54-2 Grannskoðan av almennum roknskapum
Uppskot til  samtyktar um at góðkenna roknskapin fyri Húsalánsgrunnin fyri fíggjarárið 2005

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 13. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot
til
samtyktar

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Hergeir Nielsen Olav Enomoto Sverre Midjord
Óli Breckmann Tórbjørn Jacobsen Heidi Petersen
Páll á Reynatúgvu Annita á Fríðriksmørk Vilhelm Johannesen
Kaj Leo Johannesen Jenis av Rana Lisbeth L. Petersen
Marjus Dam Henrik Old Anfinn Kallsberg
Heðin Zachariasen Gerhard Lognberg Jørgen Niclasen
Kjartan Joensen Jógvan við Keldu Poul Michelsen
Kári P. Højgaard Andrias Petersen Kristian Magnussen

1. viðgerð 23. mars 2007. Tingmálini nr. 54-2, 54-3 og 54-4 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt málið fram tann 13. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 23. mars er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 12., 13. og 19. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum.

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst, hvussu útlánini hjá Húsalánsgrunninum býta seg á økir.

 

 

Øki

Skuld kr.

Tal

 

 

 

Suðurstreymoy

  62.851.445

246

Eysturoy

  25.205.939

113

Norðoyggjar

  31.838.517

  51

Norðstreymoy

  10.661.705

  43        

Suðuroy

  17.637.521

  83

Vágoy

    2.961.571

  24

Sandoy

    1.839.742

  14

 

 

 

Tilsamans

152.996.440

       574

 

Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá ætlanini um at einskilja Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin til eitt partafelag. Nevndarlimirnir Páll á Reynatúgvu, Karten Hansen og Kári P .Højgaard meta tað vera ivasamt beint uppundir eitt løgtingsval at gera so grundleggjandi broytingar, sum eru so lítið gjøgnumskygdar.

 

Nevndarlimirnir Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P .Højgaard vísa á, at viðmerkingarnar frá løgtingsgrannskoðarunum tykjast at hava verið tær somu nú í áravís, so teir ásanna, at lítil vón er fyri, at landsstýrismaðurin tekur hesar viðmerkingar til eftirtektar.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.