Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

74. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin 23. mars, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal og Poul Michelsen, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 110/2006: Uppskot til løgtingslóg um kapping
Málið beint í vinnunevndina
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2006:  Uppskot til samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy
Málið beint í vinnunevndina
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (barnafrádráttur)
Málið beint í fíggjarnevndina
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 54-2/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2005
Málið beint í fíggjarnevndina
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 54-3/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2005
Málið beint í fíggjarnevndina
 

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 54-4/2006: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2005
Málið beint í fíggjarnevndina

Tingmálini nr. 54-2/2006, nr. 54-3/2006 og nr. 54/4-2006 vórðu viðgjørd undir einum
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 27. mars 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 111/2006: Uppskot til løgtingslóg um tryggingarvirksemi
Málið verður beint í vinnunevndina

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2006: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya 
Málið verður beint í fíggjarnevndina

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2006: Uppskot til samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av loftrúminum
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

4.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.25  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður
 

/Marius Rein
skrivari