4  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, ólavsøkudag, legði Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

 


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2002, verður gjørd henda broyting:
Í § 3 verður grundupphæddin til fólkapensjón hækkað úr "50.028" til "104.028" fyri støk og úr "39.756" til "82.956" fyri gift hvør, og samstundis verða orðini "Upphæddir fyri ár 2002" broytt til "Burtursæð frá grundupphæddunum til fólkapensjón, eru upphæddirnar fyri ár 2002.”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Hækkingin í grundupphæddini til fólkapensjón fær tó virknað, sum ásett í § 3.

 

§ 3

Til og við útgjaldingini av veitingum fyri desember 2006 verður grundupphæddin til fólkapensjón verandi:                 

fyri støk

kr. 50.028

og fyri gift hvør

kr. 39.756

 

Stk. 2. Frá og við útgjaldingini av veitingum fyri januar 2007 verður upphæddin:

fyri støk

kr. 74.028

og fyri gift hvør

kr. 58.956

 

Stk. 3. Frá og við útgjaldingini av veitingum fyri januar 2008 verður upphæddin:

fyri støk

kr. 92.028

og fyri gift hvør

kr. 73.356

                     

Stk. 4. Frá og við útgjaldingini av veitingum fyri januar 2009 verður upphæddin:

fyri støk

 kr. 104.028 

og fyri gift hvør

kr. 82.956"

 

Viðmerkingar:

Búskaparvøksturin seinnu árini hevur havt við sær eitt støðugt hækkandi livistøði hjá flestu føroyingum. Hetta er galdandi fyri so at siga allar samfelagsbólkar. Tó má ásannast, at tey, sum einans hava fólkapensjónina at líta á, ikki í sama mun hava fingið lut í betraða livistøðinum. Veruleikin er, at nógv nóg illa hava ráð til tað mest neyðuga í dagliga húsarhaldinum. Enn minni kunnu tey tí taka lut í nútíðarinnar vælferðartilboðum, og als ikki á sama hátt sum tey við arbeiðsinntøku. Støðugt hækkandi oljuprísir, eitt tyngjandi alment oljuavgjald, øktir eykaskattir so sum vegskattur og kringvarpsgjald er alt við til at tyngja um dagliga húsarhaldið hjá pensjónistunum. Og hóast skattalættar eru veittir ávísum samfelagsbólkum, koma hesir ikki fólkapensjónistum við ongari hjáinntøku til gagns – heldur eru dømi um, at skattalættarnir økja um eftirspurningin og harvið hækka prísirnir. Og tað er so bara steinur oman á byrðu hjá fólkapensjónistunum.

 

Uppskotssetarin metir, at fólkapensjónin er ov lág og ósømilig at bjóða teimum, sum gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava lyft samfelagið upp á núverandi støði. Teirra partur av ágóðanum er ov lítil og eigur at økjast. Hóast landsstýrissamgongan, sum nú hevur sitið størru helvtina av hesum valskeiði, hevur lovað batar, er alt ov lítil ferð á batunum. Við verandi lønarhækkingum og øðrum framstigum rennur samfelagið skjótari enn fólka­pensjónin megnar at fylgja við, og gjógvin millum arbeiðandi fjøldina og pensjónistarnar  breiðkast og dýpist.

 

Tí er neyðugt við djúptøknum politiskum átøkum beinanvegin. Fólkapensjónin átti longu í dag at verið á einum væl hægri støði. Eftir hesum uppskoti verður tað málið stigvíst nátt eftir trimum árum. Fyrsta árið verður størsta broytingin, og kemur hendan veruliga at muna. Tó er hon ikki nóg mikil í sjálvari sær, og tí er neyðugt eisini í 2008 og 2009 at hækka pensjónina fyri at lyfta fólkapensjónistarnar upp á eitt sámiligt fíggjarligt støði. Frá 1. januar 2009 fara allir fólkapensjonistar at hava eina pensjón, sum rúmkar um teirra fíggjarliga førleika í gerandisdegnum.

 

Tað eru ikki so fáir pensjonistar, sum við verandi fólkapensjón ikki hava nakran møguleika at gagnnýta sjálvsagdar hentleikar og møguleikar, sum nútíðin bjóðar. Slík hentleikaframbrot serliga innan tøkniliga økið høvdu gjørt gerandisdagin munandi fjølbroyttari og økt um lívsvirðið hjá teimum eldru. Somuleiðis innan onnur øki so sum ferðavinnuna eru møguleikarnir munandi øktir seinnu árini. Sum heild megna tey, sum bara hava fólkapensjónina at liva av, ikki at taka lut í fyrimununum av samfelags­menningini, hóast tey við síni arbeiðsmegi løgdu lunnarnar. Neyðugt er tí at dagføra livikor teirra eldru við at hækka pensjónirnar, so tey á jøvnum føti við øll onnur kunnu fáa størri gleði av vælferðarsamfelagnum.

 

Fíggjarligar avleiðingar
 

Í 2005 vóru  5.661 pensjónistar. Um 1/3 av hesum eru stakir verða bruttoútreiðslurnar hesar:

 

 

 

2007

2.008

2009

 

 

 

 

 

Hækking pr. mð.

 

 

 

Støk

 

2.000

1.500

1.000

Pør

 

1.600

1.200

800

 

 

 

 

 

Samlað útreiðsluøking (tús. kr.)

 

 

Støk

1887

45.288

33.966

22.644

Pør

1887

72.461

54.346

36.230

 

 

 

 

 

 

Tils.

117.749

88.312

58.874

 

 

 

 

 

 

Akkumulerað

117.749

206.060

264.935

 

 

 

 

 

 

Er marginalskatturin fyri pensjónistar í miðal 22 %, verða nettoútreiðslurnar hesar:

 

 

2007

2008

2009

 

 

 

 

Tils.

94.199

70.650

47.099

 

 

 

 

Akkumulerað

94.199

164.849

211.948

 

Broytingin hevur ongar umsitingarligar ella aðrar avleiðingar.

 

Viðmerkingar til einstøku greinarnar:

 

Ad § 1) Grundupphæddin til fólkapensjón hækkar, bæði fyri støk og fyri hjún. Sambært skiftisregluni í § 3 hendir hetta í trimum umførum, í 2007, 2008 og 2009.

 

Galdandi áseting um, at upphæddirnar í § 3 eru fyri ár 2002, verður sostatt ikki longur galdandi fyri grundupphæddina til fólkapensjón, men verður ikki strikað, tá hon gevur upplýsing um støddina á upprunaligu upphæddunum, og frá nær hesar vóru galdandi. Soleiðis ber til at rokna seg fram til, hvussu ofta upphæddirnar eru javnaðar. Ásetingin verður tí bara broytt soleiðis, at hon ger undantak frá grundupphæddunum til fólkapensjón.

 

Ad. §§ 2 og 3) Hóast lógin kemur í gildi, tá hon er kunngjørd, so fáa hækkingarnar í grundupphæddini ikki virknað fyrr enn ávikavist fyri útgjaldingina av veitingum fyri 1. januar 2007 og frameftir, 1. januar 2008 og frameftir og 1. januar 2009 og frameftir.

1. viðgerð 19. september 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 6. oktober 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 29. juli 2006, og eftir 1. viðgerð tann 19. august 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. og 28. september og 4. oktober 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Landsfelag Pensjónista og við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at arbeiðsmarknareftirlønargrunnurin pr. 1. januar 2007 hækkar til umleið kr. 2.000 um mánaðin, at játtanin til viðbót til ávísar pensjónistar hækkar við góðum kr. 5 mió. á fíggjarlógini komandi, og at viðbøturnar til fólkapensjónina komandi ár hækka við 4%.

 

Annars vísir meirilutin á, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í løtuni arbeiðir við einum pensjónsreformi, sum ætlanin er at leggja fram á ting í hesi tingsetuni.

 

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samstykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Finnur Helmsdal  og Annita á Fríðriksmørk) hevur hesar viðmerkingar: Minnilutin er av teirri áskoðan, at tað er átrokandi neyðugt at betra um korini hjá teimum, sum so at siga bara hava fólkapensjónina at liva av. Ein av fyritreytunum fyri, at fólkapensjónin kann gerast so munagóð, at allir fólkapensjónistar í Føroyum kunnu hava møguleikan at liva eitt gott lív, er, at samlaðaðu fólkapensjónsútreiðslurnar verða latnar teimum, sum antin ikki hava aðra inntøku ella bara somikið, at tað ikki munar. Tí metir minnilutin, at tað ikki er gongda leiðin at hækka grundarupphæddina, sum verður latin øllum borgarum 67 ár og eldri. Minnilutin loyvir sær at vísa á, at tað hevði verið munin skilabetri at raðfest soleiðis, at verandi fólkapensjónsútreiðslur, saman við komandi hækkingum, verða nýttar til teirra, sum hava lítið ella einki frammanundan.

Minnilutin vísir á uppskot Tjóðveldisfloksins um eina komandi pensjónsskipan og mælir til, at eitt samt ting samtykkir slíka so skjótt tilber. Nógv er, sum bendir á, at allir flokkar á tingi nú hava ásannað, hvussu gott og gagnligt uppskot Tjóðveldisfloksins er. Tað hevur tikið drúgva tíð hjá hinum flokkunum át ásanna hetta,  men fegnast vit allíkavæl almikið um tað. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lovað at koma við uppskoti um eina pensjónsskipan í hesum mánaðinum. Fer hetta ikki at eydnast, so stendur Tjóðveldisflokkurin til reiðar at leggja eitt pensjónsuppskot fyri tingið. Hetta sjálvt um hendan samgongan tykist hava sum eitt av aðalvørumerkjum sínum, at niðurgera og fella øll uppskot frá Tjóðveldisflokkinum á sosiala borðinum. Tjóðveldisflokkurin kennir tað sum skyldu sína at leggja munagóð og mennandi uppskot fyri tingið, og fer løgni, niðurbrótandi og borgaraóvinarligi atburðurin hjá samgonguni ikki at støðga okkum í hesum.

Minnilutin ásannar sum sagt, at tað er bráðneyðugt at skipa pensjónsøkið soleiðis, at øll, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum vegna aldur, hava møguleikan fyri einum góðum lívi. Minnilutin metir tó, at fyriliggjandi uppskot ikki er gongda leiðin. Minnilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum. 

 

Minnilutin (Bill Justinussen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 17. oktober 2006. §§ 1, 2 og 3 fullu 3-0-25. Málið avgreitt.