aftur, heim, fram

 

Stovnar undir tinginum

 

Landsgrannskoðanin
Landsgrannskoðanin virkar sambært løgtingslóg nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. Løgtingið velur løgtingsgrannskoðararnar millum limir sínar, og eru teir fýra í tali, Hergeir Nielsen, formaður, Sverri Midjord, næstformaður, Olav Enomoto og Óli Breckmann.

Løgtingsgrannskoðararnir ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg. Teir ansa eftir, at roknskapurin er rættur, at tær avgerðir, sum roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi galdandi reglum v.m., og at hóskandi er atborið fíggjarliga.

Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum verður grundað á eina roknskapargrannskoðan, sum landsgrannskoðarin stendur fyri. Landsgrannskoðarin, Leivur Harryson, er tilnevndir av formansskapi Løgtingsins eftir tilmæli frá løgtingsgrannskoðarunum.  Landsgrannskoðarin er eisini skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum og stuðlar teimum í arbeiði teirra.

 Í seinasta lagi 14 mánaðir aftaná, at fíggjarárið er liðið, leggja løgtingsgrannskoðararnir fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum v.m. saman við viðmerkingum sínum.

10 fólk starvaðust hjá landsgrannskoðaranum við árslok 2004.

 

Løgtingsins umboðsmaður

Umboðsmaður Løgtingsins virkar sambært løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000. Hann hevur til uppgávu at hava eftirlit við, at landsfyrisitingin og kommunalu fyrisitingarnar ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann senda umboðsmanninum klagu, og umboðsmaðurin kann eisini sjálvur taka eitt mál til viðgerðar og fremja neyðugar kanningar í hesum sambandi.

Umboðsmaðurin verður valdur fyri eitt fimm ára skeið, og er Joen H. Andreassen, fyrrverandi sorinskrivari, valdur sum fyrsti umboðsmaður í Føroyum fyri tíðarskeiðið 1. januar 2001 til 31. desember 2005.

Umboðsmaðurin letur Løgtinginum ársfrágreiðing um arbeiði sítt. Frágreiðingin verður almannakunngjørd fyri 1. juli á hvørjum ári.

Tvey fólk starvaðust hjá umboðsmanninum við árslok 2004.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

aftur, heim, fram