Inngangur                                                                                                            næstu síðu

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Løgtingið gjørdi sína fyrstu ársfrágreiðing í 2003, og var hon fyri tingárið 2002.

Frágreiðingin var givin út í einum lítlum bóklingi stutt fyri jól í 2003, og varð hon samstundis løgd á heimasíðu tingsins.

 

Hetta eru onnur  ársfrágreiðing tingsins, og fevnir  hon um tingárini 2003 og 2004.

 

Endamálið er eins og við fyrstu frágreiðingini at geva tingmonnum, landsstýrismonnum, fjølmiðlum og øðrum áhugaðum eitt atkomiligt yvirlit yvir virkið hjá tinginum

 

Frágreiðingin er tó nakað broytt í mun til ta fyrstu.

Hon verður ikki givin út í bók, men bert løgd á heimasíðu tingsins, orsøkin til hetta er, at staðfestast kann, at áhugin fyri frágreiðingini hevur verið lítil, og er tað ofta lættari at leita sær upplýsingar á netinum heldur enn at fáa fatur á ein bóklingi.

Um fólk ynskja at fáa eina útskrivt eru tey vælkomin at venda sær til Løgtingið tí viðvíkjandi.

  

Edmund Joensen

løgtingsformaður


 

 

 

Formansskapur og nevndir

Tingmenn, flokkar og nevndir

Tingarbeiði

Altjóða Samstarv

Floksskrivarar

Umsiting tingsins

Stovnar undir tinginum

Upplýsingarvirksemi Løgtingsins

Hølisviðurskifti tingsins

Rakstur Tingsins

Yvirlit yvir rakstrarútreiðslur tingsins