Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

77.  fundur

 

Ár 2007, hósdagin 29. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu og Anfinn Kallsberg og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2006: Uppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum
Málið beint í uttanlandsnevndina.
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2006: Uppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar- og verjumálum

Uppskot um at vísa uppskotinum burtur, sambært § 57, stk. 1 í tingskipanini, samtykt 19-0-9. Uppskotið sostatt burturvíst.

Málið avgreitt.
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2006: Uppskot til broyting  í tingskipan Føroya Løgtings

Tingmenninir Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Høgni Hoydal, Jenis av Rana og Hergeir Nielsen mæltu til, sambært § 40, stk. 2 í tingskipanini, at beina málið í nevnd.

Málið beint í § 25 nevnd.

 

4.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmáli nr. 90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne om rettens pleje”, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 109/2006: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 30. mars 2007, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-5
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
Málið verður beint í mentanarnevndina.

3.        Framløga



 

Fundur lokin kl. 18.50

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein 

                                                                                                                                                                        skrivari