Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

33. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 30. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    3. viðgerð av tingmáli nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
Málið avgreitt.

 

2.    3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-2-0.
Málið avgreitt.
 

3.    2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)
§§ 1 og 2 samtyktar 22-2-4. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.    2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.
Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.    1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2006: Uppskot til samtyktar um OECD og Europaráðsins sáttmála um fyrisitingarliga hjálp í skattamálum
Málið beint í fíggjarnevndin
a.
 

6.    1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2006: Uppskot til løgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD.
Málið beint í
fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 43/3006 og 44/2006 vórðu viðgjørd undir einum.
 

7.    Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-7/2006 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eini heildarloysn fyri Hvalbiar sókn
Málið avgreitt.
 

8.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini  nr. 48/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunulæknaskipan, og nr. 49/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin), at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um menningarstovu og nr. 33/2006: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum, og nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 15/2005:  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS), nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-19/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi betri fyribyrging og viðgerð av krabbameini

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 1. desember, 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi betri fyribyrging og viðgerð av krabbameini

2.    2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008”

3.    2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan

4.    2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.

5.    1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”
Málið verður beint í mentanarnevndina.

6.    Svar upp á fyrispurning nr. 100-5/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá løgtingsmonnunum Finni Helmsdal og Bill Justinussen viðvíkjandi Serdagstovninum á Argjum o.a.

7.    Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.20 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari