100-28 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi møguligari liberalisering/einskiljing av elveitingini í Føroyum

Orðaskifti

Ár 2006, mikudagin 31. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

 

1)      Hvørja yvirskipaða orkuvisjón hevur sitandi samgonga fyri komandi tíggju ára skeiðið?

2)      Hvørja yvirskipaða umhvørvisvísjón hevur sitandi samgonga fyri komandi tíggju ára skeiðið?

3)      Hvussu verður elveitingin skipað í Føroyum komandi árini?

4)      Um einskild, so undir hvørjum treytum kann hugsast, at el-framleiðsla verður loyvd frameftir?

5)      Hvørjar umhvørvistreytir verða settar møguligum elveitarum?

6)      Verður elveitingin einskild, og um so er, hvussu og nær kunnu verandi kommunur selja sín ognarlut í SEV?

7)      Ætlar landsstýrismaðurin at ognartaka partar av verandi SEV?

8)      Verða kervispartur og framleiðslupartur skild sundur?

9)      Hvat er bókaða virðið á SEV?

10)  Hvat er marknaðarvirðið á SEV?

11)  Hvat er ítøkiliga málið fyri varandi orkuparti um tíggju ár?

 

Viðmerkingar

Í longri tíð hevur verið arbeitt við lóggávu um elveiting. Einari tænastu, sum í dag verður veitt hvørjum borgara í landinum av millumkommunala felagsskapinum SEV.

 

Øll orkuveiting í grannalondum okkara hevur verið til grundleggjandi og oftani, kollveltandi politiska viðgerð. Spurningar um orku mótvegis umhvørvi, um einskilda ella almenna/kommunala orkuveiting hevur verið frammalaga í kjakinum. Spurningar, sum ikki gerast minni aktuellir, nú Føroyar skulu búgva seg til Kyoto sáttmálan. Føroyska samfelagið stendur vónandi framman fyri einum munagóðum kjaki um karmarnar fyri elveiting og orkuframleiðslu í komandi árum.

 

Harafturat stendur verandi elveitari, SEV, sum í dag er ogn hjá føroysku kommununum, fyri stórum avbjóðingum. Ikki minst nú fleiri kommunur gera vart við, at tær ynskja at selja sín ognarlut í SEV.

 

Fyri betur at vita, hvønn veg føroyska samfelagið flytur seg á elveitingarøkinum undir leiðslu hjá sitandi samgongu, vera hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á tingfundi 1. februar 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 8. mars 2007 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Svar ad. 1.: Hvørja yvirskipaða orkuvisjón hevur sitandi samgonga fyri komandi tíggju ára skeiðið?

 

Yvirskipaða orkuvisjónin er, at Føroyar yvir eitt longri tíðarskeið gera seg leysari av olju sum orkuveitara. Í uppskoti til orkupolitikk, sum verður lagdur fyri løgtingið til aðalorðaskiftis 13. februar 2007, er visjónin, at í 2015 skulu  20% av orkutørvinum á landi nøktast við varandi orku, og at fiskiflotin skal nýta 15% minni av orku í mun til veiðinøgdina. 

 

Svar ad. 2.: Hvørja yvirskipaða umhvørvisvisjón hevur sitandi samgonga fyri komandi tíggju ára skeiðið? 

Í orkupolitikkinum, sum er viðgjørdur í Løgtinginum, er sett sum mál m.a. at byggja út framleiðslu úr varandi orkukeldum, at gagnnýta avlopshita frá elframleiðslu og brenning av burturkasti. Annars fara at verða tikin atlit til tann til eina og hvørja tíð galdandi umhvørvispolitikk hjá landinum.  

 

Svar ad. 3.: Hvussu verður elveitingin skipað í Føroyum komandi árini? 

Arbeitt hevur verið við at gera uppskot til elveitingarlóg. Við tað at hetta arbeiði ikki enn er liðugt, er trupult at koma við nágreiniligum boði uppá, hvussu lógin verður snikkað til. Tó kann sigast, at støði verður tikið í orkupolitikkinum, hvørjir tankar eru frammi um orkuveiting í smáum og avbyrgdum samfeløgum umframt í sjónarmiðum hjá pørtunum sum virka á og varða av hesum øki.

 

Svar ad. 4.: Um einskilt, so undir hvørjum treytum kann hugsast, at elframleiðsla verður loyvd frameftir?

Elveitingarlógin - sum enn ikki er liðug sum lógaruppskot - fer at regulera elframleiðslu generelt, tað verið seg í almennum ella privatum regi.

 

Svar ad. 5.: Hvørjar umhvørvistreytir verða settar møguligum elveitarum? 

Í mun til verandi støðu er ein ætlan við uppskotinum til elveitingarlóg, at landsstýrismaðurin skal hava heimild at seta sum krav, at umhvørvisárinskanningar verða gjørdar. Áðrenn loyvi verða latin til nýggj verk, skal landsstýrismaðurin góðkenna úrslitið av kanningunum. 

 

Svar ad. 6.: Verður elveitingin einskild, og um so er, hvussu og nær kunnu verandi kommunur selja sín ognarlut í SEV?

Tað er upp til kommunurnar, sum eigarar av SEV, hvørt tær velja at selja SEV ella partar av virkseminum, og nær tað í so fall fer fram.

 

Svar ad. 7.: Ætlar landsstýrismaðurin at ognartaka partar av verandi SEV? 

Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at ognartaka SEV ella partar av tí.

 

Svar ad. 8.: Verða kervispartur og framleiðslupartur skild sundur? 

Hugsanin er, at serstakur roknskapur verður fyri flutningsvirksemi (netvirksemi) fyri seg og framleiðsluvikrsemi fyri seg. Hinvegin er ikki ætlanin at forða eigarunum at leggja hesi virksemini í hvør sítt felag.

 

Svar ad. 9.: Hvat er bókaða virði á SEV? 

Sambært ársroknskapinum hjá SEV fyri 2005 er eginognin kr.  328.871.658.

 

Svar ad. 10.: Hvat er marknaðarvirðið á SEV? 

Marknaðarvirðið á SEV er landsstýrismanninum ikki kunnugt. 

 

Svar ad. 11.: Hvat er ítøkiliga málið fyri varandi orkuparti um tíggju ár? 

Sí svarið til spurning 1.

 

Málið avgreitt.