aftur, heim, fram

 

Upplýsingarvirksemi Løgtingsins

 

Løgtingið var millum teir fyrstu almennu myndugleikarnar í Føroyum, sum stovnsetti sína egnu heimasíðu á internetinum, www.logting.fo. Hon fór at virka á ólavsøku 1998 og hevur síðan stovnsetingina ment seg og er nú helst ein av mest víðfevndu almennu heimasíðunum í Føroyum.

Á heimasíðuni finst dagsskráin fyri tingfundir, og til ber at lurta eftir orðaskiftinum beinleiðis á internetinum.  Orðaskiftini, sum verið hava, verða eisini goymd soleiðis, at seinni kann farast á internetið at lurta. Gerðabøkur tingsins liggja  somuleiðis á internetinum.

Uppskotini, álit í málunum, møgulig broytingaruppskot og yvirlit yvir, hvussu hvør einstakur tingmaður hevur atkvøtt, eru tøk á heimasíðuni so skjótt, sum tey eru framløgd.

Virksemið hjá nevndunum verður lýst á heimasíðuni. Dagsskráir og gerðabøkur hjá nevndunum eru tøkar, og øll skjøl, sum nevndarlimirnir fáa handað, verða løgd alment út á heimasíðuni.

Upplýsingar eru um lívsleiðirnar hjá tingmonnum, og hvørjir tingmenn manna tingnevndirnar.

Gomul tingmál finnast á heimasíðuni. Løgtingstíðindi frá 1880 til 2002 eru avprentað og løgd á heimasíðuni. Hetta er rúgvusmikið tilfar, yvir 70.000 blaðsíður. Leitiskipan er gjørd at leita í tingtíðindum aftur til 1936. Leitast kann eftir uppskotssetara, evni og hvør ríkis- ella løgtingslóg kom burturúr.

 


 

Orðaskiftini á tingi verða send beinleiðis í sjónvarpinum, tá ið sjónvarpið annars ikki sendir. Tingfundir eru almennir, men hesin møguleiki verður sum heild ikki nógv brúktur uttan so, at okkurt serligt er, og kemst hetta helst av, at fjølmiðlarnir gera samandrátt av tí, ið fyriferst á tingi, og at til ber at hoyra orðaskiftið bein­leiðis.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 aftur, heim, fram