Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
4. fundur
Ár 2006, fríggjadagin, 11. august, kl. 10.00, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Bill Justinussen og Kristian Magnussen, løgmaður, Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi
Til viðgerðar:
1.
1. viðgerð av tingmáli nr.
3/2006: Uppskot til samtyktar um rætt til løn undir fráveru vegna sjúku hjá
børnum
Málið beint í trivnaðarnevndina.
Fundur
niðurlagdur kl. 12.20
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
2.
1. viðgerð av tingmáli nr.
1-2/2006:
Uppskot
til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2006
Málið beint í fíggjarnevndina.
3.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
løgtingsmenninir Heidi Petersen og
Tórbjørn Jacobsen hava vegna
Tjóðveldisflokkin lagt fram tingmál nr.
7/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap.
1. viðgerð av
tingmáli nr.
4/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og
javning av almannaveitingum, og 1. viðgerð av tingmáli nr.
6/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 15. august 2005, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
1.
1. viðgerð av tingmáli nr.
6/2006:
Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina.
2.
1. viðgerð av tingmáli nr.
7/2006:
Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina.
3. Framløga
Fundur lokin kl. 15.15
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari