1-7 Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2007-2

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 23. februar, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri februar 2007-2  

 

                                   § 7.  Útbúgving og gransking

 

                                                             A. Yvirlit

 

  Játtanar yvirlit

  Tús. kr.                                                            Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

  Útreiðsluætlan                                                         2.000                          2.000                         -

  Løguætlan                                                                     -                                -                          -

  Útbúgving og gransking                                                                          2.000                          -

     7.23.1.  Ymsar útreiðslur                                                                                       2.000                          -

 

 

                                                           B. Játtanir

 

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

    7.23.1.  Ymsar útreiðslur

       23.1.16.  Skúlabókagrunnurin (Rakstrarj.)                                           J:            5.568                  -   

                                                                                                      EYJ:        2.000                  -  

 

 

Viðmerkingar:

Við fyriliggjandi uppskoti verður skotið upp at økja játtanina til Skúlabókagrunnin til skúlabókagerð við 2 mió. kr. fyri fíggjarárið 2007 og so at leggja 2 mió. kr. afturat játtanini fyri 2008 og 2009, soleiðis at Skúlabókagrunnurin tá hevur eina samlaða játtan upp á 11,5 mió. kr.

 

Sum ein liður í at styrkja føroyskt mál og mentan, styrkja fakliga førleikan og menna føroyska fólkaskúlan til heimsins besta innan 2015, er ein týðandi partur av hesum arbeiði at nýta meiri orku upp á at framleiða og geva út undirvísingartilfar til fólkaskúlan. Ferð má setast á hetta týdningarmikla arbeiðið beinanvegin, og ítøkilig stig takast at styrkja um útgávuvirksemi grunsins.

 

Sambært einum yvirliti, sum er gjørt av Føroya Skúlabókagrunni, so vantar hóskandi nútímans undirvísingartilfar í so at siga øllum lærugreinum, bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum.

 

Til er nógv tilfar, sum, um tað varð skipað, kundi verðið nýtt sum undirvísingartilfar, men fíggjarlig orka er ikki til at gera hetta. Einasta gongda leið er ein styrktur bókaútgávupolitikkur.

 

Á heimasíðu grunsins stendur soleiðis greitt frá:

 

Avgerandi munurin á Skúlabókagrunninum og privatum forløgum, sum útgeva undirvísingarmiðlar, er, at Skúlabókagrunnurin sum alment skúlabókaforlag hevur ábyrgdir og skyldur at røkja í skúlaverkinum, sum hini forløgini ikki hava. Tey forløgini hava einans skyldur mótvegis eigarunum. Hesi viðurskifti gera, at tað ber ikki til beinleiðis at samanbera virksemið hjá Føroya Skúlabókagrunni við teirra. Skúlabókagrunnurin kann ikki bara leggja útgávurnar til rættis eftir handilsligum prinsippum. Eisini bøkur, sum ikki bera seg fíggjarliga, mugu gevast út, skulu lesiætlanarkrøv og onnur krøv til skúlaverkið lúkast. Føroyski skúlabókamarknaðurin er so lítil og umstøðurnar annars so øðrvísi, at ein samanbering við grannalond skjótt gerst órímilig.

Bara í heilt fáum førum ber til at týða eina skúlabók beinleiðis, tí hon er sum oftast so merkt av samfelagsviðurskiftunum í landinum, har sum hon er skrivað. Tí er næstan altíð neyðugt við nógvum tillagingum til føroysk viðurskifti. Hetta ger, at flestu útgávurnar hjá Skúlabókagrunninum eru upprunaligar, skrivaðar av føroyingum.

Tað gerst alt meira greitt, at føroyingar noyðast at gera sínar egnu undirvísingarmiðlar. Tað útlendska tilfarið — eins og undirvísingarmiðlar og fakbøkur í øðrum londum — byggir á teirra heimliga støði og samleika. Útlendskt tilfar verður tí minni og minni nýtiligt í føroyska skúlaverkinum.
Tað er grunsins greiða fatan, at lærarar og næmingar í føroyska skúlaverkinum vilja hava føroyskar skúlabøkur heldur enn útlendskar bøkur og heldur enn fjølritað tilfar og fyribils tilfar.

 

Ein almennur mentanarpolitikkur kundi staðfest, at verandi skipan er í høvuðsheitum góð, at ein rímilig javnvág er millum teir partar, sum natúrliga eiga at hava ávirkan á útgávurnar og á innihaldið í útgávunum, myndugleikarnar og lærararnar.

Skal Skúlabókagrunnurin gera sær vónir um — í rímiligari framtíð — at nøkta tørvin á føroyskum undirvísingarmiðlum til allar lærugreinir og undirvísingarevni í skúlaverkinum, átti hann at fingið umleið 2 mió. kr. afturat á fíggjarlógini, kunna sett eini tvey útgávufólk afturat og kunna fíggjað tað tá vaksandi talið av útgávum.

 

1. viðgerð 8. mars 2007. Tingmálini nr. 1-6 og 1-7/2006 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 23. februar 2007, og eftir 1. viðgerð 8. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 19. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við  landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen  og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at landsstýrið hevur lagt eykajáttanarløgtingslóg fyri tingið, har m.a. er ein umbøn um eykajáttan til skúlabókagrunnin.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskotið fall 8-0-15. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.