Fyrispurningur um serskatting av hjśnum

100-20 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstżrismann, višvķkjandi serskatting av hjśnum

 

Įr 2000, hósdagin 27. januar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Flemming Mikkelsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

Hevur landsstżrismašurin ętlanir um at leggja lógaruppskot fyri Lųgtingiš um serskatting av hjśnum ķ hesi tingsetuni?

Višmerkingar

Sagt veršur, at familjan myndar samfelagiš. Hevur familjan taš gott, sęst taš aftur ķ samfelagnum.

Fyri įrum sķšani legši Sambandsflokkurin uppskot fyri Lųgtingiš um serskatting av hjśnum. Uppskotiš fekk ikki undirtųku og fall. Sķšan eru royndir gjųrdar, uttan komiš er į mįl.

Ein kann spyrja, hvķ Sambandsflokkurin ikki hevur framt mįliš um serskatting av hjśnum, tį flokkurin hevur myndaš landsstżriš.

Svariš er, at hvųrja ferš, boš hava veriš eftir Sambandsflokkinum at mynda landsstżri sķšan fyrst ķ 80’unum, hevur landiš veriš um at fara av knóranum. Hvųrja ferš komiš er nųkunlunda į ręttkjųl aftur, er Sambandsflokkurin settur uttanfyri.

Nś skjótt 2 įr eftir, at Sambandsflokkurin varš settur uttanfyri aftur, sigst, at so vęl kom burturśr, at landskassin hevur millum hįlva og heila milliard krónur ķ avlopi įrliga, so ikki kann sigast annaš enn, at vęl varš lagt til ręttis įrini 1994-98.

Um serskatting av hjśnum, har annar hjśnafelagin av ein hvųrji orsųk er heimaarbeišandi, varš sett ķ verk, og har inntųkan t.d. veršur javnaš upp til kr. 140.000, hevši hetta ķ fyrstu atlųgu kostaš landskassanum umleiš 28 – 30 mió. kr. įrliga, men hevši minkaš so hvųrt, sum trivnašurin ųktist.

Viš fųroysku familjuni og risaavlopi landskassans ķ huga, og tį fyrispurningurin er ķ trįš viš setningin, samgongan hevur sett sęr fyri ķ samgonguskjalinum, loyvi eg męr at seta landsstżrismanninum ķ skattamįlum, Karsten Hansen, henda spurning.

Į tingfundi 1. februar 2000 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 8. mars svaraši Karsten Hansen, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar

Flemming Mikkelsen, lųgtingsmašur spyr, um eg havi ętlanir um at leggja lógaruppskot fyri Lųgtingiš um serskatting av hjśnum ķ hesi tingsetuni. Seinni, ķ višmerkingunum til fyrispurningin tosar Flemming Mikkelsen um samskatting. Nišanfyri veršur spurningurin svarašur śt frį višmerkingunum, har Flemming Mikkelsen, lųgtingsmašur, tosar um samskatting og kemur viš einum dųmi um hetta.

Flemming Mikkelsen, lųgtingsmašur, nevnir at byrja viš ķ višmerkingunum til fyrispurning sķn, at hevur familjan taš gott, sęst taš aftur ķ samfelagnum.

Eg skilji tķ spyrjaran soleišis, at hann ynskir at veita familjuni trygg og góš kor til gagns fyri familjurnar og samfelagiš. Hesum kann eg taka undir viš.

Hinvegin eigur skattalógin ikki at verša nżtt til onnur endamįl enn skattapolitisk, serliga um so er, at ein viš ašrari lóggįvu lęttari og betri kann rųkka teimum endamįlum, ein hevur sett sęr.

Skattalógin hevur įšur veriš nżtt til at reka t.d. fiskivinnupolitikk (telefonfrįdrįtturin), ķbśšarpolitikk (rentufrįdrįtturin), almannapolitikk (barnafrįdrįtturin). Um skattalógin veršur nżtt til at loysa ymisk onnur endamįl enn skattapolitisk, veršur lógin skjótt so torskild, at hon ikki veršur at skilja hjį skattaborgarum, og hartil veršur hon munandi tyngri at umsita hjį skattafyrisitingini. Hetta veršur til vansa bęši fyri borgaran og fyrisitingina.

Landsstżriš hevur tķ arbeitt viš at gera skattalógina einfaldari seinastu įrini. Nęrum allir frįdrįttir eru avtiknir. Nakrir eru tó lagdir um til śtgjaldsskipanir, t.d. rentustušul ķ stašin fyri rentufrįdrįtt, feršastušul ķ stašin fyri feršafrįdrįtt, telefonstušul ķ stašin fyri telefonfrįdrįtt, stušul til konu- og barnapening ķ stašin fyri frįdrįtt ķ inntųku. Annars eru bert fįir frįdrįttur eftir, t.d. frįdrįttur ķ inntųkuni fyri inngjųld til eftirlųnarskipanir og frįdrįttur fyri meirśtreišslur vegna inntųkugevandi arbeiši ķ śtlondum. Pensjónistfrįdrįtturin og barnafrįdrįtturin eru eftir sum vanligir frįdrįttir ķ skattinum.

Henda umskipan gjųrdi taš óneyšugt hjį 70% av skattaborgarunum at senda inn sjįlvuppgįvu. Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum heldur tķ, at ein eigur at vera varin viš nś afttur at byrja at brśka skattalógina til onnur endamįl enn at krevja skatt inn. Endamįliš viš automatiseringunum, sum eru gjųrdar og koma at verša gjųrdar, kunnu tį vķsa seg at vera nyttuleysar.

Serskatting

Viš lųgtingslóg nr. 168 frį 30.12.1997, sum fekk gildi frį 1. januar 1998, varš samskattingin av hjśnum, soleišis sum hon varš nįgreinaš ķ § 4 ķ skattalógini, avtikin. Mešan taš fyrr var soleišis, at hśskiš var skattasubjekt (mašur og kona vóršu skattaš saman), so er fųroyska skattalóggįvan og uppkrevjingin av skatti nś tillagaš tķ meginreglu, at einstaki borgarin er skattasubjekt.

Um skattalóggįvan veršur broytt soleišis, at inntųkan hjį hjśnafelųgunum veršur lųgd saman og sķšani bżtt ķ tvey, ella mųguliga tann hjśnafelagin, sum onga inntųku hevur, kann flyta upp til kr. 140.000 frį hinum hjśnafelagnum til skattingar hjį sęr sjįlvum, įšrenn hon veršur skattaš, so er hetta eitt stórt stig į vegnum aftur til gomlu skattaskipanina, har hśskiš var skattasubjekt (hśskisinntųkan varš skattaš).

Ķ fyrsta lagi hevši ein tķlķk broyting fųrt til stóra ógreišu um hugtakiš skattskyldug inntųka. Um arbeišsgevarin skal stķla fyri, at partur av inntųku hjį tķ eina hjśnafelagnum skal skattast hjį hinum hjśnafelagnum, sum ikki arbeišir ķ virkinum, so vil hann verša noyddur til at skrįseta hópin av fólki ķ virki sķnum, sum ikki arbeiša ķ virkinum, og fęr hann sostatt munandi stųrri arbeiši av at įvķsa lųnir og at halda skil į, at rųttu upphęddirnar verša skattašar į rętta staš. Taš kann neyvan verša rętt at leggja hesa ųktu skrįsetingarbyršu į arbeišsgevarin, sum hansara virki ķ veruleikanum onki hevur viš at gera, og enn minni kann sigast at fįa nakaš gagn av.

Fyribilsskrįin

Ķ fyribilsskrįnni ber ikki til at brśka verandi skipan viš skiftandi skattaprosent, og samstundis bżta inntųkuna.

Tveir ašrir mųguleikar eru:

  1. Fyribilsskatting fer fram sum ķ dag, t.v.s. IKKI samskatting. Regulering veršur gjųrd ķ ENDA, og merkir hetta, at tann hjśnafelagin, sum hevur ta stųrru inntųkuna, pr. definitión altķš vil fįa avlopsskatt og ųvugt hjį tķ, sum hevur ta minni inntųkuna.
  2. Ķ stašin fyri at brśka verandi kumulativa skattaprosent, er neyšugt at hjśnini fyribilsskrįseta seg, og eitt fast skattaprosent veršur lagt inn ķ skipanina.

Hesar bįšar loysnir kunnu tó ikki višmęlast, tķ tęr ķ ųllum fųrum vilja ųkja um ķrestandi skattin ķ mun til ķ dag.

Hinvegin, skal inntųkan bżtast, tį sjįlvuppgįvan veršur skrivaš, so vil tann sparingin, sum er hend viš automatiseringini av sjįlvuppgįvnuni, har 70% av borgarunum sleppa frį at lata inn sjįlvuppgįvu, verša burtur, tķ tį skulu ųll hjśn, har annar hjśnafelagin hevur ašra inntųku enn lųnarinntųku, lata inn sjįlvuppgįvu, har inntųka skal flytast frį ųšrum hjśnafelagnum til hin. Hesir persónar skulu so įlķknast og skattur flytast frį ųšrum til hin. Uppskotiš ųkir sostatt um fyrisitingarkostnašin og strķšir ķmóti endamįli landsstżrisins um eina einfalda skattaumsiting.

Tį iš sjįlvuppgįvan er latin inn, ber til at rokna skattin hjį bįšum, og eisini ķ nógvum fųrum at senda eina automatiska skattauppgerš śt. T.v.s. har sum mašur og kona bert hava A-inntųku. Tališ av automatiskum skattauppgeršum vil verša nakaš minni enn ķ dag. Trupulleikin er, hvųr skal gjalda tann ķrestandi skattin sum kemur - til hvųnn skulu vit senda tann ķrestandi skattin?

Trupulleikar verša eisini ķ sambandi viš gifting, sundurlesing og andlįt ķ įrinum.

Harafturat kann višmerkjast, at skattskylduga inntųkan veršur nżtt ķ ymiskum samanhangum, t.d. śtrokning av almannaveitingum og arbeišsmarknašargjųldum. Sostatt er talan um eina stóra prinsipiella broyting, iš ikki eigur at verša tikin lęttliga.

Her kann nevnast:

  1. At lógin um almannapensjónir mį broytast. Eitt nżtt inntųkuhugtak mį įsetast til įseting av almannaveitingum.
  1. At reglurnar, sum eru įsettar fyri at hindra dupultskatting, mugu broytast / gerast greišari višvķkjandi teimum inntųkum, sum eru grundalagiš undir dupultskattasįttmįlunum
  2. At reglurnar um inngjald til arbeišsmarknašareftirlųnargrunnin mugu broytast, somuleišis ymiskar galdandi reglur um inngjald til pensjónseftirlųnir v.m.

Ķ ųšrum lagi hevši ein tķlķk broyting fųrt viš sęr krav um, at skattaskipanin bęši skuldi kunna skatta einstaklingar og hjśn. Hetta hevši fųrt til eina dżrari skattaumsiting.

Kunngerš um serskatt

Ķ omanfyri nevndu lóg um serskatt, sum kom ķ gildi 1. januar 1998, varš § 4 ķ skattalógini broytt soleišis at hjśn, sum reka vinnuvirki ķ felag kunnu bżta inntųkuna sķnamillum. Hetta skal tó verša gjųrt viš stųši ķ skrivligum sįttmįla hjśnanna millum, sum skal góštakast frammanundan av Toll- og Skattstovu Fųroya, og har fyrilit veršur tikiš fyri hvussu bżtast skal ķ mun til vęviš av arbeišinum og įbyrgd.

Eisini ber til samb. hesa lógarbroyting at rinda lųn til hin hjśnafelagin, tį ymiskar treytir eru loknar. Fyri taš fyrsta skal taš snśgva seg um, at tann eini hjśnafelagin rekur vinnuvirkiš sjįlvstųšugt, og veršur viš hesum meint viš, at hann/hon stendur fyri meginpartin av rakstrinum ella viš stųši ķ sķni śtbśgving ella fakliga fųrleika hevur įbyrgd av virkseminum. Her skal so eisini gerast skrivligur sįttmįli, sum skal góškennast av Toll- og Skattstovu Fųroya. Hesin sįttmįli skal įseta vęvi į arbeišinum hjį hinum hjśnafelagnum, og kann tį rindast hesum lųn um afturhaldsskipanina. Lųnin kann avtalast at verša į sama stųši, sum svarar til kollektiva sįttmįlan į arbeišsmarknašinum, og fyri teir hjśnafelagar, sum ikki eru fenvdir av einum sįttmįla į arbeišsmarknašinum, kann lųnin hęgst verša kr. 150.000 fyri eitt įrsverk.

Her skal leggjast til merkis, at hesar reglar ķ prinsippinum eru galdandi fyri privatar vinnurekandi, sum so antin kunnu bżta nettoavlopiš viš hin hjśnafelagin ella geva hinum hjśnafelaginum lųn. Ķ fyrra fųri snżr taš seg um at bżta B-inntųku millum hjśnafelagarnar, og ųkir hetta ikki munandi um įlķkningarorkuna, og ķ seinra fųri snżr taš seg um at śtgjalda lųn um afturhaldsskipanina, og verša flestu av hesum skattaborgarum fevndir av automatisku sjįlvuppgįvuni.

Samanumtikiš tyngir henda lógarbroyting ikki munandi um sjįlva skattafyrisitingina, men harafturķmóti er hon til fyrimuns fyri vinnuna.

Fķggjarligar avleišingar

Um skattalógin veršur broytt soleišis, at inntųkan hjį hjśnafelųgunum veršur lųgd saman og bżtt ķ tvey, įšrenn hon veršur skattaš, so minka landsskatta- og kommunuskattainntųkurnar viš umleiš 30 mió. kr.

Henda upphędd hevši vęntandi vaksiš munandi tey nęstu įrini. Taš er tó sera ilt at meta um, hvussu nógv hjśn hųvdu valt at latiš annan hjśnafelagan veriš heima, og tķskil er sera ilt at meta um, hvussu nógv skattainntųkurnar hųvdu minkaš tilsamans.

Mįliš avgreitt.