1-6 Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2007-1

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 23. februar, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri februar 2007-1

 

 

 

                                   § 7.  Útbúgving og gransking

 

                                                             A. Yvirlit

 

  Játtanar yvirlit

  Tús. kr.                                                            Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

  Útreiðsluætlan                                                         3.500                          3.500                         -

  Løguætlan                                                                     -                                -                          -

  Útbúgving og gransking                                                                          3.500                          -

     7.23.2.  Fólkaskúlin                                                                                3.500                          -

 

 

 

                                                           B. Játtanir

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

    7.23.2.  Fólkaskúlin v.m.

       23.2.01.  Fólkaskúlin (Rakstrarj.)                                                       J:         237.651                  -  

                                                                                                      EYJ:        3.500                  -  

 

 

Viðmerkingar: 

Vísandi til úrslitið av PISA-undankanningini og ásannandi, at føroyski fólkaskúlin hevur eitt munandi lægri undirvísingartímatal til byrjanarundirvísingina í 1., 2. og 3. flokki enn hini grannalondini, mæla vit til at veita eina eykajáttan til fólkaskúlan upp á 3,5 mió.kr.

 

Mælt verður til, at peningurin verður nýttur til at økja tímtalið hjá ávikavist 1., 2. og 3.  flokki við 4 tímum um vikuna pr. flokk frá 1. august 2007, altso ein samlað øking til byrjanarundirvísingina upp á 12 tímar um vikuna, tó soleiðis, at álagt verður landsstýrismanninum at syrgja fyri, at allir 1., 2. og 3. flokkar í landinum við øktari játtan eiga at fáa sama undirvísingartímatal til byrjanarundirvísing.

 

Síðani eigur tímatalið til byrjanarundirvísing aftur at økjast frá 1. august 2008 við ávikavist 3, 4 og 2 tímum til fyrsta, annan og triðja flokk soleiðis, at samlaða tímatalið til byrjanarundirvísing eftir tveimum árum verður smb. tilmælinum frá PISA- arbeiðsbólkinum, og kemur tá upp á eitt samlað vikutímatal hjá 1. flokki upp á 25 tímar, 2. flokki upp á 28 tímar og 3. flokki upp á 30 tímar um vikuna.

 

Sambært upplýsingum frá Mentamálaráðnum kostar ein vikutími í fólkaskúlanum á leið 700 t. kr. eyka um árið, og tá økta undirvísingartímatalið á 12 tímar um vikuna ætlast at koma í gildi frá 1. august, er fíggjartørvurin fyri fíggjarárið 2007 mettur at vera 700 t. kr. * 12 /12 *5 = 3,5 mió. kr.

 

Niðurstøðan er, at um vit skulu gera okkum vónir um at lyfta støðið í føroyska fólkaskúlanum, er neyðugt at seta tiltøk í verk nú, og ítøkiligt mæla vit til, at styrkt verður um innskúlingina hjá næmingunum, har serligur dentur verður lagdur á føroyskt mál og mentan, lesi- og skriviførleika og at styrkja um náttúruvísindalærugreinirnar, men ásanna eisini, at hetta einsamalt ikki røkkur málinum um heimsins besta skúla, og eru til reiðar eisini at vera við at bøta um á øðrum økjum.

 

Sí uppskot um eykajáttan til skúlabókagerð. 

1. viðgerð 8. mars 2007. Tingmálini nr. 1-6 og 1-7/2006 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 23. februar 2007, og eftir 1. viðgerð 8. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 19.  apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við  landsstýrismannin í fíggjarmálum og landsstýrismannin í mentamálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen  og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at landsstýrið hevur lagt eykajáttanarløgtingslóg fyri tingið, har m.a. er ein umbøn um eykajáttan til fólkaskúlan.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) vísir á, at í mun til uppskotið hjá landsstýrinum, so gevur hetta uppskot øllum 1., 2. og 3. flokkum sama tímatal.

Eisini vísir minnilutin á, at  uppskotið hjá landsstýrinum í stóran mun er pengar til umsiting, meðan við verandi uppskotið verður øll játtanin at nýta til undirvísing til børnini.

 

Við hesum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskotið fall 9-0-14. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.