Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

65. fundur

 

Ár 2007, hósdagin 8. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Johan Dahl og Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og landsstýrismennir Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:
 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunulæknaskipan
Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal til § 1, pkt. 3 fall 9-0-13. §§ 1 og 2 samtyktar 15-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2007-1
Málið beint í fíggjarnevndina
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2007–2
Málið beint í fíggjarnevndina
Tingmálini nr. 1-6/2006 og nr. 1-7/2006 verða viðgjørd undir einum
 

4.        Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-28/2006 frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligari liberalisering/einskiljing av elveitingini í Føroyum
Málið avgreitt.
 

5.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 66/2006:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v."

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 9. mars 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2005

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni.

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp
Málið verður beint í mentanarnevndina.

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2006: Uppskot til samtykar um Týðaragrunn Landsins
Málið verður beint í mentanarnevndina.

5.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.30 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður
 

/Marius Rein
skrivari