Ólavsøkurøða løgmans 2005


101-1  Ólavsøkurøða løgmans á ólavsøku 2005

A. Framløga
B. Umrøða
 

Ár 2005, ólavsøkudag, helt Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ólavsøkurøðu sína í tinginum.

Harra formaður

Hvar enn vit eru stødd á politiska pallinum, so ynskja vit øll, at Føroyar skulu vera eitt gott land at búgva í – eitt vælferðarsamfelag.

Einar Føroyar við einari vælferð, sum ger, at vit øll eiga møguleikan til eitt virðiligt og virkið lív.

Føroyar eru eitt gott land at búgva í, eingin ivi um tað. Men í løtuni er tíverri stillstøða í búskapinum, og ikki allir partar í samfelagnum virka nóg væl.

At tíðirnar skifta, er einki nýtt fyribrigdi, tí føroyski búskapurin hevur altíð verið opin og ávirkaður av til dømis altjóða fiskaprísum, rentustigi og oljuprísum. Vit mugu tó sanna, at støðan í dag er øðrvísi, enn vit onkuntíð fyrr hava sæð. Alheimsgerðin við broyttum handilsmynstri landanna millum hóttir partar av okkara vinnu.

Lond, sum vit fyrr sóu sum fjarskotin og tilafturskomin, eru í dag okkara kappingarneytar. Hetta eru lond, sum hava eitt lønarstig, ið bert er ein brotpartur av okkara.

Vit noyðast tí at viðurkenna, at vit frameftir ikki kunnu byggja okkara kappingarføri á, um vit hava eitt lágt lønarlag, ella um vit hava eitt tilfeingi svimjandi kring oyggjarnar, men vit mugu alt meira byggja kappingarførið á okkara vitan og hegni til at skapa nýggjar vinnur, samstundis sum vit áhaldandi menna og betra um verandi vinnu.

 

Føroyar 2015

Føroyar standa á einum vegamóti.

Hetta krevur, at stórar politiskar avgerðir verða tiknar.

Tað eru avgerðirnar, vit taka nú, sum skulu vísa, um vit megna at tillaga okkum treytirnar í einum alheimsgjørdum búskapi.

Tað var í hesum anda, at landsstýrið um ársskiftið setti sær fyri at gera eina heildarætlan - eina strategi - fyri samfelagið. Eina ætlan, sum røkkur nógv longur enn hetta valskeiðið.

Ivaleyst hava fleiri hug at spyrja: ”Visjón fyri 2015 - og so ikki megna at loysa teir trupulleikar, sum hoyra degnum í dag til ? Hví 2015 og ikki 2005 ?”

Men kanska er tað júst tí, at vit ikki hava lagt dent á langtíðarætlanir, at vit ferð eftir ferð verða tikin á bóli av dagsins trupulleikum. Eru tíðirnar góðar, sum tær hava verið, so hava vit lyndi til ikki at síggja fram um nøsina, tí alt gongur jú upp á stás. Eru tíðirnar hin vegin verri, sum tær eru nú, so halda vit, at vit hava nóg mikið í dagsins trupulleikum. Úrslitið er so, at vit geva okkum ikki stundir til at taka stórar og framskygdar avgerðir.

Visjónin er, at Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í. Vit ynskja, at Føroyar skulu verða samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar sosialar skipanir tryggja øllum eitt virðiligt lív.

Skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt við greiðum og framsóknum ætlanum.

Eg vil nýta hetta høvið at taka fram nakrar høvuðstættir í tí ætlan, landsstýrið í løtuni arbeiðir við.

Fylgiskjøl - Fylgiskjal einskiljingar

Orðaskifti um løgmansrøðuna var 3. - 4. august 2005. Málið avgreitt.