9 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2003, 7. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða hesar broytingar gjørdar:
"Stk. 3. Ein treyt fyri at fáa afturbering er, at lønin skal verða goldin inn til eitt avrokningarstað, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur góðkent."
"Stk. 4. Reiðaravirkið hevur ikki rætt til afturbering fyri lønir v.m.,
har avsláttur verður givin í føroyska skattinum."
"Stk. 5. Hevur reiðaravirkið fingið afturbering fyri tær lønir v.m. av
órøttum, skal ov nógv móttikin afturbering afturgjaldast til Toll- og Skattstovu
Føroya í seinasta lagi innan 1. í mánaðinum eftir, at kravið er útskrivað. Verður
afturberingin ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7% um mánaðin frá
1. degi, og til goldið er."
§ 63a, stk. 3-5 verða hereftir stk. 6-8.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum 6. november 2003.
Almennar viðmerkingar
Í hesum broytingaruppskotinum til Skattalógina mælir landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum til, at broytingar verða gjørdar viðvíkjandi treytunum fyri
FAS-afturbering.
Mælt verður til, at afturbering eftir § 63a í skattalógini til reiðarí fyri tað fyrsta skal vera treytað av, at lønirnar hjá manningini veruliga verða goldnar inn til eitt avrokningarstað, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur góðkent. Fyri tað næsta, skal afturberingin vera treytað av, at avsláttur ikki verður givin í føroyska skattinum frá inntøkuni hjá manningini. Henda seinna treytin er fyri at tryggja, at landskassin ikki skal hava tap av, at reiðarí, fáa afturbering, hóast landskassin onga inntøku fær.
Avleiðingar av lógaruppskotinum
Mett verður, at lógaruppskotið hevur við sær fyrisitingarligar avleiðingar. Mett verður, at tað er neyðugt hjá Toll- og Skattstovu Føroya at hava eftirlit við og gera broytingar í afturberingini, um Føroyar ikki fáa skattin av inntøkuni, sum manningin hevur. Eisini verður mett, at lógaruppskotið hevur við sær fyrisitingarligar avleiðingar fyri tey reiðarí, ið koma undir reglurnar. Reiðaríini eru møguliga ikki vitandi um, at afturbering er veitt, har manningin ikki hevur rindað skatt til Føroyar.
Torført er at meta neyvt um fíggjarligu avleiðingarnar av tilmæltu lógarbroytingunum, bæði fyri landið, kommunurnar og fyri reiðaríini. Fyri landið og kommunurnar kann sigast, at við hesum lógaruppskoti er ikki longur møguleiki fyri at hava tap upp á afturberingarskipanina.
Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær nakrar avleiðingar fyri umhvørvið, sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella avleiðingar fyri felagsskapir.
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna | |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Ja |
Ja |
Nei |
Nei |
Ja |
Fyrisitingarligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Ja |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
Nei |
Serligar viðmerkingar
Nr. 1
§ 63a, stk. 3
Skotið verður upp, at afturberingin er treytað av, at lønin verður flutt gjøgnum
eitt avrokningarstað, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur góðkent, tvs.
til góðkendar peningastovnar, soleiðis at lønin verður goldin um afturhaldsskipanina.
Tað er reiðaravirkið, sum hevur skyldu at flyta lønina um afturhaldsskipanina eftir
reglunum í § 63 í skattalógini. Nýggja ásetingin í stk. 3 merkir, at um
reiðaravirkið ikki flytur lønina um afturhaldsskipanina, so missir reiðaravirkið
rættin til afturbering.
§ 63a, stk. 4
Reiðaravirkið fær afturbering fyri tær lønir, sum reiðaravirkið rindar fyri
tænastu umborð á skipum, skrásettum í føroysku altjóða skipaskránni, ella fyri
tænastu umborð á bare-boat leigaðum skipum.
Henda løn er soleiðis grundarlagið fyri afturberingarprosentinum. Skotið verður upp, at reiðaravirkið bert skal hava rætt til afturbering fyri tær lønir, sum veruliga verða skattaðar í Føroyum.
Tá persónar ella feløg eru fult skattskyldug í Føroyum, skulu tey altíð geva upp alla inntøku í Føroyum. Talan kann tó vera um, at Føroyar í tvískattasáttmála hava bundið seg til at geva avsláttur í føroyska skattinum fyri inntøku, sum hevur tilknýti til annað land. Talan kann eisini vera um, at Føroyar eftir § 154 í skattalógini skulu geva avsláttur í føroyska skattinum.
Fyri at geva eina mynd av, hvørja avleiðing orðingin av reglunum hevur í dag, skal at enda verða víst á nøkur dømi:
Dømi nr. 1
Føroyingur umborð á FAS-skrásettum skipi. Einki annað land krevur keldulandsskatt
av hýruni. Ávíst hýra: kr. 200.000, § 25 a frádráttur á 15%, kommunuskattur á
20%.
Ávíst hýra | 200.000 kr. |
Kommunuskattur | 30.200 kr. |
Landsskattur | 29.990 kr. |
Kirkjuskattur | 510 kr. |
Skattur tilsamans | 60.700 kr. |
Afturbering til reiðaravirki | 56.000 kr. |
Eftir til land og kommunu eru | 4.700 kr. |
Dømi nr. 2
Útlendingur við sama skipi. Ávíst hýra: 200.000, § 25 a frádráttur á 15%,
skattur á 42%.
Skattur | 71.400 kr. |
Afturbering | 56.000 kr. |
Eftir til land og kommunu eru | 15.400 kr. |
Taka vit dømi við hesum somu persónum einaferð afturat, men hesaferð siga, at skipið siglir í útlendskum sjóøki, og tað landið sambært egnum reglum hevur rætt til at skatta hýru fyri arbeiði á teirra meginlandsøki við t.d. 35%, skulu Føroyar geva avsláttur í føroyska skattinum svarandi til tann føroyska skattin, sum fellur á útlendsku inntøkuna, tó í mesta lagi tað, sum er goldið uttanlands (kreditt-avsláttur).
Dømi nr. 3
Hetta merkir fyri persónin í dømi nr. 1:
Kommunuskattur | 30.200 kr. |
Landsskattur | 29.990 kr. |
Kirkjuskattur | 510 kr. |
Skattur tilsamans | 60.700 kr. |
Avsláttur 35% av kr. 200.000 og í mesta lagi kr. 60.700, tvs. avsláttur | 60.700 kr. |
Afturbering til reiðaravirki | 56.000 kr. |
Eftir til land og kommunu eru | -56.000 kr. |
Dømi nr. 4:
Skattur | 71.400 kr. |
Avsláttur 35% av kr. 200.000og í mesta lagi kr. 70.000, tvs. ávsláttur | 70.000 kr. |
og skattur | 1.400 kr. |
Afturbering | 56.000 kr. |
Eftir til land og kommunu eru | -54.600 kr. |
Tí er sett sum treyt, fyri at reiðarafelag fær afturbering, at Føroyar ikki avtaka føroyska skattin fyri inntøku, sum er grundarlagið undir afturberingini. Reiðaravirkið hevur við ásetingini ikki rætt til afturbering fyri lønir v.m., har avsláttur verður givin í føroyska skattinum. Føroyar missa skattin av lønarinntøku, um lønmóttakarin hevur fingið kreditt ella kemur undir reglurnar um eksemptión í tvískattasáttmálum, ella har Føroyar á annan hátt ikki fáa skattin.
§ 63a, stk. 5
Reiðarafelag, sum hevur fingið afturbering av lønum v.m. har tað eftirfylgjandi
vísir seg, at Føroyar hava mist skattin ella har felagið ikki hevur rætt til
afturbering, skulu afturgjalda ov nógva útgoldna afturbering. Hevur reiðaravirkið
fingið afturbering, ið tað ikki hevði rætt til, skal ov nógv móttikin afturbering
afturgjaldast beinanvegin. Tað er ikki ein treyt í lógini, at krav um afturgjalding
skal verða útskrivað av Toll- og Skattstovu Føroya. Reiðarafeløg, ið hava
móttikið afturbering av órøttum, kunnu, uttan at krav er útskrivað, gjalda
afturberingina aftur av sínum eintingum, tó í seinasta lagi innan 1. í mánaðinum
eftir, at kravið er útskrivað. Verður afturberingin ikki goldin rættstundis, verður
renta roknað við 0,7% um mánaðin frá 1. degi, og til goldið er. Kravið skal vera
goldið innan 1. í mánaðinum eftir, tvs. í seinasta lagi tann 30. ella 31. í
mánaðinum, sum kravið er útskrivað í. Renturokningin byrjar tann 1. í mánaðinum
og verður tilskrivað tann 1.í mánaðinum, til goldið er. Afturbering, rentur v.m.,
ið ikki verða goldin rættstundis, kunnu krevjast inn eftir reglunum í skattalógini.
1. viðgerð 12. november 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. november 2003 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 12. november 2003 er tað beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 18. november 2003.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 20. november 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 25. november 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.
Ll. nr. 115 frá 01.12.2003