið um almannapensjónir var til viðgerðar í Løgtinginum í 1999, vóru tað eisini fleiri, sum bóru fram, at tann munurin, sum verður gjørdur á støkum og giftum fyritíðarpensjónistum, átti at verið tikin burtur. Men hesi sjónarmið vórðu tó ikki nevnd í álitinum frá meirlutanum hjá Trivnaðarnevndini. Og hóast tey prinsipielt kundu taka undir við hesum sjónarmiðum, so hildu landsstýrismaðurin og táverandi samgonga ikki, at tað var ráðiligt at fremja hetta tá.

 

Tað kom tí onki uppskot frá táverandi samgongu um hetta árini 2000 – 2002, og heldur onki frá undanfarnu samgongu árini 2002 - 2003.

 

Samanborið við teir avbera góðu fíggjarligu møguleikarnar, sum hesi árini vóru fyri at fremja – ella bara gera eina byrjan - til eina javnseting av støkum og giftum, eru fíggjarligu viðurskiftini nú so nógv broytt til tað verra, at eg dugi ikki at síggja nakrar møguleikar fyri nú at koma við eini ætlan um hesar sera kostnaðarmiklu broytingar.

 

Men eg eri kortini samdur í tí sjónarmiði, at vit eiga at seta okkum fyri at fremja hesa javnseting av støkum og giftum fyritíðarpensjónistum. Sum veiting  verður pensjón ofta mett at vera ein sosial veiting, og tá er meginreglan, at tann upphædd, ein persónur fær í veiting, er treytað av inntøkuviðurskiftum hjá einum møguligum hjúnafelaga.

 

Hinvegin er fyritíðarpensjón eitt endurgjald fyri mistan vinnuførleika hjá einum persóni, og tí eigur hjúnastøðan ikki at hava nakra ávirkan á upphæddina, sum hann ella hon fær í fyritíðarpensjón.

 

Men spurningurin um nær tað verður, veldst um fíggjarligu orkuna til tess og um politiska viljan hjá samgonguni og Løgtinginum annars.

 

Hóast spyrjarin ikki nevnir tað, kann í hesum sambandi eisini vísast á, at fleiri ferðir hava verið frammi ætlanir um at strika lægstu fyritíðarpensjón, av tí at mett verður, at hon er ov lág.

 

Sambært útrokning við støði í tølum frá november 2004 fyri desember-pensjónina 2004, hevði meirkostnaðurin verið góð 1 mill. kr. bara fyri desember 2004 - ella  uml. 12 mill. kr. árliga - at javnseta allar fyritíðarpensjónistar, soleiðis at øll fáa pensjón sum støk. Um fólkapensjónistar eisini skuldu javnsetast, hevði tað kostað uml. 4,2 mill. kr. mánaðarliga, ella uml. 50,4 mill.kr árliga aftrat.

 

Meirkostnaður mánaðarliga, við støði í koyring fyri nov. 2004-pensjónina:

 

Meirkostnaður fyri fyrtíðarpensjónistar grundupphædd um øll fáa sum støk:                     820.431

                      Harav             Lægsta:          persónar         268                 upphædd        235.735

                                            Miðal:             -                    467                 -                   420.639

                                            Hægsta:          -                    174                 -                   164.057

 

Meirkostnaður fyri viðbøturnar hjá fyritíðarpensjónistum um øll fáa sum støk:                  215.799

                      Harav             Lægsta:          persónar        268                 upphædd           59.546

                                            Miðal              -                   467                 -                      81.433

                                            Hægsta           -                   174                  -                     74.820

 

 

Tá tað snýr seg um meirkostnaðin av at flyta fyritíðarpensjónistar, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón upp til miðal, hevði tað í ár 2004 kostað 18,4 mió kr. sambært útrokningum gjørdar á Almannastovuni í august 2004, sí niðanfyri.

 

Útroknað er miðal kostnaður pr. persón í mun til roknskapin 2003, og útrokning av avleiðing, um teir verða fluttir frá lægstu  til miðal.

 

Roknskap 2003

1000 kr.

Tal av fyritíðar-pensjónistum

Miðal

kr.

Meirkostnaður tils. 

mió. kr., 2003-tøl

Umroknað til 2004-tøl (4%), mió. kr.

 

Lægsta

28.719

487

58.971

487*36,3 = 17,7

18,4

Miðal

78.004

819

95.243

-

-

Munur

-

-

36.272

-

-

 

Eg eri samdur í, at ætlanirnar eru góðar, men sum tað sæst á tølunum omanfyri, er tað sera kostnaðarmikið, og tískil meti eg tíverri ikki, at tað er fíggjarlig orka til at fremja hetta í verki, sum búskaparliga støðan er.  

 

7.      Ætlar landsstýrismaðurin at halda fast um, at almannaveitingar skulu javnast við 4%

            árliga?

 

Síðani broytingarnar í ásetingarlógini við gildi frá 1. januar 2002 verða allar veitingar eftir pensjónslógini – uttan grundupphæddin til fólkapensjónina - inntøkujavnaðar við 4% árliga. Hetta talið 4% varð ásett í eini tíð, tá stórur prísvøkstur var, og galdandi prístal ikki varð hildið at vera nóg álítandi. Mett varð, at 4% var áleið í samsvari við veruligan prísvøkstur. Meiningin var tá, at hetta fasta javningarprosentið seinni skuldi broytast til eina javning eftir prístalinum, tá eitt nýtt og álítandi prístal varð gjørt. Men hóast nýtt prístal kom 1. apríl 2001, hava undanfarnu samgongur ikki tikið stig til at skifta frá tí fasta javningarprosentinum til eina javning eftir nýggja prístalinum.

 

Eg haldi ikki, at tað er rætt bara at halda fast um, at veitingarnar eftir pensjónslógini framhaldandi skulu javnast við einum føstum javningartali á 4%. Men eg haldi hinvegin ikki, at tað ber til, bara at gera hesa einu neyðugu broyting, uttan at hava í huga ta sera víðfevndu og samanhangandi heildina, sum lógarverkið um almannapensjónir er.

 

Eg haldi at vit eiga at gera hetta í eini samlaðari endurskoðan av lógini um almannapensjónir og ásetingarlógini. Tað kundi hóskandi eisini fevnt um møguleikarnar fyri at javnseta giftar og stakar fyritíðarpensjónistar, og um møguleikarnar fyri at taka lægstu fyritíðarpensjón burtur, so vit bara høvdu miðal og hægstu eftir. Harumframt kundi hendan endurskoðan fevnt um aftur at fáa eina javning av grundupphæddini hjá fólkapensjónistum, og ivaleyst eru eisini onnur viðurskifti, sum ein tílík endurskoðan kundi betrað um.

 

Men hetta krevur eitt drúgt og víðfevnt fyrireikingararbeiði, og tað kann tí taka nøkur ár at fremja. Enn er ikki settur skjøtil á eitt tílíkt arbeiði, m.a. tí at fyrst er ætlanin at loysa málið um eina eftirlønarskipan, sum arbeitt verður við í einum arbeiðsbólki, og sum væntandi fer at taka meginpartin av hesum ári. 

 

8.      Ætlar landsstýrismaðurin at hyggja at tí, at forsorgarhjálpin byggir á ójavnaða grundupphædd?

 

Sambært forsorgarlógini § 9 stk. 2 verður sum fyribils hjálp til uppihald vanliga útgoldið í mesta lagi ein upphædd, ið svarar til fólkapensjónsgrundupphæddina við einum ískoyti fyri hvørt barnið, samsvarandi barnaviðbótini sambært almannapensjónslógini.

 

Av tí, at fólkapensjónsgrundupphæddin sambært lógini um áseting og javning av almannaveitingum ikki verður javnað árliga, førir hetta við sær, sum spyrjarin eisini staðfestir, at upphæddin samsvarandi fólkapensjónsgrundupphæddini sambært § 9 stk. 2 í forsorgarlógini heldur ikki verður javnað árliga.

 

At uppihaldshjálpin ikki verður javnað og ikki hevur verið tað seinastu árini, er sera óheppið og rættast hevði verið at javnað upphæddirnar sambært einum javningarsatsi. Hetta kundi verið gjørt, uttan at bíðast skal eftir eini endurskoðan av allari pensjónslóggávuni.

 

Arbeiðið at gera eina nýggja forsorgarlóg er farið í gongd. Í tí sambandi er ætlanin at broyta grein 9 í forsorgarlógini í komandi ári.

 

Málið avgreitt.