50 Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ ymsum skattalógum (Barnastušul)

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Tikiš aftur

Įr 2006, 18. desember, legši Bįršur Nielsen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

Uppskot 

til 

lųgtingslóg um broyting ķ ymsum skattalógum (barnastušul)

 

§ 1

 

Ķ lųgtingslóg nr. 87 frį 1. september 1983 um įseting av skatti (įsetingarlógin), sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 142 frį 15. desember 2005, veršur § 2 strikaš. 

§ 2

 

Ķ lųgtingslóg nr. 86 frį 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 52 frį 16. mai 2006, verša gjųrdar hesar broytingar:

 

1)   Ķ § 29 veršur sum 25 sett:

“25) Barnastušul sambęrt lųgtingslóg um barnastušul.”

 

2)   Ķ § 46 veršur stk. 2 strikaš.           

 

§ 3 

 Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi 1. januar 2007.

 

Kapittul 1. Almennar višmerkingar
Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum leggur viš hesum fram uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ ymsum skattalógum.

 

Uppskotiš er ein lišur ķ at umskipa barnafrįdrįttin til ein barnastušul, smb. uppskoti til lųgtingslóg um barnastušul.

 

Viš fyriliggjandi uppskoti veršur męlt til, at barnafrįdrįtturin ķ § 46, stk. 2 ķ skattalógini og § 2 ķ įsetingarlógini veršur strikašur.

 

Fyri at seppa undan, at barnastušulin veršur roknašur sum skattskyldug inntųku, veršur viš uppskotinum męlt til, at nżtt nr. veršur sett ķ § 29, sum frķtekur barnastušulin frį skattskyldu.

 

Uppskotiš hevur ikki veriš til ummęlis.

 

Kapittul 2. Avleišingar av uppskotinum 

Tęr fķggjarligu avleišingarnar av lógaruppskotinum, sum er ein lišur ķ ętlanini um at umskipa barnafrįdrįttin til ein barnastušul, verša mettar at verša kr. 450.000,-. Śtreišslurnar fara til at menna KT-skipanina og tillaga umsitingina viš atliti til broytingarnar.

 

Uppskotiš hevur harnęst fķggjarligar avleišingar fyri įvķsar samfelagsbólkar, sum viš verandi skipan ongan barnafrįdrįtt fįa, tķ śtroknaši skattur teirra undir ųllum umstųšum hevši veriš lękkašur eftir § 64 ķ skattalógini.

 

Mett veršur ikki, at lógaruppskotiš hevur viš sęr stórvegis fyrisitingarligar avleišingar fyri landiš og kommunurnar.

 

Mett veršur ikki, at lógaruppskotiš hevur avleišingar viš sęr fyri umhvųrviš ella ķ mun til altjóša avtalur og reglur.

 

Mett veršur, at uppskotiš hevur viš sęr sosialar avleišingar.

 

Ķ mun til galdandi skipan er viš uppskotinum mųguleiki fyri mįnašarligum stušli, og mį hetta metast sum ein sosialur fyrimunur fyri uppihaldarar, iš ikki hava skattskylduga inntųku, eitt nś lesandi. – Eftir galdandi skipan hųvdu hesi ikki fingiš śtgjald, fyrr enn avlopsskattur varš śtgoldin. įriš eftir.

 

 

 

Fyri landiš/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
plįss/ųki ķ
landinum

Fyri įvķsar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar

 

 

 

Ja

 

 

Kapittul 3. Serligar višmerkingar

 

Til § 1 og § 2 

Talan er um eina fylgjubroyting.

 

Viš uppskotinum veršur męlt til, at § 2 ķ įsetingarlógini og § 46, stk. 2 ķ skattalógini, sum umrųša įvikavist barnafrįdrįttin ķ landsskattinum og barnafrįdrįttin ķ kommunuskattinum, verša settar śr gildi. Harnęst veršur męlt til, at barnastušulin veršur frķtikin fyri skatt.

 

Til § 3 

Ongar višmerkingar.

 

1. višgerš 20. desember 2006. Lųgtingsmįlini nr. 50 og 51/2006 vóršu višgjųrd undir einum og beind ķ fķggjarnevndina

Į tingfundi 20. aprķl 2007 las formašurin skriv frį Bįrši Nielsen, landsstżrismanni, har sagt varš frį, at hann tekur mįliš aftur.