52 Misálit á Bjørn Kalsø, landsstýrismann

A. Upprunauppskot
B. Orðaskifti
C. Atkvøðugreiðsla

Ár 2006, 18. desember, legði Kári P. Højgaard,, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan fram soljóðandi

Uppskot 

um 

misálitisváttan 

 

Vísandi til grein 30 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til grein 47 í Tingskipan Løgtingsins samtykkir Løgtingið, at Løgtingið ikki longur hevur álit á Bjørn Kalsø, landsstýrismanni.

 

Viðmerkingar: 

Sambært grein 47 í Tingskipan Løgtingsins kann uppskot um misálit á løgmann ella landsstýrismann sambært Stýrisskipanarlógini grein 29, stk. 2 og grein 30 verða lagt fram skrivliga á løgtingsfundi. Hetta verður við hesum gjørt í sambandi við Bjørn Kalsø, landsstýrismann, við teimum grundgevingum, sum verða givnar niðanfyri:

 

Tann 24. november 2006 undirskrivaði eg vegna landsstýrismálanevndina brøv til Jóannes Eidesgaard, løgmann, Bjørn Kalsø landsstýrismann og til allar løgtingslimirnar.

 

Saman við einmæltu endaliga niðurstøðuni hjá landsstýrismaáanevndini í málinum um keyp og sølu av fiskiførum var trúnaðarstemplaða uppritið hjá nevndarskrivaranum, dagfest 27. oktober 2006, og hoyringssvari frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, dagfest 20. november 2006, viðløgd.

 

Landsstýrismaálanevndin vísir á, at ásetingin í § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur til endamáls at tryggja, at tað veruliga og ikki bert formliga eru føroysk áhugamál, sum standa aftan fyri íløgur í fiskifør.

 

Orðingin í § 7, stk 3, nr. 2 um avgerðarrætt er tó neyvan nóg greitt orðað, til einsamøll at byrgja upp fyri hesum. Fyri at tryggja, at tað veruliga eru føroysk áhugamál, sum standa aftan fyri íløgur í fiskifør, hevur landsstýrismaðurin við § 7, stk. 6 í lógini, fingið heimild til at seta treytir um íløguførleika hjá teimum einstøku eigarunum aftan fyri ætlanirnar, og soleiðis “áseta treytir viðvíkjandi eginpeningi, parta- og ábyrgdarpeningi, herundir støddina av hesum í mun til íløguna, og íløguførleikan hjá eigara av fiskifari”.

 

Hóast øll eru vitandi um, at íløgupeningur í føroysk fiskiskip í alt størri mun eru fingin til vega við útlendskum lánspeningi, er kunngerðin tó ongantíð gjørd.

Felagið, ið landsstýrismálanevndin hevur eftirkannað, hevur fingið so at siga allan sín íløgupening til fiskifarið til vega við útlendskum lánspeningi, umframt at eigararnir og leiðslan í felagnum hava bundið seg til at søkja góðkenning frá útlendskum lánsveitara, áðrenn avgerðir verða tiknar í øllum týðandi viðurskiftum.

 

Landsstýrismálanevndin metir tí, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skúgvað til viks sína skyldu sambært lógini um vinnuligan fiskiskap § 7, stk. 6 at áseta treytir, ið kunnu tryggja, at endamálið við lógini verður nátt.

 

Harumframt metir nevndin, at eftirkanningin hjá Fiskimálaráðnum av eigara- og avgerðarrættindum í sambandi við, at skip skifta eigara, ikki er egnað at veita trygd fyri, at reglurnar í § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap eru hildnar.

 

Landsstýrismálanevndin metir m.a. ikki, at hendan eftirkanningin kann gerast, uttan at Fiskimálaráðið útvegar sær roknskaparupplýsingar frá viðkomandi feløgum.

 

Viðmerkingarnar hjá Bjørn Kalsø eru at

Niðurstøða nevndarinnar byggir tískil eftir Fiskimálaráðsins fatan á ov veikt grundarlag uttan ítøkiliga tilvísing til vantandi lógarheimild, men á eina endamálsorðing í viðmerkingunum. Fiskimálaráðið er framhaldandi av teirri fatan, at ráðið hevur hildið seg innan fyri teir karmar, sum lóggávan setir, og at virksemið er útint á lógligan hátt.

 

Málið hevur tó víst á veikleikar og ógreiðar orðingar í lógini, og landsstýrismaðurin fer tí at taka málið upp í næstum við tí fyri eyga at bøta um hesi viðurskifti. Hetta broytir tó ikki um niðurstøðu okkara um, at avgreiðslan av ítøkiliga málinum hevur verið innan fyri karmarnar á galdandi lóggávu.

 

Ein grein stendur í einum av blaðmiðlunum um vikuskifti undir yvirskriftini: Útlendsk áhugamál í nógvum skipum

Eru upplýsingarnar, ið koma fram í greinini, rættar, um at eigaraviðurskiftini eru soleiðis samansett, er trupult at fáa eyga á føroyska eigara og avgerðarættin.

 

Løgmaður hevur boðað frá, at hann eftir at hava ráðført seg við umsitingina í Tinganesi, ikki ger nakað í málinum. Somuleiðis ger løgmaður greitt, at landstýrismálanevndin kann seta ein kanningarstjóra, ella reisa eitt misálit móti Bjørn Kalsø, landsstýrismanni.

 

Landsstýrismálanevndin hevur endaliga avgreitt málið og fer sostatt ikki at gera meira sum nevnd.

 

Tí verður skotið upp, at Løgtingið samtykkir misálit á Bjørn Kalsø, landsstýrismann.

 

Tann 18. desember 2006 var orðaskifti í málinum. Við atkvøðugreiðslu fall málið við 1-9-19 atkvøðum. Málið avgreitt