Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

2. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 3. august 2005, kl. 9.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen og Jákup Mikkelsen vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í landbúnaðarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Yvirlandbúnaðarstevnuni
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.      Umrøða av løgmansrøðuni á ólavsøku.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.30
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Fundur niðurlagdur kl. 18.25
Fundur uppafturtikin hósdagin 4. august 2005 kl. 9.00
Fundur niðurlagdur kl. 12.01
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

      Umrøðan niðurløgd.

 

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-2/2005 til Søren Christensen, ríkisumboðsmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi politisku útsøgnum hansara um yvirtøkulógir og uttanríkispolitiskar heimildarlógir. 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 5. august 2005, kl. 9.30,  við hesi dagsskrá:

 

1.        Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina.

3.        Framhald av umrøðuni av løgmansrøðuni á ólavsøku

4.        Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.05 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 /Marius Rein
skrivari