Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

37. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 8. desember, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
Málið avgreitt.

 

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um Menningarstovu
Broytingaruppskot frá Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen og Hergeir Nielsen til § 1 fall 10-0-20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-10.
Málið avgreitt.

 

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðautreiðslur
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.

 

4.        3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.

 

5.        3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-2.
Málið avgreitt.

 

6.        3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.

 

7.        3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2006: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.

 

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunulæknaskipan
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg(forsorgarlógin)
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Málið beint í vinnunevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 13.05
Fundur uppafturtikin kl. 13.45
 

11.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”), og at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”


Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 12. desember, 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi

3.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni

4.        Svar upp á fyrispurningi nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum

5.        Svar upp á fyrispurningi nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum

6.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 13.48 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari