Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
57. fundur
Ár 2007, hósdagin 15. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir
Heidi Petersen,
Finnur Helmsdal,
Annita á
Fríðriksmørk,
Johan Dahl,
Lisbeth L. Petersen,
Bill Justinussen,
Andrias Petersen, Vilhelm
Johannesen, Heðin Zachariasen
og Jørgen Niclasen,
Bjørn
Kalsø,
landsstýrismaður, og
Søren Christensen, ríkisumboðsmaður,
vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð av tingmáli nr.
49/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg
um almenna forsorg (forsorgarlógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-0.
Málið avgreitt.
2.
1. viðgerð av tingmáli nr.
54-1/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin
fyri fíggjarárið 2005
Málið beint í fíggjarnevndina
3.
Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður, svaraði
fyrispurningi nr.
100-21/2006 frá Óla Breckmann,
løgtingsmanni, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapenjónistum, arbeiðsinntøku og
marginalskatti
Málið
avgreitt.
4.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsen,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmál nr.
66/2006:
Uppskot
til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “forslag til lov om
ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.”
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 20. februar 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
1.
1. viðgerð av tingmáli nr.
57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan
Føroya
Málið verður beint í rættarnevndina.
2.
1. viðgerð
av tingmáli nr.
58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Málið verður beint í mentanarnevndina.
3. Framløga
Fundur lokin kl. 18.10
Edmund Joensen
løgtinsformaður
Marius Rein
skrivari