Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999 |
44. fundur |
hósdagur 27. januar 2000 |
kl. 13.30 |
Ár 2000, hósdagin 27. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismenninir Jørgen
Niclasen, Signar á Brúnni, Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø og
Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999:
Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki
Føroya Løgtings.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-2-2.
Málið avgreitt.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
Málið beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/1999.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Málið beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
Málið beint í rættarnevndina.
Formaður fráboðaði fyrispuring nr. 100-20/1999
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi serskatting av hjúnum.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 1. februar 2000, kl. 10.00, við hesi
skrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispuring nr. 100-20/1999
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi serskatting av hjúnum.
- Aðalorðaskifti um frágreiðing, sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini, frá
løgmanni um uttanlandsmál 1999/2000, løgtingsmál nr. 101-5/1999.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 15.50.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari