Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

24. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 14. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2006: Uppskot til  samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi
Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd samtykt 26-2-3
Málið avgreitt.
 

2.    2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 30-1-0. Uppskotið soleiðis broytt 30-1-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3.    2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
§§ 1 og 2 fullu 9-0-22. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

4.    1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um Menningarstovu
Málið beint í vinnunevndina.
 

5.    1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2006:  Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn
Málið beint í vinnunevndina.
 

6.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at  Jenis av Rana og Bill Justinussen, løgtingsmenn vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 41/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om forældremyndighed og samvær”.


Formaðurin boðaði frá hesum fyrispurningum:

Nr. 100-8/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Studentaskúla og miðnámsskúlanum við Marknagil og

nr. 100-9/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 15. november 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Studentaskúla og miðnámsskúlanum við Marknagil

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2006

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalóg)

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (skattalætti)

8.      Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 17.50 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari