27. fundur

Ár 2003, mikudagin 19. november kl. 13.38, varð tingfundur settur.

Løgtingsmaðurin Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, um at flyta umsitingina av Smyrli nærri brúkaranum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2003: Uppskot til løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-13/2003 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlan hjá Smyrli.
    Málið avgreitt.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-23/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um atkvøðugreiðslu um fyrispurning.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 20. november 2003, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðlsa um fyrispurning nr 100-23/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um atkvøðugreiðslu um fyrispurning
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2003: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne og Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig).
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  11. Svar upp á fyrispurning nr. 100-14/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðini um gjøld fyri veterinerar kanningar o.a.
  12. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.17

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari