Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

 

42. fundur

 

Ár 2006, mánadagin 18. desember, kl. 13.40, varð tingfundur settur.

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 52/2006: Misálit á Bjørn Kalsø, landsstýrismann
 

2.        Viðgerð av tingmáli nr. 52/2006: Misálit á Bjørn Kalsø, landsstýrismann
Uppskot til misálit fall 1-9-19.
Málið avgreitt.
 

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2006: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2006
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-1.
Málið avgreitt.

 

4.        3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2006: Uppskot til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-7.
Málið avgreitt.
 

5.        3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2006: Uppskot til løgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.

 

6.        3. viðgerð av tingmáli nr. 45/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði  
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-7.
Málið avgreitt.
 

7.        Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-15/2006 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skyldum Føroya í altjóða sáttmálum, ið eru settir í gildi fyri Føroyar umvegis Danmark
Málið avgreitt.
 

8.        Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-16/2006 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattatrýsti, almennu skattainntøkuni og býti millum inntøkubólkar av skattabyrðuni
Málið avgreitt.
 

9.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 50/2006:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (barnastuðul), og nr. 51/2006: Uppskot til løgtingslóg barnastuðul

 

Tikið av dagsskrá: 

3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur, og svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 19. desember, 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-14/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, víðvíkjandi lesi- og skriviveikum (orðblindum)

2.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar

3.        Svar upp á fyrispurning nr.  100-18/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ónøgdini viðvíkjandi miðfyrisitingini

4.        Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.00

 

             Edmund Joensen

Løgtingsformaður

                                                  /Marius Rein
skrivari