Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
58. fundur
Ár 2007, týsdagin 20. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Meiken
Krabenhøft, Hergeir Nielsen,
Vilhelm Johannesen,
Jógvan við Keldu og
Poul Michelsen, løgmaður og
ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á
fundi.
Til viðgerðar:
1.
1. viðgerð av tingmáli nr.
57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan
Føroya
Málið beint í rættarnevndina.
2.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmálini nr.
61/2006: Uppskot
til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”,
nr.
62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta
í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”,
nr.
63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta
í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”,
nr.
64/2006: Uppskot til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”
og nr.
65/2006: Uppskot til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhversdrivende
virksomheder”,
at Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmál nr.
67/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn, og
at tingmenninir Henrik Old,
Poul Michelsen,
Alfred Olsen,
Kári P. Højgaard,
Høgni Hoydal og
Jenis av Rana hava lagt fram tingmál nr.
68/2006: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2006 og um
frágreiðing um virki ráðsins í 2006
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð
av tingmáli nr.
58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-30/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðnum við nýggju forsorgarlógini
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 21. februar 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðnum við nýggju forsorgarlógini
2. Munnligir fyrispurningar
3. Framløga
Fundur lokin kl. 17.20
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein