aftur, heim, fram

 

Rakstur Tingsins

 

Reglur um samsýning til tingmenn

Reglurnar um samsýningar v.m. eru ásettar í løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.

 

Tá henda lóg kom í gildi 1. mars 1999, hevði hetta við sær rættiliga stóra lønarhækking hjá tingmonnum, og vóru eftirlønaviðurskiftini eisini broytt til tað betra.

Endamálið við lógini var tó ikki bara at geva tingmonnum betri lønarkor, men eisini ein liður í eini menningarætlan hjá tinginum at betra um arbeiðskorini hjá tingi og tingmonnum. Tingsessurin verður nú roknaður sum eitt starv, og skulu tingmenn í almennum starvi í mesta lagi arbeiða ½ tíð og hava krav um fult farloyvi. Eingin samsýning verður veitt fyri nevndarfundir, og verða allir nevndarfundir nú hildnir í vanligari arbeiðstíð.

 

Løgtingsmenn fáa samsýning samsvarandi 34. lønarflokki í tænastumannalógini, og var lønin 1. oktober 2004 kr. 31.324 um mánaðin. Umframt lønina fáa tingmenn eitt skattafrítt ískoyti upp á 2.000 kr. um mánaðin, sum er ætlað til útreiðslur til telefon, telduútgerð v.m.Tingmenn, sum búgva uttan fyri Havnina, fáa eisini eitt skattafrítt kostnaðarendurgjald til ferðing og uppihald í Havn, tá tingfundir eru. Kostnaðarendurgjaldið er roknað við støði í 100 tingdøgum um árið og við grundarlagi í reglunum hjá Fíggjarmálaráðnum um ferðing og dagpengar innanlendis.

Tingmenn vinna sær eisini rætt til eftirløn. Skipanin er nakað tann sama sum hjá tænastumonnum. Fyri hvørt árið, tingmaður hevur sæti á tingi, forvinnur hann sær ávíst % av lønini til eftirløn, og eftir 16 árum á tingi hevur tingmaður rætt til hægstu eftirløn, sum er 60% av tingmannalønini. Eftirlønin verður goldin frá tí, fyrrverandi tingmaður fyllir 67 ár. Tingmaður kann tó fáa eftirløn, tá hann er 60 ár, um hann, tá hann fer frá, hevur havt sæti so leingi á tingi, at aldur hansara saman við árunum á tingi faldað við 2 geva meira enn 95 ár.

Eftirlivandi hjúanafelagi eftir tingmann fær eftirløn, sum er 74% av tí eftirløn, tingmaðurin hevði havt rætt til. Um tingmaður ella eftirløntur tingmaður doyr og hevur børn undir 21 ár, fáa hesi barnaeftirløn, sum er umleið 25.000 um árið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

aftur, heim, fram