Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
44. fundur
Ár 2006, mikudagin 20. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
1. viðgerð
av tingmáli
nr.
50/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
ymsum skattalógum
(barnastuðul)
Málið beint í fíggjarnevndina.
2.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
51/2006: Uppskot til
løgtingslóg um
barnastuðul
Málið beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 50/2006 og nr. 51/2006 vórðu viðgjørd undir einum.
3.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 36/2006: Uppskot til
løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi
við lógarbundnar uppgávur
Uppskot frá Kára P. Højgaard um at
beina málið aftur í nevnd samtykt
15-0-13.
Málið beint aftur í rættarnevndina.
4.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri
Føroya
Formaðurin
boðaði frá, at Karsten Hansen,
løgtingsmaður, í skrivi, dagfest 20. desember 2006 hevur boðað frá, at hann ikki
longur er partur av tingmanningini hjá Tjóðveldisflokkinum.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 21. desember, 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í ymsum skattalógum (skattalætti)
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2006: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2007
4. Framløga
Fundur lokin kl. 13.35
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari