aftur, heim, fram 

 

Altjóða Samstarv

 

 

Norðurlandaráðið

Føroyar hava tveir limir í Norðurlandaráðnum, og eru teir valdir eftir løgtingslóg nr. 33 frá 26. juni 1973 um sendinevnd Føroya í Norðurlandaráðnum, sum broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 10. mai 1984. § 2 ásetir, at Løgtingið velur limir til Norðurlandaráðið, tá ið løgtingsval hevur verið og annars við byrjan av hvørjari tingsetu.  Tann 5. august 2002 vórðu Jógvan við Keldu (ff) og Jóannes Eidesgaard (jvf) valdir til fastar limir, sum tiltakslimir ávikavist Jógvan á Lakjuni (ff) og Katrin Dahl Jakobsen (jvf). Eftir valið 2004 vóru tann 11. februar 2004 Óli Breckmann (ff) og Kári P. Højgaard (sjf) valdir til fastar limir, tiltakslimir eru ávikavist  Jørgen Niclasen (ff) og, Lisbeth L. Petersen (sbf). Hesi somu vórðu afturvald tann 12. august 2004. Føroysku limirnir eru partur av sendinevnd Danmarkar í Norðurlandaráðnum.

 

Norðurlandaráðið hevur fimm nevndir, og eru hesar:

ˇ        Mentanar- og útbúgvingarnevndin

ˇ        Trivnaðarnevndin

ˇ        Medborgara- og brúkaranevndin

ˇ        Umhvørvis- og náttúrutilfeingisnevndin og 

ˇ        Vinnunevndin

 

Føroyar eru umboðaðar í mentanarnevndini og umhvørvisnevndini soleiðis, at Óli Breckmann er limur í mentanarnevndini og Kári P. Højgaard í umhvørvisnevndini.

 

Ætlanin við nýggja bygnaðinum í ráðnum, sum fór at virka 1. januar 2002, er, at betri samband skal vera millum Norðurlandaráðið og tingini í Norðurlondum. Ætlanin er, at samband skal vera millum tær einstøku nevndirnar í Norðurlandaráðnum og tingnevndirnar í Norðurlondum, og at nevndirnar í Norðurlandaráðnum javnan skulu fáa kunning um, hvørji mál verða viðgjørd í tjóðarnevndunum, og somuleiðis at tjóðarnevndirnar eisini skulu kunnast um, hvat somu nevndirnar í Norðurlandaráðnum viðgera. Hetta fyri at sleppa undan, at Norðurlond byggja upp skipanir eftir ymiskum grundleisti hvør hjá øðrum. Endamálið er, at skulu Norðurlond virka sum ein eind, so er neyðugt, at hesi lond byggja á somu grundsjónarmið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Útnorðurráðið

 Útnorðurráðið er samstarvsfelagsskapur millum Løgtingið, Landstingið og Altingið. Stevna ráðsins er:

a.       at samstarva um áhugamálini hjá londunum í Útnorði.

b.      Saman at varða av tilfeingi og mentan í londunum í Útnorði, hjálpa til at menna áhugamál í Útnorði um stjórnir og landsstýri, ikki minst, tá ið álvarsom mál stinga seg upp um, hvussu tilfeingið skal skipast, dálking o.a.

c.       Fremja samstarv hjá stjórnum og landsstýrum í Útnorði.

d.      At arbeiða saman við Norðurlandaráðnum og vera millumliður í áhugamálum hjá londunum í Útnorði í norðurlendskum samstarvi.

 

Fyri virki Útnorðurráðsins er galdandi Sáttmálaskjal um Útnorðurráðið, samtykt á Løgtingi 26. mai 1997. Ráðið virkar sbr. serligari starvsskipan. Útnorðurráðið hevur skrivstovu í Reykjavik og sína egnu heimasíðu.

 

Løgtingið velur 6 limir í ráðið, Altingið 6 og Landstingið 6. Í føroysku sendinevndini vóru til valið 2004: Jógvan á Lakjuni (ff), Heðin Mortensen (sbf), Henrik Old (jvf), Kári P. Højgaard (sjf), Rúni Hentze (tjf) og Jenis av Rana (mf). Varalimir vóru: Jørgen Niclasen (ff), Alfred Olsen (sbf), Kristian Magnussen (jvf), Heðin Zachariasen (ff), Niklái Petersen (tjf) og Heini O. Heinesen (tjf). Føroyska sendinevndin hevði skipað seg við Jógvan á Lakjuni sum formanni. Eftir valið 2004 vórðu tann 5. februar 2004 hesir valdir í føroysku sendinevndina: Alfred Olsen, (sbf), Poul Michelsen (ff), Henrik Old (jvf), Kári P. Højgaard (sjf), Høgni Hoydal (tjf) og Jenis av Rana (mf). Varalimir eru: Olav Enomoto (sbf), Heðin Zachariasen (ff), Andrias Petersen (jvf), Jákup Mikkelsen (ff), Annita á Fríðriksmørk (tvf) og Bill Justinussen (mf). Føroyska sendinevndin hevur skipað seg við Henrik Old sum formanni.

 

Á ársfundinum á Eiði í august 2003 varð Jonathan Motzfeldt valdur til formann, og á ársfundinum í Narsarsuaq í august 2004 varð Birgir Ármannsson valdur  formaður.

 

Formansskapurin í Útnorðurráðnum verður valdur á hvørjum ársfundi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Samstarvsnevndin

Í kreppuárunum í byrjanini av 1990unum, tá viðurskiftinini millum Føroyar og Danmark ikki altíð vóru av tí besta, var skipaninin við einum árligum samstarvsnevndarfundi millum formansskapin í Fólkatinginum og formansskapin í Løgtingium fingin í lag. Fundurin verður annaðhvørt ár hildin í Føroyum og annaðhvørt ár í Danmark. Fyrsti fundur av hesum slagi var hildin á sumri 1994. Endamálið við hesum fundi er at kunna hvønn annan um arbeiði í ávikavíst Fólkatingi og Løgtingi, og at tosa um øll viðurskifti av týdningi fyri londini. Dentur verður lagdur á, at fundurin, bæði tá hann er í Føroyum, og tá hann er í Danmark, verður hildin kring um í londunum soleiðis, at luttakararnir fáa høvi at kunna seg um økisviðurskifti hvør hjá øðrum. Esini verður dentur lagdur á, at tey, sum manna formansskapirnar, koma at kennast, og tí eru hjúnafelagir við til alt uttan sjálvan fundin.

Fundurin í 2003 varð hildin í Havn, men var útferð gjørd til Sandoynna. Í 2004 var fundurin í Ålberg og útferðir gjørdar til m.a. Skagen og Grenen.

 

 

 

 

 

Fundir millum formenn í Útnorði

Eitt ávíst samskifti hevur leingi verið millum tingini í Útnorði, t.e. Altingið, Landstingið og Løgtingið. Formansskapur Løgtingsins hevur verið á vitjan í Íslandi, og hevur formansskapur Altingsins eisini vitjað Løgtingið. Í 2002 var so skjøtil settur á samarbeiðið millum formenninar í tingunum í Útnorði. Ætlanin er at hava ein fund um árið skiftivís í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Fyrsti fundurin var í Neskaupstaði í november 2002. Næsti fundur var í Quaqartoq í Suðurgrønlandi í juli  2003 og 3. fundurin, sum skuldi verða í Føroyum í 2004, var eisini hildin í Grønlandi. Hesaferð í Nuuk, og var hann hildin í sambandi við, at tingformenninir í Útnorði hittust har í sambandi við hátíðarhaldið fyri, at Grønland hevði havt heimastýri í 25 ár.

 

 

 

 

 

Kunningarfundir hjá løgtingsnevndum uttanlands

Løgtingsnevndir hava altíð av og á verið á kunningarferðum uttanlands, men hevur hetta serliga verið, tá okkurt serligt hevur verið á vási, ella onkur nevnd er bjóðað uttanlands.

Í sambandi við áðurnevndu menningarætlan fyri tingið, sum formansskapurin arbeiddi við seinast í 1990unum, varð avgjørt at miða eftir, at 2 nevndir fóru kunningarferð um árið, og vað peningur settur av til endamálið. Nevndirnar skiftast um at fara. Í 2002 varð hetta broytt soleiðis, at 3 nevndir fara kunningarferð árliga.

 

Ferðir í 2003 og 2004

 

2003:

2004:  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vitjanir í Føroyum

Nevndir úr øðrum tingum vitja av og á í Føroyum. Í tingsetuni 2003 vitjaði føroyanevndin hjá Fólkatinginum í Føroyum at kunna seg um føroysk viðurskifti
 

Annað

Umboð fyri formansskapin verður á hvørjum ári boðið til Kieler Woche í Kiel av formanninum í Schleswig-Holsteinska Landdegnum. Kielerwoche verður hildin í vikuni umleið 20. juni og kann sammetast eitt sindur við ólavsøkuhaldið hjá okkum. Landdagurin bjóðar gestum frá týsku landspørtunum, tingunum í londunum við Eystrasalt og umboð fyri tingini í Norðanlondum til fundar í sambandi við vikuna. Í 2003 var Hergeir Nielsen, 1. næstformaður, til Kielerwoche og Vilhelm Johannesen, 2. næstformaður, í 2004.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

aftur, heim, fram