39 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislóg)
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Tikið aftur
Ár 2006, 7. november, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 43 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
”Stk. 3. Lán sambært løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági kann verða tikið, hóast nettoskuldin hjá eini kommunu er ella verður meira enn ein álíkning, tá lánið verður tikið.”
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar til lógaruppskotið:
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin við innlendismálum leggur við hesum fram lógaruppskot um broytingar í kommunustýrislógini, soleiðis at lógin er í samsvari við politiska ynski um at veita kommununum í Suðuroynni lán úr landskassanum til kommunupartin av útreiðslunum av byggingini av ætlaða ellis- og røktarheiminum í Vági.
Uppskotið eigur at verða viðgjørt saman við uppskoti til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági.
Sambært § 43, stk. 2 í kommunustýrislógini skulu kommunur, ið hava eina nettoskuld, ið er meira enn ein álíkning eftir einum av landsstýrismanninum árliga ásettum skattaprosenti, hava loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku og til broytingar í lánstreytunum.
Tær upprunaligu viðmerkingarnar til § 43 stk. 2 eru hesar: ”Her er ásett, at loyvi frá landsstýrismanninum krevst til at taka lán, um nettoskuldin er omanfyri ásett mark og til at gera broytingar í lánitreytunum. Ásetingin er tikin við fyri at fáa eina ábyrgdarfulla, fíggjarliga, kommunala umsiting. Við øðrum orðum ásetir § 43, stk. 2 markið fyri eina ráðiliga, kommunala nettoskuld, sum ikki treytar nakað loyvi frá landsstýrismanninum.
Við nettoskuld skilst, skuldin hjá kommununi frádrigið fíggjarognina hjá kommununi, t.e. peningur innistandani í peningastovni ella giro umframt lættumsetilig virðisbrøv.
Ein álíkning eftir einum av landsstýrismanninum árliga ásettum skattaprosenti merkir, at nettoskuldin skal setast í mun til álíkningina í kommununi, um skattaprosentið í kommununi var tað av landsstýrismanninum ásetta. Skattaprosentið, sum landsstýrismaðurin ásetir árliga, er sostatt einans eitt hugsað tal ella satsur, ið skal tryggjað, at allar kommunur fáa loyvi, uttan góðkenning frá landsstýrismanninum, til lutvíst líka stóra nettolántøku til íløgur.”
Landsstýrismaðurin metir sum heild, at tað ikki er ráðiligt, at skuldin hjá kommununum hækkar yvir eina nettoálíkning.
Ein góðkenning eftir grein 43, stk. 2 í kommunustýrislógini um, at í hesum førinum kommunurnar í Suðuroynni taka lán, sjálvt um nakrar teirra longu eru, og nakrar teirra fara upp um nettoálíkningina, kann skapa fordømi soleiðis, at eisini aðrar kommunur fara at seta fram krav um at kunna økja skuldina yvir eina nettoálíkning.
Fyri at koma tí politiska ynskinum á møti um at veita eitt landskassalán til byggjan av ellis- og røktarheim í Vági, verður tískil neyðugt at seta soljóðandi nýtt stk. 3 í § 43 í kommunustýrislógini: ”Lán sambært løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági kann verða tikið, hóast nettoskuldin hjá eini kommunu er ella verður meira enn ein álíkning, tá lánið verður tikið.”
Vísandi til § 3, stk. 2, í uppskotinum til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági skulu lántakararnir hefta pro rata fyri skuldina. Sum býtislykil verður nýtt fólkatalið pr. 1. januar 2006.
Eru allar kommunurnar í Suðuroynni við sum lántakarar, økist skuldin, sum niðanfyri standandi myndin vísir.
|
Brutto skuld 2005 í mió kr |
Fólkatal |
Skuld sambært |
Brutto skuld |
Netto |
Vágs kommuna |
56,5 |
1.405 |
7,0 |
63,5 |
-1,71 |
Sumbiar kommuna |
4,5 |
381 |
1,9 |
6,4 |
-0,44 |
Porkeris kommuna |
7,2 |
344 |
1,7 |
8,9 |
-0,68 |
Hovs kommuna |
3,1 |
127 |
0,6 |
3,7 |
-1,25 |
Fámjins |
1,7 |
117 |
0,6 |
2,3 |
0,00 |
Tvøroyrar |
77,5 |
1.814 |
9,1 |
86,6 |
-1,47 |
Hvalbiar |
7,8 |
762 |
3,8 |
11,6 |
0,26 |
Tilsamans |
158 |
4.950 |
24,7 |
183,0 |
|
Um so er, at tað bert eru kommunurnar í Suðuroyar sunnaru helvt, ið taka lánið, so økist skuldin við kr. 15.126.938 hjá Vágs kommunu, kr. 4.102.038 hjá Sumbiar kommunu, kr. 3.703.677 hjá Porkeris kommunu og kr. 1.367.346 hjá Hovs kommunu.
Sambært granskoðaða ársroknskapinum fyri 2005 blívur tann samlaða skuldin hjá Vágs kommunu umleið 71,9 mió. kr., sum svarar til eina nettoálíkning á umleið -1,98, og hjá Hovs blívur samlaða skuldin 4,5 mió. kr., sum svarar til eina nettoálíkning á -1,57. Skuldin hjá Sumbiar- og Porkeris kommunu verður niðan fyri eina nettoálíkning.
|
Brutto skuld 2005 í mió kr |
Fólkatal |
Skuld sambært |
Brutto skuld |
Netto álíkning |
Vágs kommuna |
56,5 |
1.405 |
15,4 |
71,9 |
-1,98 |
Sumbiar kommuna |
4,5 |
381 |
4,2 |
8,7 |
-0,74 |
Porkeris kommuna |
7,2 |
344 |
3,8 |
11,0 |
-0,94 |
Hovs kommuna |
3,1 |
127 |
1,4 |
4,5 |
-1,57 |
Tilsamans |
71 |
2.257 |
24,7 |
95,6 |
|
Innkomnu hoyringssvarini eru hjáløgd sum skjal 1-4.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landi og kommunur.
(viðvíkjandi fíggjarligum avleiðingum verður víst til viðmerkingarnar til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági)
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar ella sosialar avleiðingar við sær.
Eingir altjóða sáttmálar eru á økinum.
|
Fyri landið/lands- |
Fyri |
Fyri |
Fyri ávísar sam- |
Fyri |
Fíggjarligar/ |
Nei |
(Nei) |
(Nei) |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar |
|
|
|
Nei |
|
Kap. 3 Serligar viðmerkingar
Til § 1
Greinin hevur við sær, at tær kommunur í Suðuroy, ið longu skylda ella koma at skylda meira enn eina álíkning eftir lántøkuna sambært løgtinglóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági, í hesum eina førinum eru undantiknar kravinum um góðkenning frá landsstýrismanninum sbrt. stk. 2.
Landsstýrismaðurin í kommunumálum skal sostatt ikki góðkenna hesa ávísu lántøkuna, men lántøkan fer tó at telja við í tí samlaðu uppgerðini av nettoskuldini hjá teimum ávísu kommununum. Hetta merkir t.d., at kommunur, ið framman undan omanfyri nevndu lántøku skyldaðu minni enn eina nettoálíkning, og sum eftir lántøkuna skylda meira enn eina álíkning, skulu hava góðkenning frá landsstýrimanninum til aðra lántøku og til broytingar í lánstreytum. Í tí føri, har tað bert eru kommunurnar í Suðuroyar sunnaru helvt, ið upptaka lánið, fer tað ítøkiliga at snúgva seg um Vágs kommunu og Hovs kommunu, ið báðar hereftir fara at hava lánibyrður, ið eru omanfyri nettoálíkningina, og báðar kommunurnar mugu tí hava loyvi frá landsstýrismanninum til aðra møguliga framtíðar lántøku og til broytingar í lánstreytum, so leingi skuldin verður verandi omanfyri eina nettoálíkning sbr. § 43, stk. 2.
Til § 2
Gildiskomuregla.
Viðløgd skjøl:
Skjal 1: Skriv frá Kommunusamskipan Føroya
Skjal 2: Skriv frá Føroya Kommunufelag
Skjal 3: Skriv frá Hovs kommunu
Skjal 4: Skriv frá Vágs kommunu
1. viðgerð 17. november 2006. Málið beint í rættarnevndina.
Á tingfundi 15. desember 2006 las formaðurin skriv frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, har sagt varð frá, at hann tekur málið aftur.