26. fundur

Ár 2003, týsdagin 18. november kl. 13.38 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen og Gerhard Lognberg, og Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Heðini Zachariasen og Nikláa Petersen, til §§ 1 og 2 samtykt 16-0-14. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2003: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Midlertidig Bestemmelse om Brug og Udleje af Skibe hjemmehørende på Færøerne og Midlertidig Bestemmelse om Benyttelse af Fartøjer.
    §§ 1, 2 og 3 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Málið beint í rættarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
    Málið beint í rættarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2003: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevnd hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 9/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), nr. 10/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, nr. 16/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, nr. 19/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, nr. 20/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., nr. 21/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (broytt rentustig) og nr. 22/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-22/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, um at flyta umsitingina av Smyrli nærri brúkaranum

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 19. november 2003, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, um at flyta umsitingina av Smyrli nærri brúkaranum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíðarundirvísing.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2003: Uppskot til løgtingslóg um at keypa partabrøv í Nordatlantisk Turistselskab ApS.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2003 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlan hjá Smyrli.
  6. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.00.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari