1-2  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2006

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
 

Ár 2006, ólavsøkudag, legði Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2006

 

 

 

 

                               § 8.  Almanna- og heilsumál o.a.

                                                             A. Yvirlit

 

Játtanar yvirlit

 

 

 

 

Tús. kr.

Netto

Útreiðslur

Inntøkur

 

Útreiðsluætlan

433

433

  -

 

Løguætlan

  -

  -

  -

 

Almannamál

433

  -

 

 

8.21.8.

Sosialar pensjónir................................

433

  -

 

  

                                                           B. Játtanir

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

    8.21.8.  Sosialar pensjónir

       21.8.08.  Umsorgararbeiði                                                               J:            5.306                  -  

                                                                                                      EYJ:          433                  -  

 

 

Viðmerkingar:

 

Sambært landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum vóru tað nøkur dagtilhald fyri eldri, sum uppfyltu treytirnar fyri at fáa stuðul, men ikki kundu fáa henda, tí játtanin var ov lítil í mun til ta upphædd, sum feløgini søktu um. Sostatt bleiv stuðul bert játtaður til verandi virksemi (tvs. tey, sum høvdu fingið stuðul frammanundan). Hetta hóast eitt av eldrafeløgunum, ið uppfyllir treytirnar og ongan stuðul fekk, seinni í ár kann halda 20 ára jubileum

 

Tey eldrafeløg, sum uppfyltu treytirnar og ongan stuðul fingu, eru Dagtilhaldini á Strondum, Leirvík, Saltangará, Nólsoy og Undirhúsið í Gøtu.

 

Talan er um eina stuðulsjáttan til dagtilhald, og lýsingin við treytum stendur í fjølmiðlunum. Tað er tí ein spurningur, um hetta er í samsvari við grundleggjandi rættargrundsetningar, at stuðulsjáttan bert verður latin til nøkur feløg, meðan onnur, sum uppfylla treytirnar, einki fáa.

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur ásannað tað óhepna, at øll dagtilhaldini, ið uppfyltu treytirnar, ikki fingu somu sømdir.

 

Sambært hesum uppskoti fáa tey fimm feløgini, sum uppfyltu treytirnar fyri at fáa stuðul 0,75 % av stuðulsupphæddini, søkt varð um. Hervið eru allar umsóknirnar um stuðul til dagtilhald avgreiddar á sama hátt, og feløgini javnsett.  

 

 

 

 

Umsókn

75%

 

 

 

 

1

Eldrafelagið undir Fjalli, Leirvík

162.000

121.500

2

Undirhúsið í Gøtu

30.000

22.500

3

Nón, Saltangará

160.000

120.000

4

Dagtilhaldið í Nólsoy

140.000

105.000

5

Dagtilhald á Strondum

85.000

63.750

 

 

 

 

 

 

 

432.750

 

 

1. viðgerð 11. august 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 6. oktober 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 29. juli 2006, og eftir 1. viðgerð tann 11. august er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  15. og 28. september og 6.  oktober 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst, at fleiri kærunevndaravgerðir hava verið viðvíkjandi stuðli til umsorgararbeiði. Talan er eisini um mál, sum verandi uppskot ikki leggur upp fyri. Kærunevndin hevur í trimum førum mælt landsstýrismanninum til at taka málini upp til nýggja viðgerð við støði í grundsjónarmiði um javnbjóðis rættindi.

 

Niðurstøðun hjá fíggjarnevndini er, at neyðugt verður at taka avleiðingarnar av kærunevndaravgerðini og játta neyðuga peningin.

 

Fíggjarnevndin heldur tað vera óheppið, at landsstýrismaðurin ikki sjálvur er komin í Løgtingið við uppskoti um eykajáttan, serliga tá upplýst er, at fyrsta kærunevndaravgerðin longu er tikin í juli mánaði. Tað kan ikki vera rætt, at borgararnir, skulu bíða eftir, at onkur einstakur tinglimur tekur málið upp, fyri at tryggja teimum teirra grundleggjandi rættindi.

 

Landsstýrismaðurin hevur rætt til í kunngerð at áseta “nærri reglur fyri virkseminum, ið er fevnt av lógini, harundir raðfesting og treytir fyri veiting av stuðli”, og landsstýrismaðurin hevur fingið teir pengar, sum hann ynskti á fíggjarlógini. Tað má tí vera ábyrgd landsstýrismansins at húsast innan fyri givnar karmar.

 

Fíggjarnevndin hevur gjørt landsstýrismannin varugan við meginregluna um útreiðsluneutralitet í sambandi við umsókn um eykajáttan. Nevndin hevur mælt til, at landsstýrismaðurin kemur við uppskoti soleiðis, at hendan meginregla kan haldast.

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst, at avleiðingarnar av avgerð kærunevndarinnar samlað fara at kostað kr. 815.582. Í løtuni standa kr. 47.118 eftir á kontuni, ið er partur av afturgjaldi av ov nógvan útgoldnum stuðli í 2005. Sostatt má verandi uppskot hækkast við kr. 336 tús.

 

Við hesum broytingum mælir fíggjarnevndin Løgtinginum til at samtykkja uppskot Sjálvstýrisfloksins og setir tí fram soljóðandi  

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

§ 8.  Almanna- og heilsumál o.a. 

 

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                          - Tús. kr. -

    8.21.8.  Sosialar pensjónir

       21.8.08.  Umsorganararbeiði                                                             J:            5.306                  -  

                                                                                                      EYJ:          769                  -  

 

 

 2. viðgerð 17. oktober 2006. Broytingaruppskot frá samdari nevnd til § 8 samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 25. oktober 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 95 frá 27.10.2006