26  Uppskot til  løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit

Ár 2003, 14. november, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS 

§ 1. Heimilað verður landsstýrismanninum at keypa partabrøv fyri í mesta lagi kr. 66.000 áljóðandi virði í Nordatlantisk Turistselskab ApS.
Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum at selja partabrøv fyri í mesta lagi kr. 22.000 áljóðandi virði, um so er, at avgjørt verður seinni at víðka um partaeigaraskaran í felagnum.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Endamálið við lógini er at fáa til vega materiella heimild fyri, at landsstýrismaðurin kann seta partapening í partafelagið Nordatlantisk Turistinformation (CVR-nr. 27231136), hvørs endamál serliga er at reka eina kunningartænastu á Norðurbryggjuni (Nordatlantens brygge) í Keypmannahavn. Kunningartænastan skal upplýsa um ferðavinnu í Íslandi, Føroyum og Grønlandi og reka aðra vinnu í hesum sambandi. Søkt er um fíggjarliga heimild at keypa partabrøvini í uppskotinum til eykajáttan fyri september (høvuðskonto 6.38.5.04).

Íslendska stjórnin hevur stovnað partafelagið og er í løtuni einasti partaeigari. Partapeningurin er áljóðandi kr. 132.000. Um so er, at Løgtingið tekur undir við at seta partapening í partafelagið, er ætlanin, at landsstýrismaðurin keypir helvtina av partapeninginum frá íslendsku stjórnini, t.e. kr. 66.000. Grønlendska landsstýrið hevur ikki enn tikið endaliga støðu til, um tað ynskir at luttaka í samstarvinum um kunningartænastuna. Um grønlendska landsstýrið seinni ger av at luttaka, er ætlanin, at tað kann keypa partabrøv frá føroyska landsstýrinum og íslendsku stjórnini, so partapeningurin verður býttur í tríggjar líka stórar partar, ið er kr. 44.000 hvør. Tí verður við lógaruppskotinum eisini biðið um heimild til at selja burturav partapeninginum, um so er, at víðkað verður um partaeigaraskaran.

Í nevndini fyri felagnum eru vald tvey umboð fyri Ísland og tvey fyri Føroyar. Talið á nevndarlimum kann økjast, um Grønland ger av at luttaka. Nevndin velur ein stjóra at standa fyri dagliga rakstrinum, og hevur sett ein fyribils stjóra.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1.  Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Landið kann sambært lógaruppskotinum keypa partabrøv fyri í mesta lagi kr. 66.000 áljóðandi virði í felagnum. Avtalað er við íslendsku stjórnina, at partabrøvini kunnu keypast í 2003 til kurs pari, treytað av, at neyðugi peningurin verður játtaður. Hetta merkir, at samlaðu útreiðslurnar verða kr. 66.000, um partabrøvini verða keypt í ár.

Afturat hesum verður ein ávísur kostnaður av at reka felagið. Hesin verður partvíst fíggjaður við sølu av atgongumerkjum, skreytlutum úr londunum, og við inntøkum frá útleigu av montrum, standarum o.ø. í hølunum. Inntøkurnar kunnu tó ikki fíggja allan rakstrarkostnaðin, og tí verður neyðugt hjá eigarunum at gjalda írestandi kostnaðin. Føroyski parturin av írestandi kostnaðinum er mettur at vera uml. kr. 200 tús. um árið, sum verður fíggjaður av játtanini til Ferðaráð Føroya, undirkonta fyri norðurlendskum samstarvi.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur væntandi positivar fíggjarligar avleiðingar fyri ferðavinnuna, tí kunningin um Føroyar sum ferðamannaland verður styrkt.

2.  Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

3.  Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

4.  Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5.  Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar. 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja, positivar

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

Nei

Nei

 

6. Ummæli
Uppskotið hevur ikki verið til ummælis.

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Í greinini verður heimilað landsstýrismanninum at keypa partabrøv fyri í mesta lagi kr. 66.000 áljóðandi virði í Nordatlantisk Turistselskab ApS, sum íslendska stjórnin hevur stovnað. Landsstýrið hevur skotið upp at játta peningin á eykajáttan í ár, og um Løgtingið tekur undir við uppskotinum, verður kostnaðurin av at keypa partabrøvini eisini kr. 66.000.

Í greinini verður eisini heimilað landsstýrismanninum at selja í mesta lagi kr. 22.000 áljóðandi virði burturav partabrøvunum, um avgjørt verður at víðka um partaeigaraskaran. Henda áseting er neyðug, tí um Grønland ger av at luttaka í felagnum, er ætlanin, at Ísland og Føroyar selja kr. 22.000 í part til grønlendska landsstýrið, so hvørt landið eigur partabrøv fyri kr. 44.000.

Til § 2:
Ongar viðmerkingar.

1. viðgerð 19. november 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 4. desember 2003 legði fram soljóðandi

 

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 14. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 19. november 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 4. desember 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Ferðaráð Føroya. Frá Ferðaráðnum fekk nevndin avrit av uppskoti til parteigarasemju millum íslendsku stjórnina og Føroya landsstýri, uppskoti til stovnaðarskjal við viðtøkum fyri felagið, og skitsu yvir kostnaðarætlan fyri rakstrinum av felagnum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 20. januar 2004, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.