Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

26. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 16. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen og Høgni Hoydal og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:
 

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast
 

2.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast
 

3.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, viðvíkjandi “free-pass” skipan
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast
 

4.    1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
Málið beint í rættarnevndina
 

5.    1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum
Málið beint í rættarnevndina
 

6.    1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
Málið beint í rættarnevndina
Løgtingsmálini nr. 29 og 30 vórðu viðgjørd undir einum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða  fríggjadagin, 17. november 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      3.  viðgerð av tingmáli nr. 14/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2006: Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2006

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2006: Uppskot til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.15

 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari