Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

6. fundur

Hósdagur 3. februar 2000

kl. 9.40

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Annita á Fríðriksmørk
Eyðun Viderø (fór av fundi 10.00)
Rúna Sivertsen (kom kl. 10.00)
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Tórbjørn Jacobsen, næstformaður, var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen


Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 5. fundi 13.01.2000 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 36/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang
    Formaðurin greiddi frá, at hann hevði givið boð um, at málið skuldi sendast sorinskrivaranum, fútanum og advokatunum í Føroyum til ummælis. Skrivarin legði afturat, at málið var sent til ummælis, men at teir, sum ummælini vóru send til, allir telefoniskt høvdu boðað frá, at teimum bar ikki til at hava ummæli greitt fyrr enn um 14 dagar.

    Nevndin gjørdi hereftir av at bíða við víðari viðgerð, til ummælini eru tøk.

  3. Løgtingsmál nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Nevndini umrøddi málið og gjørdi av at heita á Karin Kjølbro, stjóra á kriminalforsorgini, um at koma á komandi fund nevndarinnar og greiða nevndini frá, hvussu kriminalforsorgin í dag kemur inn í myndina í málum, har har fólk eru dømd fyri promillu- ella rúsdrekkakoyring, og annars at siga sína hugsan um uppskotið.

  4. Løgtingsmál nr. 47/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Nevndin umrøddi málið og fekk útflýggjað, skjal A, frá 26.02.1997, sum eru viðmerkingar løgmálaráðharrans til samsvarandi fólkatingslóg um handhildnar fartelefonir og seta promillukoyring niður á 0,5 0/00.

    Nevndin gjørdi somuleiðis av at útvega sær almenn hagtøl ferðsluni viðvíkjandi frá landsverkfrøðingsstovninum.

 
Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 10. februar 2000, kl. 9.30, við hesi skrá:

1. Góðkenning av gerðabók 6. fundi 03.02.2000.
2. Løgtingsmál nr. 37/1999:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.

Kl. 9.45 kemur Karin Kjølbro frá kriminalforsorgini á fund.

 

 

Fundur lokin kl. 11.40

Sjúrður Rasmussen
skrivari