58 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 8. februar, løgdu, Jenis av Rana og Bill Justinussen, løgtingsmenn vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

 

§ 1

 

Í  løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) Í § 7, stk. 1 verður orðið “skal” broytt til: “kann”

2) Í § 7, stk. 2 verður orðið “skulu” broytt til: “kunnu”

3) § 7, stk. 2, 4. pkt. verður strikað.

4) § 7, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um kringvarpsgjaldið fyri einstaka húskið og fyri tær bústaðaeindir, ið fevna um fleiri fyribils- ella fastar bústaðir í búfelagsskapum, á stovnum, sjúkrahúsum, gistingarhúsum o.l. Ásett verður eisini, hvørji tól eru fevnd av kringvarpsgjaldinum.

5) § 7, stk. 4 og 5 verða strikað.

6) § 10, stk 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Kringvarp Føroya útvarpar sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing og mentan og undirhald.”

7) § 10, stk 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Kringvarp Føroya eigur at tryggja starvsfókunum holla málsliga ráðgeving.”

8) Í § 11, stk. 1 verður aftaná “Kringvarp Føroya” sett: “ella aðrar kringvarpsrásir.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.


 

Almennar viðmerkingar:

Broytingaruppskot Miðfloksins hevur við sær, at kravið um Kringvarpsgjald til hvørt húski verður strikað í kringvarpslógini, og at landsstýrismaðurin fær heimild at gera Public Service sáttmála(r) við onnur føroysk vørp enn Kringvarp Føroya 

 

5. mai 2006  varð nýggj Kringvarpslóg samtykt á Løgtingi.  Í lógini lesa vit m.a., at:

 

§ 7. Til Kringvarp Føroya skal rindast kringvarpsgjald. Landsstýrismaðurin ásetir kringvarpsgjaldið eftir tilráðing frá stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Kringvarp Føroya krevur inn kringvarpsgjaldið.

 

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð tær upphæddir, ið rindast skulu fyri ávikavist útvarp og sjónvarp, og sum samlað eru kringvarpsgjaldið. Uppkrav um kringvarpsgjald verður sent hvørjum húski í landinum. Ongum húski kann verða álagt at rinda meira enn eitt kringvarpsgjald. Gjaldskyldan er bert galdandi fyri húski sum hava tól, sum kann móttaka sendingar frá Kringvarpi Føroya.

 

§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera public-service sáttmála við Kringvarp Føroya

 

Stk. 2. Áðrenn public-service sáttmáli verður undirskrivaður, skal landsstýrismaðurin tryggja sær, at Løgtingið hevur havt høvi at umrøða ætlaða innihaldið í sáttmálanum. 

 

Týdningarmiklari enn dagurin, tá nýggja Kringvarpið varð stovnsett, metir Miðflokkurn h. 25 november 1997 at vera. Hesin var dagurin, tá ein stórur meiriluti av Løgtinginum samtykti ta kringvarpslóg, sum veitti føroyingum somu sømdir at senda kringvap her heima, sum tá bert var unt útlendingum. Sum væntað, var skjótt byrjað at senda útvarp, tvær støðir sendu stutt eftir, at einkarrætturin var tikin av. Onnur  helt bert stutt á, men varð tíbetur víðariførd av øðrum, og báðar støðirnar senda enn og náa meginpartin av landinum, onnur stóran part av døgninum, og hin alt døgnið.

 

Varð skjótt borið at eftir avtøkuna av einkarættinum, kann ikki sigast tað sama um framhaldið. Eingin nýggj støð er komin á útvarpsøkinum síðani tær fyrstu, og eingin hevur enn hættað sær undir at senda sjónvarp. Hetta má metast at vera ein smeitur fyri fólkaræðið og eigur at fáa okum at leita eftir møguligum orsøkum til lítla áhugan.

 

Áðrenn lógarbroytingina í 1997, sum tók av einkarættin, var eingin møguleiki hjá øðrum her á landi enn Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya at senda. Hendan forrætt mistu hesir miðlar  við lógarbroytingini. Men kann hugsast at aðrir forrættir eru, sum hesir miðlar enn njóta gott av, og sum geva teimum so stórar fyrimunir, at teir eru at líkna við einkarætt? Fyrimunir, sum eru ein forðan fyri, at onnur megna at taka kappingina upp við hesar statsmiðlar, tjóðini og fólkaræðinum at gagni?

 

Nógv er, sum bendir á,  at so er.  

 

Mikudagin 19. september 2001 setti núverandi landsstýrismaður í mentamálum, sum  tá var løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, skrivligan fyrispurning til táverandi landsstýrismann í mentamálum, har hann m.a. í spurningi sínum staðfestir, at:

 

t.d. Rás 2  má sigast at lúka krøvini til eina public-service støð, og han  rør uppundir at lata hesari rásini part av lurtaragjaldinum? 

 

Eins neyðugt tað í 1997 var at taka av táverandi einkarætt, eins neyðugt metir Miðflokkurin í dag vera at taka av núverandi fíggjarliga einkarættin, sum liggur sum eitt haft um beinini á allari menning á kringvarpsøkinum og forðar framskygnum føroyingum at kunna lyfta økið upp á eitt nútíðar støði. Dagsins veruleiki vísir – og hevur seinastu árini víst okkum - at júst tey bæði núverandi privatu kringvørpini ganga á odda í menning innan økið, meðan almenna fíggjarmonopolið, hóast ríka atongd bæði at krevja lurtaragjald og fáa annan  beinleiðis stuðul frá skattaborgaranum via landskassan, hevur haltað aftaná. Sum dømi kann nevnast, at Rás 2 slóðaði veg fyri útvarpinum at hava útvarpsstovur aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, var fyrst við at leggja útvarpssendingar á netið, meðan Lindin leingi var einsamøll um at senda útvarp á nátt, og slóðaði fyri sendingum alt døgnið

 

 

Eingin ivi er um, at ein møguleiki hjá verandi og komandi kringvørpum at fáa lut í lurtara- og hyggjaragjaldinum kann gerast tann kveikjarin, sum ger, at menn og kvinnur við visjónum og førleika megna at seta á stovn bæði nýggjar útvarps- og sjónvarpsstøðir, fólkaræðinum til stuðul. Skuldi hetta kravt eitt lógarkrav til hesar støðir um public service skyldur innan tað/ tey økir, tær røkja, verður tað neyvan mett annað enn rímiligt av teimum. Og verða tær mettar við hesum í huga, munnu báðar, hvør á sínum øki og sín hátt, longu í dag væl og virðiliga lúka fleiri av hesum treytum.

 

Spurningurin er, um ikki kravboðið frá politiska myndugleikanum til hvønn føroying, ið hevur ognað sær útvarps- ella hyggjaratól, er í ósamsvari við allan etik og fólkaræðið, ið vit annars rósa okkum av. Her verður ikki tikin hædd fyri, at nøkur eru, ið als ikki eru hugað fyri teim sendingum í almenna varpið sendir. Hetta kann vera av ideologsikum, átrúnaðarligum ella heilt øðrum orsøkum, ella tí tey leita sær hendan kunnleika sín á øðrum, m.a. útlendskum rásum, enntá aðrenn heimligu megna at senda hendan.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Um fíggjarligar avleiðingar av uppskotinum er ilt at meta nágreiniliga. Givið er tó, at stendur tað føroyinginum frítt at gjalda eftir hugi, dygd ella aðrari sannføring, vil tað eggja kringvarpinum og øðrum verandi ella nýggjum vørpum at bøta um sendingar sínar, fyri harvið at tryggja sær størst møguligan part av gjaldandi lurtaraskaranum. Og Public service sáttmálarnir, sum landsstýris­maðurin frítt fer at kunna gera við tey kringvørp, ið bjóða seg fram, verða uttan iva langt bíligari enn undir verandi fíggjarligu monopolstøðu, og ikki er óhugsandi, at hesir enntá kunnu gerast inntøkugevandi fyri landskassan.

 

Samstundis fer brótanin av núverandi generellu bindingum kringvarpsins til almenn krøv at bera eitt frælsi við sær, sum í røttum leiðsluhondum eigur at gera tað møguligt, við m.a. at lúka út í sendingum, at spara fíggjarkrevjandi arbeiðsorku.

 

Endaliga úrslitið av lógaruppskotinum kann sostatt, um rætt verður atborðið, gerast eitt fíggjarligt positivt íkast til landsbúskapin.

1. viðgerð 28. februar 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tan 12. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Jenis av Rana og Bill Justinussen hava lagt málið fram tann 8. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann  28. februar 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 13. mars og 10. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Rás 2, formannin í stýrinum fyri Kringvarp Føroya og stjóran í Kringvarpi Føroya.

 

Ein samd nevnd tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 18. apríl 2007. Uppskot frá Jenis av Rana um at beina málið aftur í nevnd fall 6-0-23. §§ 1 og 2 fullu 5-1-23. Málið avgreitt