Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
89. fundur
Ár 2007, týsdagin 1. mai, kl. 9.30, varð tingfundur settur.
Søren
Christensen, ríkisumboðsmaður, var
ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 115/2006: Uppskot til samtyktar um
at seta stjórnarskipanarnevnd (seinna stjórnarskipanarnevndin)
Uppskot til samtyktar samtykt 25-3-0.
Málið avgreitt.
2.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
76/2006:
Uppskot til løgtingslóg um
keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 29-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3.
viðgerð.
3.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtinglóg um meirvirðisgjald
Málið beint í fíggjarnevndina
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um
stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
Málið beint í fíggjarnevndina
5.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Málið beint í fíggjarnevndina
Tingmálini nr. 117/2006, nr. 118/2006 og nr. 119/2006 vórðu viðgjørd undir
einum.
6.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
- Bárður Nielsen,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmál
nr. 1-14/2006: Uppskot til
eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2007
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann
leggjast fram og fáa viðgerð: Poul Michelsen, Lisbeth L. Petersen, Jørgen
Niclasen, Anfinn Kallsberg,
Johan Dahl,
Kjartan Joensen,
Jógvan við Keldu,
Marjus Dam, Óli Breckmann, Olav Enomoto, Kristian
Magnussen, Henrik Old,
Sverre Midjord,
John Johannessen, Alfred
Olsen, Vilhelm Johannesen,
Kaj Leo Johannesen og
Gerhard Lognberg.
- Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, hevur vegna
landsstýrið lagt fram tingmálini
nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum, og
nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti
fólkakirkjunnar.
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málini kunnu
leggjast fram og fáa viðgerð: Poul Michelsen, Lisbeth L. Petersen, Annita á
Fríðriksmørk, Jenis av Rana,
Andrias Petersen,
Kári P. Højgaard,
Jørgen Niclasen,
Anfinn Kallsberg,
Johan Dahl,
Kjartan Joensen, Kaj Leo
Johannesen, Jógvan við Keldu,
Bill Justinussen,
Marjus Dam,
Óli Breckmann,
Olav Enomoto,
Kristian Magnussen, Henrik
Old, Sverre Midjord,
John Johannessen,
Alfred Olsen, Vilhelm
Johannesen og Gerhard Lognberg.
Tikið av dagsskrá:
1.
viðgerð av tingmáli
nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fólkaskúlan, og 1. viðgerð av tingmáli
nr.
120/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Formaðurin setti næsta fund at
verða mikudagin, 2. mai 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”
3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”
4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”
5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhversdrivende virksomheder”
6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul
8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2006: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya Løgtings
11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2006: Uppskot til samtyktar um berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv
12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2006: Uppskot til samtyktar um undirstøðukervi í Svínoy
13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2006: Uppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum
14.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fólkaskúlan
Málið verður beint í mentanarnevndina
15.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
120/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina
16. Kl. 13.30 Munnligir fyrispurningar
17. Framløga
Fundur lokin kl. 14.55
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari