aftur, heim, fram 

 

Floksskrivarar

Eitt annað lið í ætlanini um at menna tingarbeiðið var at seta á stovn floksskrivaraskipanina.

Formansskapur tingsins gjørdi í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2000 av at seta á stovn skrivstovur til flokkarnar á tingi, og varð reglugerð hesum viðvíkjandi samtykt á fundi í formansskapinum í januar 2000 og broytt í mars 2000. Endamálið við skipanini er at gera arbeiðsumstøðurnar hjá flokkunum á tingi betri.

Hvør flokkur fær í stuðli eina grundupphædd, sum upprunaliga var kr. 65.000,-, harumframt verða latnar kr. 35.000,- fyri hvønn tingmann meira enn ein. Minst helvtin av upphæddini skal nýtast at løna skrivara við, og kann hin helvtin so nýtast til útgerð v.m. Árliga upphæddin verður javnað við miðal lønarvøkstrinum.

Skipanin hevði eina heldur treka byrjan, men hava allir flokkar nú fingið sína skrivstovu.

Hvør flokkur skal útnevna ein tingmann, sum hevur ábyrgdina av skipanini, men verður umsitingin av lønum og øðrum útreiðslum avgreidd av umsiting tingsins.

Umframt reglugerð um sjálva skipanina eru eisini gjørdar vegleiðandi reglur fyri, hvussu floksskrivarar verða løntir.