Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

80.  fundur

 

Ár 2007, hósdagin 12. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Edmund Joensen og Alfred Olsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Jógvan á Lakjuni, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarpakkanum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.        2. viðgerð av tingmáli nr.  83/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir
§§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov omændring af færdselsloven og pasloven”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2006: Uppskot til løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)
Málið beint í vinnunevndina
 

5.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmáli nr. 58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 13. apríl 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr.  90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne om rettens pleje”

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 105/2006: Uppskot til løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

3.        2. viðgerð av tingmáli nr.  78/2006: Uppskot til løgingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

4.        2. viðgerð av tingmáli nr.  82/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (foreldragjald)

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2006: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn

6.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Televarpinum

7.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi orsøkini til høga seingjardagatalið á sjúkrahúsunum

8.        Framløga                       

 

 

Fundur lokin kl. 16.00 

 

Hergeir Nielsen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari