aftur, heim, fram

 

Hølisviðurskifti tingsins

 

Tingið hevur síðan 1854, t.e. 2 ár eftir, at tingið varð endurreist, hildið til í Tinghúsinum á Tinghúsvegnum. Tá tingið varð umbygt í 1977, ognaði Løgtingið sær “Gamla Apotek” á Áarvegnum, og fingu  flokkarnir hølir  har, eins og fundarhøli vórðu innrættað til at hava nevndarfundir í. Tá tingið fekk egna umsiting í 1987, fekk eisini hon innivist  á “Gamla Apoteki”, til  hon í 1998 í flutti inn í leigað høli í Erling Jallsgøtu á “Gomlu Dimmu”.

 

Í 1998 varð útskrivað arkitektakapping um nýtt tinghús. Tinghúsið kundi verða partur av uppskotinum ella verða bygt á sama staði, og skuldi telefonhúsið, sum gjørdist ogn tingsins í 1998, verða partur av tinghúsinum. Sambært vinnandi uppskotinum skuldi tinghúsið takast niður og eitt nýtt tinghús úr kopari og glasi byggjast. Undirtøka var hvørki millum tingmenn ella manna millum fyri at fara undir verkætlanina.

 

Í staðin varð í  2000 gjørt av at fara undir at umbyggja og umvæla tingsins ognir. Vinnararnir av arkitektakappingini, Heidi H. Poulsen og Karl Jacob Danielsen, vórðu bidnir um at standa fyri verkætlanini, sum er í trimum stigum.

Tá farið var undir verkætlanina, var stórur partur av virkseminum hjá Føroya Tele framvegis í telefonhúsinum. Avtala varð gjørd við FT um flytan úr húsinum, og um árskiftið  2004/2005 er alt virksemið hjá FT flutt úr húsinum undantikið virksemið í kaðalkjallaranum, har telefonnetið í Havn er savnað.

1. byggistig fevndi um umvæling av tinghúsinum uttan, t.e. nýggj vindeygu, klædning og nýtt tak. Hetta arbeiðið var liðugt á heysti  í 2000.

2. byggistig fevndi um nýinnrætting av tinghúsinum innan, bygging av millumbygningi millum Tinghúsið og Telefonhúsið og innrætting av teim hølum,  sum FT kundi flyta úr beinanvegin.

Nýinnrættaði tingsalurin varð tikin í nýtslu 15. mai 2002, tá tingið helt sín 1. fund eftir valið 30. apríl 2002. Meðan umbyggingin fór  fram, vórðu tingfundir hildnir í Útvarpshøllini, t.e frá ólavsøku 2001 til 15. mai 2002. Hetta varð eisini gjørt eitt stutt tíðarskeið á heysti 2000, meðan Tinghúsið varð umvælt uttan.

Ovasta hædd á telefonhúsinum er innrættað til  umsiting Løgtingsins. Í millumbygninginum eru 3 fundarhøli og forhøll og í kjallarahædd garderoba og WC til tingmenn og onnur, sum koma í tingið. Fyribils uppihaldsrúm er gjørt til tingmenn í telefonhúsinum, men verður hetta broytt seinni.

3. byggistig, sum ætlanin er at fara undir í 2005, fevnir um innrætting av restini av telefonhúsinum

Á Gamla Apoteki eru nú  nevndarhøli hjá fíggjarnevndini og skrivstovur hjá flokkunum á tingi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

aftur, heim, fram