aftur, heim, fram

 

Umsiting tingsins

 

Frá tí, at Føroyar fingu heimastýri í 1948, og til á sumri 1987 tók Landsskrivstovan  sær av øllum umsitingaruppgávum og nevndarskrivarauppgávum tingsins. Landsskrivstovan var skrivstovan hjá landsstýri og landsstýrismonnum.

Í 1987 varð Løgtingsskrivstovan sett á stovn til at taka sær av umsitingar- og nevndarskrivara­uppgávum tingsins. Hvat viðvíkur tingskrivaraarbeiðnum var hetta framvegis ein uppgáva, sum 2 løgtingsmenn, valdir av tingingum, tóku sær av.

Tá nýggja stýrisskipanin kom í gildi í 1995, samtykti tingið eisini nýggja tingskipan, og í ting­skipanini §§ 20-22 eru endamál og karmar fyri skrivstovustjóra Løgtingsins og harvið umsiting tingsins ásett.

 

Uppgávurnar eru í stuttum hesar:

ˇ        Skrivari í tinginum

ˇ        At vera skrivari hjá formansskapi, løgtingsnevndunum og sendinevndum Løgtingsins í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum.

ˇ        At veita løgfrøðisliga hjálp til løgtingsformannin, løgtingsnevndir, flokkar og tingmenn

ˇ        At kanna eftir, at øll mál, sum verða løgd fyri tingið, eru løgfrøðisliga og málsliga røtt.

 

Umframt hesar uppgávur, sum eru beinleiðis knýttar at løgtingsarbeiðinum, tekur umsitingin við ábyrgd mótvegis løgtingsformanninum sær av  øllum rakstri tingsins.

 

Umsiting tingsins telur  11  fólk, og eru  ársverkini 10,25. Haraftrat koma 2 reingerðarfólk við 1,4 ársverkum. Av starvsfólkunum eru 3 løgfrøðingar, 1 búskaparfrøðingur, 6 skrivstovufólk og ein húsavørður.

 

Skjalainnlit

Lógirnar um alment innlit og fyrisitingarlógin eru ikki galdandi fyri virksemi tingsins.

Til tess at skapa gjøgnumskygni í tingarbeiðið gjørdi formansskapurin í 1999 reglur fyri innliti í arbeiði tingsins, og komu hesar reglur í gildi á ólavsøku í 1999.

Reglurnar eru hesar:

ˇ        Brøv o.a. frá landsstýrismanni, landsumsiting, øðrum almennum myndugleikum og privatum felagsskapum eru almenn, um ikki tey eru merkt "í trúnaði". Tó skulu øll skjøl til uttanlandsnevndina sum útgangspunkt viðgerast sum trúnaðarskjøl uttan mun til, um tey eru merkt "í trúnaði" ella ikki. Nevndarskrivarin tekur síðan saman við formanninum støðu í hvørjum einstøkum føri.

ˇ        Øll lønarviðurskifti hjá tingmonnum eru almenn, t.e. løn, aðrar samsýningar, endurgjald fyri ferðautreiðslur v.m. Hinvegin vera læknaváttanir v.m. viðgjørdar í trúnaði.

ˇ        Skjøl, sum viðvíkja skrivstovuni, verða viðgjørd eftir reglunum í fyrisitingarlógini og í lógini um alment innlit.

Somuleiðis er gjørt av, at m.a. brøv, sum koma undir regluna um innlit eftir pkt. 1, og sum hava tilknýti til viðgerðina av einum løgtingsmáli, verða løgd á heimasíðu tingsins.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 aftur, heim, fram