22 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2003, 11. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
§ 1
Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 5. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
"§ 10b. Flutningsfeløg hava skyldu til at lata Toll- og Skattstovu Føroya góðsupplýsingar elektroniskt.
Stk. 2. Í serligum førum kann Toll- og Skattstova Føroya gera undantak frá stk. 1."
"Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at gera undantak frá hesi reglu, soleiðis at innflytarar kunnu fáa vørurnar beinleiðis útflýggjaðar. Treytirnar fyri hesum eru, at vørurnar verða tollavgreiddar elektroniskt, at peningatrygd verður veitt, og at tollur og avgjøld verða goldin innan eina nærri ásetta tíð. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetir nærri reglur viðvíkjandi teimum her tilskilaðu undantøkum "
"Í serligum føri kann Toll- og Skattstova Føroya eftir umsókn geva flutningsfeløgum loyvi at flyta vørur beinleiðis til móttakaran, treytað av at tollavgreiðslan verður gjørd elektroniskt, og at trygd frammanundan er veitt fyri tolli og avgjøldum. Flutningsfyritøkan ábyrgist fyri og hevur ábyrgd av, at tollur og avgjøld verða goldin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann áseta nærri reglur viðvíkjandi teimum her tilskilaðu undantøkum, umframt at áseta reglur um, hvussu skjøl viðvíkjandi tollavgreiðsluni skulu goymast."
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.
Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum lógaruppskoti fram
broytingar til tolllógina í sambandi við elektroniska tollavgreiðslu (eToll).
Høvuðsendamálið við elektroniskari tollavgreiðslu er at lætta um arbeiðið og mannagongdirnar hjá innflytarum, flutningsfeløgum, speditørum og Toll- og Skattstovu Føroya. Arbeitt hevur verið við at gera eina elektroniska tollskipan, sum ger tað møguligt hjá vinnuvirkjum og feløgum v.m. at tolla sjálvi yvir allnetið. Hetta merkir, at fyri tey, ið koma upp í skipanina, verður ikki neyðugt at fara á Toll- og Skattstovu Føroya við pappírunum fyri at tollgreiða vøruna. Tollingin fer fram á virkjunum sjálvum ella hjá teimum, ið av virkjum ella borgarum eru sett til at gera tollavgreiðsluna. Pappír, fílur v.m., ið skulu nýtast í sambandi við tollavgreiðsluna verða sostatt verandi á virkjunum og koma ikki Toll- og Skattstovu Føroya í hendi, uttan talan er um eftirlit.
Arbeitt hevur verið við tollautomatiseringsskipanini í 4 stigum:
1. stig
Var at kredittkundar vóru teir fyrstu, sum fingu loyvi til elektroniska
tollavgreiðslu. Grundin til, at kredittkundar vóru millum teir fyrstu, ið fingu hetta
loyvið, var fyri tað fyrsta, at online gjaldskipanin ikki var gjørd, og eisini tað, at
størsti parturin av innflutninginum er til kredittkundar.
Fyri góðum ári síðani var fyrsta stig í tollautomatiseringini liðugt. Í sambandi við hetta var loyvi givið til kredittkundarnar at tollavgreiða elektroniskt yvir skipanina hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Skipanin hevur virkað væl, og nú er ætlanin, at allir kredittkundar skulu tollgreiða elektroniskt.
2. stig
Flutningsfyritøkur skuldu kunna lata góðsupplýsingar inn elektroniskt. Arbeitt
hevur støðugt verið at menna skipanina, og annað stig er nú liðugt og hevur verið
royndarkoyrt í nakrar mánaðir.
Grundarlagið fyri allari tollavgreiðslu er góðsfráboðan frá flutningsfeløgunum og fakturin upp á vøruna. Umráðandi er, at innflytarin kann tollgreiða sína vøru so skjótt sum møguligt, og helst áðrenn vøran kemur til landið. Í løtuni verður góðsfráboðanin frá nøkrum flutningsfeløgum sendar til Toll- og Skattstovu Føroya hálvautomatiskt og frá øðrum manuelt. Av tí at móttøkan av sendingunum í dag bert er hálvt automatiserað, hevur hetta við sær, at upplýsingar um góðsfráboðanir ikki eru inni í skipanini hjá Toll- og Skattstovu Føroya, fyrr enn nakrar dagar eftir, at tær er sendar frá flutningsfeløgunum. Henda sending av góðsfráboðanum skal fult automatiserast, soleiðis at góðsfráboðanin verður send elektroniskt og kann nýtast av innflytaranum, so skjótt sum flutningsfeløgini hava sent góðsfráboðanina.
Ætlanin við hesum lógaruppskotinum er, at øll flutningsfeløg skulu senda góðsfráboðanirnar til Toll- og Skattstovu Føroya elektroniskt. Tá flutningsfeløgini skulu innlesa teirra góðsupplýsingar elektroniskt, skulu tey nýta eina skipan (eTrans), ið er framleidd soleiðis, at upplýsingar, ið verða sendar ígjøgnum skipanina, verða viðgjørdar í trúnaði.
Brúkararnir av skipanini avgreiða allar uppgávur á allnetinum. Fyri at brúka eTrans skulu flutningsfeløgini stovnast sum brúkarar av eTransskipanini, og hervið fær flutningsfyritøkan trygd fyri, at upplýsingar, ið verða sendar elektroniskt, verða viðgjørdar í trúnaði.
Farmaflutningur, sum verður framdur av øðrum flutningsfeløgum, enn teimum, ið vanliga flyta farm, so sum fiskiskipum v.m., kann verða skrásettur manuelt av Toll- og Skattstovu Føroya.
3. stig
Vinnuligir kontantkundar skulu koma við í skipanina. Undir hesum stigum verður
online gjaldskipanin gjørd og tøk til nýtslu í sambandi við elektroniska
tollavgreiðslu. Online gjaldskipanin verður væntandi liðug um ársskiftið 2003
2004. Tá verður høvi hjá vinnuligum kontantkundum at gera avtalu við Toll- og
Skattstovu Føroya um at tollavgreiða elektroniskt og gjalda tollrokningina beinanvegin
yvir allnótina. Gjaldskipanin verður ein heimagreiðsla, har kundin á heimasíðuni
hjá Toll- og Skattstovu Føroya kann gjalda tollrokningina við at flyta pening frá
egnari kontu í einum peningastovni til kontu hjá Toll- og Skattstovuni. Tá ið
tollrokningin er goldin, fær kundin eitt útflýggingarloyvi, ið skal nýtast, so at
vøran kann verða útflýggjað honum.
4. stig
Í 4. stigi verður møguligt hjá flutningsfeløgum ella speditørum at koma við í
skipanina. Væntandi kunnu speditørar koma í skipanina á vári 2004. Mælt verður tí
til í hesum lógaruppskoti at broyta § 13, stk. 3 í tolllógini soleiðis, at heimild
verður hjá speditørum at tollavgreiða elektroniskt fyri privatar kundar, ið ynskja at
innflyta vørur.
Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum
Fíggjarligar avleiðingar fyri bæði landið og vinnuna. Landið hevur longu
nú gjørt íløgur í ta nýggju skipana og kemur tað næsta árið at gera fleiri
íløgur. Kostnaður fyri skipanina er ca. 5 mió kr. Fyri vinnuna verða tað eisini
fíggjarligar avleiðingar, tó verður mett, at tað bert verða smærri beinleiðis
fíggjarligar avleiðingar í sambandi við tillagingar av forritum og í einstøkum
førum keyp av útbúnaði.
Umsitingarligir fyrimunir við elektroniskari tollgreiðslu eru millum annað, at tað verður lættari hjá vinnuni og møguliga eisini privatfólki, ið fáa speditør at tollavgreiða teirra innflutning. Fyri Toll- og Skattstovu Føroya verður minni avgreiðsluarbeiði og manuelt tastiarbeiði. Tá skipanin er innkoyrd, koma bæði vinna og umsiting at spara tíð og harvið eisini pening.
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar við sær ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri Ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Ja |
Umsitingarligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Ja |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei |
|
Kapittul 3. Serligar viðmerkingar
Nr. 1 og 2
Høvuðsreglan í hesi áseting er, at øll flutningsfeløg, ið flyta vøru til
Føroyar, hava skyldu til at lata góðsupplýsingar um vøruna. Upplýsingarnar skulu tey
flyta elektroniskt til Toll- og Skattstovu Føroya.
Hetta verður gjørt við, at flutningsfeløgini skulu innlesa teirra góðsupplýsingar elektroniskt, og skulu nýta eTransskipanina.
Brúkararnir av skipanini avgreiða allar uppgávur yvir allnetið. Fyri at brúka eTrans skulu flutningsfeløgini stovnast sum brúkarar av eTransskipanini, og fáa hervið trygd fyri, at tær upplýsingar, tey senda, verða viðgjørdar í trúnaði.
Tað er tó neyðugt at gera undantøk frá hesi høvuðsreglu. Undantak kann verða gjørt, tá ið serligar umstøður tala fyri tí. Serligar umstøður kunnu t.d. vera, tá ið fiskifør hava farm við sær, sum skal tollavgreiðast, og tá ið hesi før ikki hava atgongd til skipanina. Undantakið er serliga hugsað til onnur flutningsfeløg enn t.d. Føroya Leiðin, Eimskip, Atlantsflog v.m., og sum vanliga ikki hava so nógvan farm við sær. Í slíkum førum kann undantak gerast frá elektroniskari latan av góðsfráboðanum. Slíkur farmaflutningur, sum verður fluttur av øðrum flutningsfeløgum, verður latin Toll- og Skattstova Føroya, sum so skrásetur upplýsingarnar manuelt.
Nr. 3
Innflytarar, sum koma undir undantakið í hesi áseting, skulu tollavgreiða
elektroniskt. Henda áseting gevur heimild til, at innflytarar kunnu fáa vørurnar
útflýggjaðar beinleiðis uttan at gjalda tollrokningina, eisini nevnt kredittur.
Treytirnar fyri at koma undir kredittskipanina er, at ein trygd verður veitt, ið gevur
landskassanum trygd fyri tolli og avgjøldum, ið eru útistandandi. Eisini er neyðugt
við reglum um, at tollrokningin skal verða goldin innan eina nærri ásetta tíð.
Nr. 4
Henda áseting fevnir um, at Toll- og Skattstova Føroya eftir umsókn kann geva
flutningsfeløgum ella speditørum loyvi at flyta vørur beinleiðis til móttakaran,
treytað av at tollgreiðslan verður gjørd elektroniskt, og at trygd frammanundan er
veitt fyri tolli og avgjøldum. Verður loyvi givið, avgreiðir flutningsfyritøkan
tollgreiðsluna fyri kundan. Av tí at virkir og privat fólk lata tað upp í hendurnar
hjá eini flutningsfyritøku at avgreiða sendingina, ábyrgist flutningsfyritøkan fyri,
at tollur og avgjøld verða goldin. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann áseta
nærri reglur viðvíkjandi teimum her tilskilaðu undantøkum, umframt at áseta reglur
um, hvussu skjøl viðvíkjandi tollgreiðsluni skulu goymast. Skjøl sambært hesi
áseting eru bæði digital, digitaliserað og vanlig pappírs (fysisk) skjøl.
1. viðgerð 14. november 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. november 2003 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 14. november 2003 er tað beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 18. november 2003.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 20. november 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 25. november 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.
Ll.nr. 118 frá 01.12.2003