Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

7. fundur

Hósdagur 10. februar 2000

kl. 9.40

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Tórbjørn Jacobsen, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen (av fundi 11.05)

Eyðun Viderø var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen 

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 6. fundi 03.02.2000 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Klokkan 9.50 kom Karin Kjølbro, stjóri á Kriminalforsorgini, á fund. Hon greiddi frá virkseminum hjá Kriminalforsorgini í mun til tey, sum dømd eru fyri rúsdrekkakoyring, og greiddi annars frá hennara hugsan um uppskotið. Hon læt nevndini tilfar, merkt sum nevndarskjøl E-H.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 17. februar 2000, kl. 9.30 , við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 7. fundi 10.02.2000.
  2. Løgtingsmál nr. 37/1999:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  3. Løgtingsmál nr. 47/1999:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
  4. Løgtingsmál nr. 36/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang
  5. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
  6. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

Fundur lokin kl. 11.35

Sjúrður Rasmussen
skrivari