Flyting av telefonverksvešhaldi

 

26  Uppskot til  lųgtingslóg um flyting av vešhaldi fyri lįnum hjį Telefonverki Fųroya Lųgtings

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 1999, 3. desember, legši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

Uppskot

til

lųgtingslóg um flyting av vešhaldi fyri lįnum hjį Telefonverki Fųroya Lųgtings

 

§ 1. Landsstżrismanninum veršur heimilaš, at veita borgan sum sjįlvskuldari mótvegis Nordisk Investeringsbank fyri lįnavtalu 85/72, iš Telefonverk Fųroya Lųgtings hevur tikiš, viš heimild ķ lųgtingslóg nr. 46 frį 2. mai 1986 um lįn til Telefonverk Fųroya Lųgtings og sum P/F Telefonverkiš hevur yvirtikiš.

§ 2. Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd. Samstundis fer śr gildi, lųgtingslóg nr. 46 frį 2. mai 1986.

Višmerkingar

Sambęrt § 42 ķ lųgtingslóg um Stżriskipan Fųroya, skal borgan, iš skuldbindur landiš, heimilast ķ lųgtingslóg.

Sambęrt višmerkingunum til lųgtingsmįl nr. 32/1997 um umlegging av Telefonverkinum til partafelag, sķša 5, varš frįbošaš, at landskassin borgar, sum sjįlvskuldari mótvegis Nordisk Investeringsbank (NIB), vegna TFL.

Landskassin borgar fyri lįnavtala nr. 85/72 frį 4. og 9. juni 1986, hvųrs restskuld pr. 31. desember 1998 var uml. 36,3 mió. kr. (Smb. uppgerš frį Fųroya Landsbanka. Lįniš er skrįsett sum landskassavešhald nr. 253-1, 258-2 og 676-2).

Landsstżriš hevši ta įskošan, at umleggingin til partafelag, ķ so stóran mun sum til ber, skuldi loysa landskassan frį įbyrgd sķni móti felagnum. Heruppķ at sleppa undan verandi borgsskyldu ķ sambandi viš umleggingina.

TFL sųkti NIB um loyvi, soleišis at P/F Telefonverkiš kundi yvirtaka lįniš hjį gamla TFL og at NIB góštók at loysa landskassan frį sjįlvskuldara borganini. NIB hevši ķ prinsippinum góškent umsóknina og ętlaši sęr m.a. trygd ķ ognini viš Tinghśsvegin.

Av tķ at ognin viš Tinghśsvegin, ķ samband viš višgeršina av lųgtingsmįlinum, varš lutaš lųgtinginum, kann NIB ķ dag ikki góštaka, at loysa landskassan frį sjįlvskuldara borganini.

Av hesi orsųk eru trķggjar loysnir į mįlinum:

  1. at Lųgtingiš góškennir, at lansstżrismašurin fęr heimild til at borga fyri lįninum, tį taš verša flutt til P/F Telefonverkiš,
  2. at landskassin innfrķar lįniš ella yvirtekur taš, og veitir TFL eitt nżtt lįn,
  3. at Telefonverkiš fór į lįnimarknašin fyri at endurnżggja lįniš.

Mųguleiki 2+3 višfųra, um lįniš veršur innfrķaš, at NIB krevur eitt eykagjald fyri at innfrķa lįniš; tķ lįniš er fast rentaš – ķ mei var eykagjaldiš 2,364 mió. kr av eini samlašari skuld uppį 33,5 mió. kr., ella góš 7% . Eitt tķlķkt tiltak inniber, at samlaša skuldin ķstašin veršur uppį 35,864 mió. kr..

Viš stųši ķ restskuldini uppį 33,5 mió. kr. og innloysingarkostnašinum uppį 2,364 mió. kr. og peningastreyminum (cashflow) fyri restlįnitķšina į verandi lįni veršur nišurstųšan, at effektiva rentan į nżggjum lįni, tvs. alternativ 3, ķ mesta lagi mį vera 4,83% p.a. fyri at taš skal loysa seg at innloysa verandi lįn frį NIB uttan tap.

Vęntandi veršur hetta ikki lętt og veršur tķ ķstašin skotiš upp at flyta vešhaldini til P/F Telefonverkinum, sum vęntandi hvųrki kostar landskassanum ella telefonverkinum eyka.

Eingi skjųl hjįlųgd.

1. višgerš 14. december 1999. Mįliš beint ķ fķggjarnevndina, sum tann 21. januar 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Mįliš er lagt fram av landsstżrinum tann 3. desember 1999 og eftir 1. višgerš tann 14. desember 1999 beint ķ fķggjarnevndina.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš og hevur undir višgeršini havt fund viš Finnboga Arge, landsstżrismann ķ vinnumįlum, umboš fyri Vinnumįlastżriš og umboš fyri Fųroya Tele. Landsstżrismašurin segši, at talan er um lįn, sum Telefonverk Fųroya Lųgtings tók hjį Nordisk Investeringsbank (NIB), sum landskassin borgar fyri, og sum verša śtgoldin ķ 2002 og 2003. Hann upplżsti, at restskuldin nś er 27 mió. kr., og um lįniš veršur innfrķaš, so veršur innloysingarkostnašurin umleiš 2 mió. kr. Upplżst varš, at lįniskuldin hjį Fųroya Tele er 140 mió. kr.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 25. januar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-3. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 27. januar 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 20-2-2. Mįliš avgreitt.

Vms j.nr. 1921-2/91
Lms. j.nr. 691-24/99
Ll. nr. 7/2000 frį 08.02.2000