54-1 Grannskoðan av almennum roknskapum
Uppskot til  samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2005

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 31. januar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot
til
samtyktar

Fylgiskjal 1: Ársfrágreiðing frá Landsgrannskoðanini um landsroknskaåin 2005
Fylgiskjal 2: Frágreiðing frá Landsgrannskoðanini um frávik mullum játtan og nýtslu
Fylgiskjal 3: Frágreiðingar frá privatum frannkoðarum viðv. landskroknskapinum 2005
Fylgiskjal 4: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2005

1. viðgerð 15. februar 2007. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 6. mars 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt málið fram tann 31. januar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 15. februar 2007er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 21. februar og 1.og 2. mars 2007.

 

Løgtingsgrannskoðararnir vísa í uppskotinum á, at tað framvegis eru nógvir stovnar/grunnar, ið brúka egna búskaparskipan og framvegis hendir, at stovnar frá teirra aðalráði fáa loyvi til at stovnseta egnar búskaparskipanir uttan góðkenning frá gjaldstovuni. Hetta er í stríð við roknskaparkunngerðina. Fíggjarnevndin heldur eins og løgtingsgrannskoðararnir, at hetta er átaluvert.

 

Tað er skylda hjá hvørjum landsstýrismanni at síggja til, at stovnar/grunnar, ið eru undirlagdir honum, nýta Búskaparskipan Landsins. Í hesum sambandi skal fíggjarnevndin vísa á § 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini um, at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

 

Fíggjarnevndin heldur eisini, at arbeiðið við at samskipa roknskapir millum land og kommunur gongur alt ov seint. Tað er umráðandi, at hesi viðurskifti verða avgreidd.

 

Fíggjarnevndin heldur, at løgmaður átti at lagt alt búskaparøkið til ein og sama landsstýrismann, soleiðis at tað ber til at samskipa hetta økið betur og harvið fáa eitt betri innlit í búskapargongdina fyri alt tað almenna.

 

At flestu stovnar í landinum ikki lúka ásettu KT trygdarkrøvini, heldur fíggjarnevndin vera sera álvarsligt. Fíggjarnevndin heldur, at hvør landsstýrismaður sær má tryggja, at stovnarnir lúka tey ásettu krøvini.

 

Fíggjarnevndin skal gera vart við, at tað tykist sum, at tað framvegis eru mál, sum løgtingsgrannskoðararnir ár aftaná ár vísa á, uttan at hesi viðurskifti verða loyst. Eitt av teimum er arbeiðið við at bøta um studningslóggávu og studningsumsiting. Í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini í mars 2005 varð mælt til, at Løgmansskrivstovan átók sær ein virknan samskipandi leiklut í arbeiðnum at bøta um verandi studningslóggávu.

 

Løgmaður hevur í september 2006 greitt grannskoðanini frá, at løgmaður ikki ætlar at gera meira í málinum, tí at formansskapur Løgtingsins legði fyri Løgtingið lóg um játtanarlóg. Fíggjarnevndin heldur ikki tað bera til, at frásiga sær ábyrgdina av, at nøktandi studningslóggáva og studningsumsiting verða gjørdar, við at vísa til eitt uppskot, sum er dottið burtur.

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd fíggjarnevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

 2. viðgerð 9. mars 2007. Uppskot til samtyktar samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.