Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

18. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 26. oktober, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
Málið beint í rættarnevndina.
 

2.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning  nr. 100-6/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni. viðvíkjandi avlopsorku hjá SEV í Vági
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.    2. viðgerð av tingmáli nr.  3/2006: Uppskot til samtyktar um rætt til løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum
Uppskot til samtyktar fall 3-0-16.
Málið avgreitt.
 

4.    1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.
Málið beint í trivnaðarnevndina.

 

5.    Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 22/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 12/2006: Uppskot til samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 3. november 2006, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

 

1.    Val av § 25 nevnd at endurskoða tingskipanina

2.    2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

3.    Svar upp á fyrispurning nr. 100-3/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðurskiftunum hjá tænastumonnunum á Sjóbjargingarstøðini

4.    Framløga.

 

 

Fundur lokin kl. 19.24 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari