100-14 Fyrispurningur til Jógvan į Lakjuni, landsstżrismann, višvķkjandi  lesi- og skriviveikum (oršblindum)

Oršaskifti

Įr 2006, mikudagin 22. november, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Kįra P. Hųjgaard, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvat veršur gjųrt frį almennari sķšu fyri so tķšliga sum gjųrligt at fįa stašfest, um bųrn eru lesi- og skriviveik?

 

  1. Er landsstżrismanninum kunnugt, hvussu stórur bólkurin av fųroyingum er, iš kann koma undir heiti lesi- og skriviveik?

 

  1. Hvussu mangir lęrarar her į landi hava nomiš sęr neyšugan fųrleika og kunnleika  til at kunna veita serkųna hjįlp?

 

  1. Nógv hevur veriš tosaš um at broyta lęraraśtbśgvingina. Hvussu gongur viš hesi ętlan?

 

  1. Hvųrjar ķtųkiligar ętlanir hevur landsstżrismašurin til tess um at bųta um mųguleikan hjį nevnda bólki fyri at fįa neyšugu hjįlpina?

 

  1. Hvar kunnu foreldur at lesi- og skriviveikum venda sęr fyri at fįa hjįlp og vegleišing?

 

  1. Heldur landsstżrismašurin, at taš er rķmiligt, at foreldur at bųrnum, iš bera taš brek at vera lesi- og skriviveik, skulu bera allan kostnašin, tį tey verša noydd at leita uttanlands fyri at fįa neyšugu hjįpina, iš ikki kann fįast her į landi?

 

  1. Tekur landstżrismašurin undir viš tankanum um ein eftirskśla/hįskśla fyri oršblindar nęmingar ķ Fųroyum?

 

Višmerkingar

Pisa-kanningin stašfesti, at stórir trupulleikar eru ķ fųroyska fólkaskślanum. Teir nęmingar, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar, kunnu sjįlvsagt ikki svara ųllum spurningunum, iš tey ikki megna at lesa og skilja, og śrslitiš veršur hareftir. Teksturin mį oršast greišari og uppsetingin mį vera einfųld.

 

Allir tilkomnir fųroyingar kenna frį skślatķšini onkrar skślafelagar, iš hųvdu sera trupult viš at lesa og skriva. Ofta vóršu hesi speirikin og happaši og hildin ųšrvķsi enn vit onnur. Nś finst so vitan um hendan trupulleika, og taš er próvfast, at skjótari tųrvurin fyri hjįlp veršur stašfestur og serkųn hjįp veitt, tess betri veršur śrslitiš. Ja taš veršur sagt, at um tųrvurin varš stašfestur į barnagaršsstųši, kundu millum 80 og 90% veršiš hjįlpt.

 

Į heimasķšuni hjį norska blašnum Aftenposten sigur Kjartan Hųvik, at oman fyri 400 tśsund vaksin ķ Noregi millum 16 og 65 įr hava stórar skrivi- og lesitrupulleikar į arbeišsplįssinum. Hetta er teimum til so stóran ampa, at tey ikki į nųktandi hįtt kunnu luttaka ķ arbeišs- og samfelagslķvinum. Tališ ķ Fųroyum er allarhelst lutfalsliga lķka hųgt.

 

Ungdómar eldri enn 17 ½ įr kunnu sleppa į ymiskar oršblindahįskślar ķ Danmark. Brande hįskśli kostar  t.d. umleiš 1.500 kr/ um vikuna viš fullum uppihaldi. Į hesum skśla ganga eisini nęmingar śr Grųnlandi, og grųnlendska heimastżriš rindar śtreišslurnar hjį nęmingunum fyri feršing og uppihald.

 

Fleiri fųroysk foreldur velja at senda bųrn sķni į Ordblindeinstituttet ķ Ballerup fyri at fįa hjįlp.  Hesin serskśli veitir ķskoytis undirvķsing ķ donskum fyri 13 til 18 įrs nęmingum viš tungum lesi- og skrivitrupulleikum  – oršblindum.  Luttųkugjaldiš er 12.500 krónur fyri hįlvįriš, harafturat koma feršaśtreišslur umframt uppihald, og allan hendan kostnašin mugu foreldrini gjalda sjįlvi. Uttan iva eru nógv foreldur so hart fyrispent fķggjarliga, at tey ikki seta seg fųran fyri at gjalda hesa stóru eykaśtreišslu. Sostatt verša taš fleiri lesi- og skriviveik bųrn, iš ikki fįa mųguleikan at nema sęr neyšugu kunningina og hjįlpina.

 

Hóast ein nęmingur er vęl fyri handaliga, er taš sera mųtimikiš at fįa ta bókligu śtbśgvingina, tį man er oršblindur. Tķ mį taš sigast at vera ein sjįlvsagdur mannaręttur, at hesi bųrn verša ment.  Samfelagiš hevur įbyrgdina av at taka hond um hesi oršlindu bųrnini og veita teimum neyšugu tilbošini, so tey kunnu fįa neyšugu vitanina og fųrleikan at mųta avbjóšingunum, iš teimum seinni veršur fyri į lķvsleišini.

 

Į tingfundi 24. november 2006 varš uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 19. desember 2006 svaraši Jógvan į Lakjuni, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar

 

Ad. 1.: Eygleišingar verša gjųrdar av bųrnum undir skślaaldri. M.a. gera heilsusystrar eina kanning av ųllum 1 įra gomlum (BOEL-kanningin) og av 4 įra gomlum bųrnum. Sernįmsdepilin ger somuleišis eygleišingar og kanningar av smįbųrnum, iš ikki mennast, sum tey skulu, og nakrir dagstovnar gera av sķnum eintingum ymsar screeningar, serliga višv. rųrslu-, talu- og samskiftismenningini.  

 

Mentamįlarįšiš/Sernįmsdepilin er ķ holt viš at menna eygleišingartilfar, nevnt “TRAS”.  Hetta er tilfar, iš veršur nżtt ķ flestu Noršanlondum, og er sera vęl egnaš til at fįa yvirlit yvir menningina hjį ųllum bųrnum frį 2 įra-aldri. Ętlanin er, at tilfariš skal brśkast tvęr feršir į hvųrjum aldursstigi: 2-3 įr, 3-4 įr, 4-5 įr, 5-6 įr. Pedagogarnir skulu nżta tilfariš ķ dagstovnunum ķ sambandi viš arbeišiš viš at menna bųrnini og viš at eygleiša tey viš atliti at almennari menning, samspęli viš onnur bųrn og mįli/talu, sum er ein fyritreyt fyri lesing. 

 

Sambęrt § 4, stk. 3 ķ lųgtingslóg um fólkaskślan veršur veitt skślum sernįmsfrųšilig rįšgeving. Sernįmsfrųšiliga rįšgevingin kring landiš veršur framd av serrįšgevum hjį Sernįmsdeplinum/NSR-tęnastuni ķ Eysturoy, og hevur hon m.a. til endamįls at fįa stašfest, um bųrn eru lesi- og skriviveik, og at rįšgeva skślunum, hvųrji tiltųk skulu setast ķ verk, um so er, at trupulleikar eru stašfestir.

 

Į hvųrjum įri verša tķmar jįttašir smb. frķtķšarundirvķsing til vaksin til fólk, sum hava lesi-skrivitrupulleikar.

 

Foreldrini ella tey nęrmastu eiga at verša  kunnaš um, hvussu tżdningarmikiš taš er,  at nógv veršur lisiš og tosaš viš nęmingin. Hetta eigur at verša gjųrt  heilt frį tķ, at bųrnini  eru smį. Foreldrini eiga at venja bųrnini at nżta bókasųvnini viš at fara viš teimum, bęši til tey tiltųk, sum bókasųvnini skipa fyri, og fyri at lęna ymsar bųkur, bęši til upplestur og til at tosa um.

 

Ad. 2.: Vit hava varhuga av, at bólkurin av lesi-skriviveikum er stórur, men vit hava ikki nįgreinilig hagtųl į hesum ųki. 

 

Ad. 3.: Mentamįlarįšiš/Landsskślafyrisitingin hevur ķ tveimum tķšarskeišum, ķ 1984 -1986 og ķ 1995 – 2000, skipaš fyri śtbśgving av serlęrarum, sum m.a. kunnu taka sęr av lesi-/skriviveikum. Harumframt hava fleiri lęrarar fingiš vķšari śtbśgving į Danmarks Lęrerhųjskole/ DPU innan lesing, umframt at nakrir eru ķ holt viš slķka śtbśgving ķ lųtuni.

 

Mentamįlarįšiš/Landsskślafyrisitingin hevur eisini ķ fleiri fųrum skipaš fyri styttri skeišum ķ undirvķsing av lesi-/skriviveikum.

 

Ad. 4.: Įlit um broytta lęraraśtbśgving er latiš landsstżrismanninum, og eftir įrsskiftiš  veršur ferš sett į arbeišiš at gera nżtt lógar- og regluverk um lęraraśtbśgving. Ein partur, sum hevur veriš nógv umrųddur ķ hesum sambandi, er undirvķsingin ķ móšurmįlinum og herķmillum serliga byrjanarundirvķsingin. Umframt at hękka stųšiš ķ lęraraśtbśgvingini, so veršur eisini lagt upp til, at Lęraraskślin kann bjóša lęrarum eftir- og vķšariśtbśgving į hųgum fakligum stigi.

 

Ad. 5.: Mentamįlarįšiš hevur seinastu 2 įrini arbeitt mišvķst viš at umskipaš sernįmsfrųšiligu tęnastuna.

 

Kring landiš verša rįšgevandi/samskipandi tęnastueindir skipašar. Hesar verša ķ egnašum hųlum, sum dagliga eru opin fyri foreldrum, skślum, stovnum og myndugleikum. Kommunurnar eru viš ķ tiltakinum. Ķ tęnastueindunum verša samskipari, sįlarfrųšingur og ser-/talilęrarar  o.o., sum skulu rįšgeva og samskipa tiltųk til bųrn viš breki ella sernįmsfrųšiligum trupulleikum,  herķmillum bųrnum viš lesi- og skrivitrupulleikum.

 

Fyrsta tęnastueindin er sett į stovn ķ Eysturoynni, og bišiš er um jįttan į uppskotinum til  fķggjarlóg  ķ 2007 til at stovna tvęr aftrat,  eina ķ Tórshavn og eina ķ Sušuroy.

 

Umframt hetta er sum nevnt ętlanin at fįa śtbśgving og eftirśtbśgving av serlęrarum į hesum ųkinum viš ķ ta nżggju lęraraśrbśgvingina.

 

Ad. 6.: Sjįlvandi eiga skślarnir at vera teir, sum fyrst og fremst veita hjįlp og vegleišing til foreldur, sum eiga bųrn viš lesi- og skrivitrupulleikum. Men Sernįmsdepilin og NSR-tęnasturnar, iš verša skipašar kring landiš, eiga at vera serfrųšin, sum veitir hjįlp og vegleišing, bęši til foreldur, skślar, stovnar og onnur.

 

Ad. 7.: Nei, hetta er avgjųrt ikki rķmiligt! – Vit eiga at gera alt fyri, at lesi- og skriviveik fįa neyšuga hjįlp her į landi, og sum nevnt, arbeišir Mentamįlarįšiš eisini stųšugt viš at betra um hesi višurskifti. Men er taš soleišis, at foreldur eru noydd at fara uttanlands fyri at fįa ta rųttu hjįlpina, tķ  vit ikki megna at geva hana her, so haldi eg, at  taš almenna hevur skyldu til at veita stušul ķ hesum sambandi.

 

Ad. 8.: Hugsanin um at seta į stovn ein eftirskśla fyri oršblindar nęmingar hevur ikki veriš višgjųrdur ķ Mentamįlarįšnum. Ķ fyrsta lagi veršur roynt at betra um tęr skipanir, sum vit hava til tess at hjįlpa lesi- og skriviveikum, umframt at taš veršur arbeitt mišvķst viš at umskipa og vķška sernįmsfrųšiligu tęnastuna kring landiš. Ein partur av hesum arbeiši veršur m.a. at samskipa tiltųk fyri lesi- og skriviveikar nęmingar ķ teimum einstųku ųkjunum kring landiš.

 

Mįliš avgreitt.